Tá ið eg dagliga gangi fram við Sjónleikarhúsinum í Havn, hugsi eg mangan, hvussu góðar dansimøguleikar vit høvdu, tá ið vit vóru ung í 60-árunum. Tríggjar ferðir um vikuna vóru møguleikar at fara í dans. Mikukvøld og Sunnukvøld í Sjónleikarhúsinum og leygarkvøld í klubbanum og eitt skifti í Losjuni. Vildu tú hava gott pláss at dansa, fórt tú í dans klokkan hálvgum tiggju, og dansurin endaði á miðnátt. Í Sjónleikarhúsinum spældi Faroe Boys mikukvøld og Goggan sunnukvøld. Í klubbanum spældu ymsir tónleikarbólkar Simme og tey, Tey av Kamarinum og onnur. Men hvar blivu dansuviðurskiftini av hjá teimum ungu? Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Úr myndasavninum – Bambus og teir stovnaðu boksifelag undir krígnum

Boksiklubbin í Havn 1941, aftara rað frá vinstru: Jógvan (Hansen) Reynagarð. (Eggaba hjá Zacharis hjá Langa-Harald), William Dam (sonur Erik Dam) doyði ungur av tuberklum, Hákun Jacobsen hjá Jørgin á Áarvegnum og Osvald Hansen (sonur Óla hjá Essa, Kamin-Óla). Fremra rað frá vinstru: Svend Poulsen (Bambus), Mortan Mørk, síðani helst breti, sum var venjari, Ebbe Müller (beiggi Eiden Müller) og Hans Reinert (á Fløtum, sonur Fløt-Óla). Mynd: Tjóðsavnið, skr.nr 3350F08179. Upphavsmaður til myndina er Absalon Joensen ættaður úr Gerðum í Klaksvík. Føddur 23.11.1872, deyður 19.10.1950.
Tá vit ungu seinast í 1950 – árunum blivu úlvungar í SSB gulu skótunum, hittu vit fyrstu ferð Bambus, sum var virdur, fyrikomandi og fittur skótaleiðari. Ikki góvu vit okkum far um, hví maðurin æt Bambus, og orðið bambus kendu vit einans frá bambustráðum, og hetta var træ, sum vaks skjótt. Øll kendu Bambus, sum var slag av havnarmynd, tí hann var altíð har við myndatólinum, tá okkurt var á vási, og hann hevði handil og atelier í býnum. Men hvør var Bambus, og hví var hann róptur Bambus? Læs resten
Úr myndasavninum – Á jólum fór smádrongurin um tey sjeyti árini
Jólaaftan herfyri fylti smádrongurin á myndini sjeyti ár. Ikki sørt, at man stúrdi eitt sindur at koma til hetta vegamót, tí sjeyti ár er høgur aldur. Havi havt góða lívsleið higartil, tó eisini tungar løtur eins og onnur menniskjum her á fold.
Góð vóru ungdómsárini við Landavegin, har grøna økið oman í Hornbø við vøkrum traðum, har seyður, flogfenaði og onkur kúgv var partur av gerandisdegnum. Okkara spælipláss spenti víða eisini oman í Rættará, Skipasmiðjuna og Vesturu bryggju. Góð minni.
Var bara ein dag í barnagarði hjá Nonnunum, tí eg vildi út aftur á Landavegin at spæla við børnini, sum ikki gingu í barnagarði. Skúlagongdin var einki serlig at minnast aftur á. Fýra ár í Nonnuskúla, har eg treivst illa, og síðani oman í Kommunuskúlan, nei, eingi góð minni frá barnaskúlanum.
Eftir sjeynda flokk gekk leiðin í realskúla í Hoydølum, men sama skilið, tímdi ikki at ganga í skúla. Kanska var ein orsøkin, at mamma okkara mátti sjúk til Danmarkar og var burturi í sjey ár. Nógvar ymsar arbeiðsgentur, sum gjørdi meg mangan í villareiði, sjálvt um pápi okkara var fantastiskur, men mátta stríðast fyri føðina í Smæruni.
Lívið byrjaði ikki at lýsna veruliga, fyrri enn eg segði Hoydølum farvæl eftir bara hálvtannað ár í realskúla. Hugurin til skúlan var framvegis ikki har, og lætti í sálini, tá pápi okkara loyvdi mær at fara niðan í Grótbrotið við Oyggjarvegin at arbeiða, har vit mest boraðu stórar steinar, sum vóru ov stórir at koyra í knúsaran. Gott ár at minnast aftur á saman við flittum monnum, sum tú komst at kenna fyri lívið. Læs resten
Tankarnir reikaðu í kirkjugarðinum í Norðdepli
Í 1966 kom út forvitnislig bók Norðdepil 100 ár, sum Hvannasunds kommuna gav út, og sum J.S. Hansen skrivaði. Eg fekk hendur á bókini fyri fáum árum síðani, men ikki fyrr enn nú havi eg nágreiniliga lisið bókina, sum ikki telur meira enn hálvthundrað síður. Langabbi mín Havnar Jógvan og konan Elisabeth Marianna, sum bæði vóru úr Havn, tóku yvir handil í Norðdepli í 1879. Herfyri var eg á grøvini hjá langabba og langommu míni í Norðdepli, og tá reikaðu tankarnir um forfedrar mínar í Hvannasundi og Norðdepli. Læs resten
Úr myndasavninum – Áhugaverd mynd frá 1927 niðri á Kongabrúnni

