
Boksiklubbin í Havn 1941, aftara rað frá vinstru: Jógvan (Hansen) Reynagarð. (Eggaba hjá Zacharis hjá Langa-Harald), William Dam (sonur Erik Dam) doyði ungur av tuberklum, Hákun Jacobsen hjá Jørgin á Áarvegnum og Osvald Hansen (sonur Óla hjá Essa, Kamin-Óla). Fremra rað frá vinstru: Svend Poulsen (Bambus), Mortan Mørk, síðani helst breti, sum var venjari, Ebbe Müller (beiggi Eiden Müller) og Hans Reinert (á Fløtum, sonur Fløt-Óla). Mynd: Tjóðsavnið, skr.nr 3350F08179. Upphavsmaður til myndina er Absalon Joensen ættaður úr Gerðum í Klaksvík. Føddur 23.11.1872, deyður 19.10.1950.
Tá vit ungu seinast í 1950 – árunum blivu úlvungar í SSB gulu skótunum, hittu vit fyrstu ferð Bambus, sum var virdur, fyrikomandi og fittur skótaleiðari. Ikki góvu vit okkum far um, hví maðurin æt Bambus, og orðið bambus kendu vit einans frá bambustráðum, og hetta var træ, sum vaks skjótt. Øll kendu Bambus, sum var slag av havnarmynd, tí hann var altíð har við myndatólinum, tá okkurt var á vási, og hann hevði handil og atelier í býnum. Men hvør var Bambus, og hví var hann róptur Bambus?
Við hjálp frá familju hjá Bambus og skótavinmanni fekst nógv áhugavert at vita um Svend Poulsen róptur Bambus, sum var føddur 2. januar 1921 og andaðist 16. august í 1998. Foreldrini vóru Poul Poulsen av Eiði og Aleksandra Hansen rópt Sandra úr Havn. Bambus, sum var einabarn, var ein av mongu rabarbunum, vit kendu, og sum búði í Rabarbukvarterinum Tvørgøtu 10.
Tá Sandra ung ógift gjørdist við barn, sum var skomm tá, fóru Poul og hon til Danmarkar, og har var Bambus føddur. Komin aftur til Føroya, gjørdist hesin spelkni glaði smádrongurin mittpunktið í familjuni, og øll flokkaðust um lívliga dreingin, sum altíð var á ferð. Hann kom frá byrjan at hava áræði, og í bókini Havnin – fólk og yrki sæst, at Bambus longu sum níggju ára gamal svam kapp av Müllersbrúgv yvir á Kongabrúnna og aftur, har Poul Guttesen vinnur kappingina, Bambus gjørdist nummar tvey og Børge Nielsen nummar trý. Allir tríggir seinni kendir havnarmenn.
Men hví kom Svend Poulsen at eita Bambus:
Bambus sigur soleiðis við blað, tá hann fylti sjeyti ár í 1991: – Bambus var mítt skótanavn, men navnið fekk eg fyrr enn so, tí knappliga vaks eg so skjótt – rann upp í slokk, at longu sum trettan ára gamal var eg fullvaksin í hædd. Ja, so er var tað minniliga dagin, tá skótarnir doyptu meg í Svartafossi, har teir rendu meg undir gav og vígdu meg til skótarørsluna. Eg havi ongantíð verið keddur um navnið, og eg brúkti altíð navnið Bambus sum fotografur og annars í míni fyritøku, segði Bambus í 1991.

Svend Poulsen, róptur Bambus var frá barnaárunum evnarikur bæði sum ítróttamaður, skóti og fotograftur. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Sum ungur arbeiddi Bambus fyrst sum skrivstovumaður, men í frítíðini dámdi honum væl at taka myndir. Hetta var myndatól, sum hann lándi frá Tummas Jakku í Radiohandilinum, sum var giftur Giggu, sum var mostir Bambus. Tað var Gigga, sum eggjaði Bambus at fara til Danmarkar at læra til fotograf og framleiða myndir í myrkakamari.
Eftir kríggi fór Bambus til Danmarkar, har hann kom at arbeiða hjá kendum fotografi Ellefeldt, sum eisini tók myndir av teimum kongaligu, og har kom Bambus eisini at læra at arbeiða í myrkakamari, sum krevur síni evni.
Í Keypmannahavn kom Bambus samband við danskar skótar, og eitt skifti arbeiddi hann eisini sum fotografur í Svøríki. Hann var so mikið dugnaligur, at fleiri arbeiði vóru honum í boði, men hann vildi heim aftur til Føroyar. Hann gav sum umbering, at sjúka var í familjuni, men hetta var ikki satt.
Leiðin gekk aftur til Føroya 10. mai 1950, og nú vóru boð aftur eftir Bambus. Andor Eirikstoft hevði bygt hús við Tinghúsvegin, og hann bjóðaði Bambus at innrætta sær atelier í eini hæddini. Har kom hann at arbeiða saman Annilin hjá Kvívíks Tummasi og seinni Gunnvá Samuelsen sum var úrmælingur at taka myndir og framleiða myndir í myrkakamari. Tað var hetta við ymsu ljósunum, sum lykilin er til góðu myndirnar.
Bambus var virkin á fleiri mótum. Hann gjørdist skóti í 1934 og vísti skjótt síni evni sum skótaleiðari. Hann gjørdi eisini fimleik, og so var hann ein av teimum, sum stovnaði Havnar Badmintonfelag.
Sum smádreingir vistu vit, at Bambus var góður boksari, og vit vistu eisini, at ensku hermenninir í Føroyum skipaðu fyri boksidystum, og millum hermenninar vóru úrmælingar, sum høvdu vunnið stórar kappingar í Bretlandi. Bambus var somikið stinnur at boksa, at hann vann á bestu bretsku boksarunum.
Bambus og teir stovnaðu ”boksiklub” í Havn, og teir vandu í fimleikahøllini norðan fyri Gamla realskúlan. Fimleikahøllin var seinni tikin niður og flutt út á Skipasmiðjuna, tá Tórshavnar Kommunuskúli var bygdur.

Barnaheimið hjá Bambusi var í “Rabarbukvarterinum” Tvørgøta 10, har Bambus búði eisini á eldri árum. Húsini er tey svørtu nummar trý á vinstru hond. (Mynd Vagnur)
Bambus flutti seinni virksemið av Tinghúsvegnum niðan í høli omanfyri Sjónleikarhúsið, har handil var í fyrstu hætt og atelier í aðru hædd. Tá tú spyrt eldri skótar um Bambus, so er bara gott at frætta, tí Bambus var so blídligur skóti, hevði leiðaraevni og var altíð klárur at taka eitt tak. Bambus var á nógvum skótalegum í Føroyum og uttanlands, og teir vóru eisini í Grikkalandi, har teir heilsaðu Konstantin kongi og ungu donsku konuni Annu Mariu.
Mynd av Bambus hongur í skótahúsinum, har ramman er gjørd um bambusi, og tað var henda myndin, sum fekk meg at skriva nøkur orð um Bambus. (Vagnur)


