Úr myndasavninum – Fýra smábørn og tvey søgulig hús við Landavegin

Børnini frá vinstru: Chirstin Dahl Plate, síðani systkini og systkinabørni Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør.

Børnini frá vinstru: Chirstin Dahl Plate, síðani systkini  Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør Christiansen.

Myndin omanfyri er tikin í grannalagnum hjá okkum beint eftir kríggi. Vit síggja niðan í Grønland, har lítið og einki er bygt. Nógvu húsini í Grønlandi vóru bygd seinast í 1940-árunum og fyrst í 1950-árunum, og seinni í mínari tíð kom býlingurin upp í Líðunum. Børnini á myndini eru frá vinstru systir mín Chirstin Dahl Plate, síðani systkinabørnini Christian, Vilhjálmur (Lill) og Gunnvør Cristiansen. Debes Chistiansen pápi tey trý systkini og mamma eru systkin. Børnini sita í garðinum hjá Torgerd og Dagny Mohr, sum vóru ógvuliga barnavinaligar. Tær vóru ógiftar og arbeiddu báðar í Føroya Banka. Bæði nærmastu húsini á myndini eru áhugaverd og søgulig í okkara hugaheimi.

Vínstrumegin eru húsini hjá okkum, síðani húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen og hjá Christian Mittún. Konan eitur Betzy Ludvig kona Arnold Ludvig. Fjósið stendur á trøðni

Vínstrumegin eru húsini hjá okkum, síðani húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen og uttast til høgru húsini hjá Kristiani Mittún. Konan sitandi á garðinum eitur Betzy Ludvig kona Arnold Ludvig. Fjósið og trøðna hinumegin ánna áttu Júst og Tullu Sivertsen.

Svarta húsið á ovastu myndini uttast til høgru eru húsini, sum Olaf Joensen lat byggja í 1908. Olaf var pápi Arnold Ludvig, sum er pápi Hans Jákup Ludvig, sum nú eigur húsini. Nú er húsini umbygd, og bygt er uppí húsini eystureftir, men húsini á myndini eru framvegis áhugaverd fyri okkum, sum er uppvaksin har á leiðini. Eins og í húsunum hjá Mikkjali í Grønlandi, so síggja vit laðað hoyggjhús, sum vendir vestureftir. Hoygghúsið var bygt upp í sethúsini í 1925. Eg var mangan inni í hoyggjhúsinum, og steinarnir vóru laðaðir soleiðis, at trekkur var í hoyggjhúsinum. Hoyggið var kanska ikki altíð nóg turt og tí ilurin nógvur, og tá er gott við góðum trekki.

Í 1950-árunum vóru húsini hjá Arnold og Betsy broytt. Flagið var tikið av takinum og trimplar bygdir. Fólkini á Landavegnum eru til vinstru beiggi mín Leivur, mamma og beiggin mín Torbjørn.

Í 1950-árunum vóru húsini hjá Arnold og Betzy broytt. Flagið var tikið av takinum og tveir stórir kvistar bygdir. Fólkini á Landavegnum eru til vinstru beiggi mín Leivur, mamma og beiggin mín Torbjørn.

Uppi á slættanum á trønni hjá Arnoldi var somikið góð fløta, at vit sparkaðu fótbólt har. Minnist, hvussu nógvar dystir vit spældi ímóti dreingjum uppi í Svanga og í Grønlandi. Tað var so mikið álvarsligt, at vit bíløgdu okkum spælitroyggir úr Danmark. Grønar bomuldtroyggir við hvítum longum ermum. Stuttligt at minnast aftur á.

Eftirnavnið Ludvig hevur sína søgu. Tað var abbi Arnold Ludvig Johan Suðring, sum keypti trøðna frá svigarpápanum. Tá var trøðin velt. Tá Johan Suðring flutti til Havnar, slapp hann ikki at nýta eftirnavnið Ludvig. Men í 1952 var sonur Arnold Hans Jákup dóptur Ludvig, tí í Havn fekk familjan Ludvig eftirnavnið aftur. Systirin Irma var eisini dópt Ludvig. Arnold var tvær ferðir giftur, og bæði børnini frá fyrru giftu Olaf og Magda skiftu tá eisini eftirnavn til Ludvig og tað sama Arnold og konan Betzy.

jkjkj

Trøðin hjá Arnoldi sæst hinumegin nærmast grótgarðin. Børnini á myndini eru Bjarni Samuelsen, Katrin Christiansen og Vagnur Michelsen. Vit siggja fleiri hús, sum er stoypt upp undir takskeggið.

Jørðina millum báðar garðarnar, har áin eisini er við, áttu Sjúrður og Tulla Sivertsen. Smali teigurin millum garðin og Landavegin breiðkaðist jú longur vestur tú komst. Á hesum jarðarstykki var Vesturkirkjan bygd. Kona Olaf æt Kristianna og var úr Hvalba, og tey bæði áttu børnini Sverra, Arnold, Hans og Elinborg.