Áhugaverd mynd frá 1927 av vøkrum býlingi niðri á Kongabrúnni. Hetta var fyri tíðina, at stórir betongklossar stungu seg upp her á leiðini. (Mynd: Havnin – fólk og yrki)
Nógvar eldri áhugaverdar myndir eru at síggja av Kongabrúnni frá ymsum tíðarskeiðum. Myndin omanfyri er frá 1927, og tað var málingahandilin hjá Poul í Geil, sum fekk meg at siga nøkur orð um myndina. Minnist væl málingahandilin, sum var fyrsta málingahandil í Føroyum. Húsið er nummar tvey frá vinstru, har skilti sæst á suðurendanum. Bara at síggja handilin, merkir tú henda málinga – og terpentinangan um næsarnar. Havi keypt máling á sinnii í handlinum. At børnini sita niðri við sjóvarmálan, sigur nógv um myndina og tíðina, og ikki minst bátarnir og handa dunnan á vágni.
Tað var Poul Isaksen róptur Poul í Geil, sum tók yvir handilin hjá pápanum Djóna Isaksen, og gjørdi hann til málingahandil. Poul Isaksen (1875-1949) var pápi Djóna í Geil, sum í okkara ungdómsdøgum átti málingahandilin og Sýruna. Nógv áhugavert at síggja í myndini millum annað, at teir byggja stóra bygningin í Vørðsluni, har Einar Prent helt til í nógv ár. Tað var í 1920 – árunum, at farið var undir at byggja Molan og gera brúgvar um vágirnar. Síggi, at umframt at selja máling, fekst Poul í Geil eisini alt við gólválegging og hevði møbelpolstraraverkstað. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Tummas Juel og Helena Mortensen áttu tólv børn

Tey tólv børnini hjá Tummas Juel og Helenu Mortensen: Aftast f.v: Ebbe, Mourits og Anna Louisa. Miðrað f.v: Arni, Helgi, Jona, Marsanna og John. Fremst f.v: Finn, Hákun, Venna og Óli. (Myndeigari: Helena Mortensen)
Konradsbrekkan var okkara farleið, tá vit uppi við Landavegin skuldu heim í býin. Fyrstu minnini eru frá seinast í 1950-árunum, og serliga minnast vit góðu løturnar, tá vit skreiddu í Konradsbrekku. Havi stóran áhuga í eldri myndum, og fleiri hús í Konradsbrekku, sum eg havi skrivað um, eru broytt frá uppruna sniði og víðkað soleiðis, at loftið var reist, so fleiri kømur fingust á loftinum, og okkurt húsið fekk eina hædd aftrat.
Fekk um dagarnar forvitnisligar myndir av tólv systkjum, sum eru uppvoksin við Konradsbrekku. Hjúnini Tummas Juel og Helena Mortensen áttu børnini, sum longu vóru farin úr reiðrinum, tá vit fyrstu ferð komu har á leiðina. Men hvør er henda rúgvusmikla familjan við tólv børnum, sum vit tó vistu um og kendu fleiri? Læs resten
Úr myndasavninum – Nøkur orð um 67 ára gamlan komfýr og ovnar úr stoypijarni
Tá vit vóru smábørn við Landavegin í 50-árunum, høvdu vit ikki sentralhita. Í køkinum var komfýrur, men vit fingu skjótt lítlan bakarovn við tveimum kókiplátum. Í minni stovuni stóð oljuovnur, sum brúkti petroleum, og tí var kalt á kømrunum og stóru stovuni. Minnist, at tá frost var úti, var frost eisini innan á vindeyganum í kamarinum, har vit kundu skriva á frostlagið.
Húsini, har eg nú búgvi, eru frá 1952, og í køkinum stendur vakur komfýrur, sum riggar væl, og sum vit brúka av og á. Fór til stuttleika at kanna søguna um komfýrin. Læs resten
Úr myndasavninum – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum

Nógvir bilar í Gundadali seinast í 1960 – árunum, men bilatalið í Føroyum var bara 3270 bilar í 1970, og nú eru um 30.000 bilar.
Myndin úr Gundadali sigur okkum so nógv, sum vóru ung í 1960 – árunum. Tú kanst skriva nógvar síður um alt tað, tú sært á myndini. Fyrst leita tankarnir til svørtu jarn barakkina, sum bretar settu upp undir krígnum. Í barakkini var í 60- árunum skipað fyri dansi, men ikki var tespuligt mangan at vera har, tí sveittin rann niður eftir jarnveggunum í barakkini, og tá var útlufting og blámusoppur ikki uppfunnin. Í 1963 keypti B36 barakkina til vinstru í myndini úr Mjørkadali, og har skipaði felagið millum annað fyri dansi og leigaðu eisini húsið út til veitslur og annað. Vit síggja uppi á Nabb, at tey er farin at byggja høllina á Hálsi.
Hondbóltur var tá uttanduraspæl, og vit síggja Neista – og Kyndilshúsið, og tá var bara ein farleið niðan í Hoydalar, tí R.C. Effersøesgøta var ikki til tá. Vit síggja skíðbreytina vinstrumegin Neistahúsið, sum gekk frá høvdini og oman í HB húsið fram við ánni. Undan høgrumegin kemur bensinstøðin, sum Frits Jensen læt byggja í 1959, og har eru eisini sethúsini hjá Daniellu Olsen, sum vóru tikin niður, eftir at Daniella var farin. So eru tað øll bilsniðuni, sum eg kenni øll. Fekk fyrst eyguni á Mersedes bussin, sum eg mangan minnist ilt á. Bussurin koyrdi okkum mangan til Vestmannar, men motorin var alt ov lítil at koyra í fjøllunum. Minnist einaferð spælara rópa til bilstjóran. – Vælsignaður skift gear, tí tað larmar so illa er afturi. Bussurin vann næstan ikki úr Gundadali og niðan á oyggj. (Vagnur)
Útbyggingin av havnarlagnum hevur broytt sandin í Sandagerði
Sandurin í Sandagerði fær serliga um veturin ymisk skapilsi alt eftir veður og vindi. Spákaði mær í morgun í Sandagerði, og tá sá eg Sandagerð í heilt nýggjum hami. Tí áin hevur eftir illveðrið um dagar funnið sær veg nær norðara landinum, sum eg ikki havi sæð áður. Man er jú komin í Sandagerð í skjótt sjeyti ár. Og orsøkin er ógvuliga einfald, at so er. Ùtbyggingin av havnarlagnum við Skansaboða er farin at verja fyri havaalduni, sum kemur inn millum Stong og Eystnes, og kemur havaldan ikki inn í Sandagerð á sama hátt, sum áður. Soleiðis broytist náttúran, tí menniskjan ger inntriv í náttúruna.
Í 1980 – árunum var sandurin í Sandagerði minkaður so mikið, at ráðiligt var næstan ikki at drepa grind har. Men so vóru fleiri lastir frá sandbáti sleptar á sjógv í Sandagerði, og tá kundi tú ganga fram við bakkanum út til Sandagerðsneystini, men hesin sandur er nú mest sum burtur. Eitt er sandurin annað er fossurin, sum var stórur í morgun. Dragandi at síggja fossin, har vit sum unglingar spældu og lærdu at svimja uppi í Mylluhylinum og minni hyli longri uppi. Vit svumu eisini á sjónum. (Vagnur)
Úr myndasavninum – Nógvu motorsúkklurnar vóru býarmyndir

Góð mynd tikin á Vesturuvág óivað í 1960-árunum. Hesar motorsúkklur vóru vanligar at síggja í gøtunum. (Mynd ?)
Tá eg sá omanfyri mynd á Facebook, kom eg at hugsa aftur í tíðina, ja, aftur í 1960-árini, tá nógvu motorsúkklurnar vóru dagligar býarmyndir í gøtunum. Nú eru stóru motorsúkklurnar mest sum bara til “spæl”, har motorfeløg gera ymsar ferðir bæði í Føroyum og uttanlands. Men soleðis var ikki, tá ið eg var smádrongur. Tá var stórur partur av “akfarparkini” motorsúkklur. Fólk fingu sær motorsúkklur og skutarar, so tey komu skjótari til arbeiðis. Til hesi akfør var átjan ára aldursmark og kravt koyrikort. Fyrst í 1950-árunum slapp meiniga fólkið ikki at keypa bil, tí “valuta” mátti ikki fara av landinum. Læs resten