Ljósu longu húsini uppi í Grønlandi átti í mínum ungdómsdøgum barberurin Valdemar Poulsen. Mær er sagt, at Ludda Kristian Luddi í Dali einaferð átti húsini, og at fru Reyn hevði skúla har. Eisini skuldi Heðin Brú hava átt húsini eitt skifti. Hetta havi eg spurt mammu eitt sindur um, og hon sigur: – Eg eri fødd í 1918, og tá eg var smágenta gekk systir min Lousa í skúla hjá fru Rein. Hon æt Hansina. Mær er sagt, at Anna systir Onnu og maðurin róptur Palli Trykk bygdu húsini, tú sipar til. Trykk navnið fekk hann uttan iva, tí hann var prentari.

Gomlu húsini frá 1908 eru nógv broytt, síðani eg var smádrongur. Tey hava varðveitt vakru lagaðu veggirnar í fjósinum. (Mynd Vagnur)

Gomlu húsini frá 1908 eru nógv broytt, síðani eg var smádrongur. Tey hava varðveitt vakru laðaðu veggirnar í fjósinum. (Mynd Vagnur)

– Tá Anna og Palli fluttu til Bergen, yvirtók systirin Hansina skúlan. Skúlin var privatskúli og tað kostaði at ganga í skúla. Børnini gingu í skúlanum til umleið fjúrtan ára aldur. Nøkur fóru í realskúlan, men nógv fóru út í vinnuna. Gentur nógvar í húspláss og dreingirnir til skips. Tá tú spyrt um fru Mohr, so veit eg einki um, at fru Mohr virkaði sum lærari upp í Grønlandi. Fru Mohr hevði privatskúla niðri við Setrið í húsunum, har Marius Dam læknin í Vágum er uppvaksin. Har vóru tvær trappur, ein til skúlan og ein til íbúðina hjá fru Mohr. Haldi heilt vist, at maður mín Helge eitt skifti gekk í skúla hjá fru Mohr.

Anna og Palli Trygg bygdu húsini á sinni, men tað fyrsta eg minnist, búði Valdemar Poulsen barbur í nú um hundrað ára gomlu húsunum. (Mynd Vagnur)

Anna Rein og Palli Trykk bygdu húsini á sinni, men tað fyrsta eg minnist búði Valdemar Poulsen barberur í nú um hundrað ára gomlu húsunum. (Mynd Vagnur)

Fara vit inn aftur í garðin hjá Torgerd og Dagny Mohr, har tey fýra børnini sita og fáa sær ein bita, so var tað Hans Mohr úr Hoyvík, sum lat húsini byggja. Hans og konan Poulina Eiriksdóttir, sum var av Reyðafirði í Íslandi, áttu sjey børn: Torgerd, Dagny, Herborg, Sigrid (Gigga), Maja, Erik og Mourits. Minnist væl sum smádrongur, hvussu vakurt var í urtagarðinum hjá Torgerd og Dagny. Tær báðar arbeiddu í Føroya banka og vóru ógiftar. Tær høvdu alt, tað eg minnist, gartnara at hampa sær urtagarðin, og tær høvdu eini arbeiðskonu. Systirin Gigga búði niðri við á Landavegin, og so minnist eg eisini Erik, sum var skipari á Tjaldrinum hjá Skipafelagnum Føroyum.

Løgið at hugsa sær, at tveir privatskúlar vóru í grannalagnum hjá fyri mína tíð. Tey grønu húsini bygdi Fru Mohr og hevði skúla í øðrum endanum. Húsini til vinstru áttu Lisa Reyn. (Mynd Vagnur)

Løgið at hugsa sær, at tveir privatskúlar vóru í grannalagnum hjá okkum fyri mína tíð. Tey grønu húsini bygdi Fru Mohr og hevði skúla í øðrum endanum. Húsini til høgru átti Lisa Reyn. (Mynd Vagnur)

Børnini á myndini, sum nú er eldri fólk, vóru nærmastu grannar við Torgerd og Dagny og svørtu húsini hjá Arnoldi og Betzy. Tað eydnaðist Betzy at gerast hundrað ár, og seinastu tíðina búðu hon á Tjarnargarði.  Tey fýra børnini á myndini eru nú øll í 70-árunum. Áhugavert at síggja slíka mynd og serliga, hvussu nógv er broytt har á leiðini í so stutta tíð.

Tá eg stóð á Landavegnum og tók nakrar myndir, kom eg at hugsa um, at øll tey gomlu húsini niðri við Landavegin høvdu sama skap. Grundið laða upp við gróti og smíðaði úr timbri. Tey minni kanska 9×11 alin og tey størru 12×13 alin. Men húsini, sum vóru bygd eftir kríggi, vóru nógv stoypt upp. Uttan iva var torført tá at fáa fatur í timbri, men ein segði mær, at betongið kom við ensku hermonnunum. Tær stoyptu alt bæði grundir, vegir og trappur. Og kanska fingu føroyingar eyguni upp fyri betongi, og tí stoyptu teir upp húsini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *