Úr myndasavninum – Á jólum fór smádrongurin um tey sjeyti árini

Jólaaftan herfyri fylti smádrongurin á myndini sjeyti ár. Ikki sørt, at man stúrdi eitt sindur at koma til hetta vegamót, tí sjeyti ár er høgur aldur. Havi havt góða lívsleið higartil, tó eisini tungar løtur eins og onnur menniskjum her á fold.

Góð vóru ungdómsárini við Landavegin, har grøna økið oman í Hornbø við vøkrum traðum, har seyður, flogfenaði og onkur kúgv var partur av gerandisdegnum. Okkara spælipláss spenti víða eisini oman í Rættará, Skipasmiðjuna og Vesturu bryggju. Góð minni.

Var bara ein dag í barnagarði hjá Nonnunum, tí eg vildi út aftur á Landavegin at spæla við børnini, sum ikki gingu í barnagarði. Skúlagongdin var einki serlig at minnast aftur á. Fýra ár í Nonnuskúla, har eg treivst illa, og síðani oman í Kommunuskúlan, nei, eingi góð minni frá barnaskúlanum.

Eftir sjeynda flokk gekk leiðin í realskúla í Hoydølum, men sama skilið, tímdi ikki at ganga í skúla. Kanska var ein orsøkin, at mamma okkara mátti sjúk til Danmarkar og var burturi í sjey ár. Nógvar ymsar arbeiðsgentur, sum gjørdi meg mangan í villareiði, sjálvt um pápi okkara var fantastiskur, men mátta stríðast fyri føðina í Smæruni.

Lívið byrjaði ikki at lýsna veruliga, fyrri enn eg segði Hoydølum farvæl eftir bara hálvtannað ár í realskúla. Hugurin til skúlan var framvegis ikki har, og lætti í sálini, tá pápi okkara loyvdi mær at fara niðan í Grótbrotið við Oyggjarvegin at arbeiða, har vit mest boraðu stórar steinar, sum vóru ov stórir at koyra í knúsaran. Gott ár at minnast aftur á saman við flittum monnum, sum tú komst at kenna fyri lívið.

Í 1967 fórt tú at læru til bilsmið hjá Vilhelmi Nielsen, har tú vart væl móttikin av øllum. Nógvir sveinar, og vit vóru einir tólv lærlingar. Bilmerkini vóru Opel, Vauxhall og Bedford lastbilar. Fýra ár sum lærlingur og trý ár sum sveinur, og um hetta mundið gekk eg eisini í kvøldskúla at taka teknisk fyrireiking, sum svarar til 8.9 og nakað av 10. flokka støði. Nú gekst heilt væl við skúlaarbeiðinum og mótið kyknaði at fara víðari.

Átta landavegsdreingir. Frá vinstru: Torbjørn Michelsen, Virgar Wardum, Sjúrður Samuelsen, Jan Müller, Vagnur Michelsen, Frank Müller og Øssur Hjalt. Yngsti drongurin fremst er Leivur Michelsen.

Í 1974 dittaði eg mær sum 24 ára gamal at søkja á læraraskúla, og tað var í tøkum tíma, tí hetta var seinasta ár, tú slapst inn uttan student – ella HF prógv. 84 vóru umsóknirnar, og tú vart ein av teimum 27 hepnu at sleppa inn. Ikki lætt fyrsta árið í fyrireikingarflokkinum, tí fleiri skúlafelagir høvdu studentprógv, og tú ivaðist mangan, um hetta fór at bera til.

Várharra hevur tíbetur deilt evnini ymisk millum manna, tí eg var væl fyri kropsliga og hevði gott handalag betur enn nógv onnur í flokkinum. Haldi eisini, at handverkaralæran hjá Vilhelmi Nielsen, og at eg var hondbóltsspælari og venjari kom mær til góðar. Herjaði á allan sólarringin serliga fyrstu tvey árini við hjálp heiman og frá næmingum í flokkinum. Eftir fimm árum stóðst tú við góðum læraraprógvi í hondini.

í barnaárunum vóru traðir bæði fyri norðan og sunnan, so spæliplássið var stórt. Vit siggja yvir á økið, har Vesturkirkjan var bygd. Á myndini frá vinstru Bjarni Samurelsen, systkinabarni Katrin Christiansen gift Andersen og undirritaði.

Eftir ólavsøku í 1979 gekk leiðin yvir í Eysturskúlan, har tú komst at arbeiða í 28 ár. Haldi, at tað gekk bara heilt væl sum lærari, tíðarskeið, sum eg minnist aftur við gleði saman við hundraðtals ungdómum. Nú er tú vorðin eftirløntur lærari og vorðin sjeyti ár.

Í sløk hálvthundrað ár komst tú at virka í Neistanum bæði sum spælari, venjari, nevndarlimur og formaður. Føldi ávísa ábyrgd, tí pápi okkara var ein av teimum, sum stovnaðu Neistan 21. mars 1931, og mamma okkara spældi eisini í Neistanum. Nógvar góðar løtur at minnast aftur á.

Her eru vit øll: Frá vinstru pápi og mamma síðani Chirstin, Hans Jákup, Vagnur, Torbjørn og Leivur.

Snávingarsteinar á lívsleiðini

Øll menniskju hava daprar hendingar á lívsleiðini, sum seta síni spor. Minnist serliga dagin í 1963, tá mamma okkara mátti til Danmarkar, tí eingin hjálp var at fáa í Føroyum. Græt hjartaliga, tá Tjaldrið fór út um Molan, og tá var langt til Danmarkar, tí eingin flogferðsla, og Tjaldrið sigldi úr Føroyum fjúrtanda hvønn dag um veturin og einaferð um vikuna um summarið.

Í sambandi við at mamma okkara fylti 100 ár 16. juni í fjør eydnaðist at fáa mynd av næsta ættarliðnum. Frá vinstru Ása Maria, Jon, Hildur, Levi, Ulrik, Helgi, Iben, Finnur, Hanus, Hjalti, Eyðun, Helgi y og Jákup í koyristólinum. Hallur væntar á myndini.(Mynd Gunhild)

Eftir við Landavegin vóru vit fýra beiggjar og pápi okkara, og tá var systir okkara farin til Danmarkar at læra til sjúkrasystir. Hetta vóru sjey long ár, og í 1970 kom mamma okkara aftur til Føroya, og føroyska sjúkrahúsverkið gjørdi mammu fríska. Mamma doyði fyri ári síðani og var klár til tað seinasta hundrað ára gomul.

Í Eysturskúlanum vóru serliga tvær daprar hendingar, sum settu síni spor í sál mína, og sum  kom at ávirka meg sum lærara. Arbeiddi tætt saman við Annu Smith sálu, sum var úr Klaksvík, og vit vóru í nógv ár saman í yngri flokki og flokki í framhaldsdeildini. Lærdi nógv av Annu, og tungar vóru løturnar í skúlanum, tá Anna gjørdist sjúk av krabbameini og seinni fór seinastu ferð um sínuna.

Unglingalið Neistans 1966. Aftast f.v: FinnBjørn Guttesen, Sverri Wang, Kristjan á Neystabø, Sverri Durhuus, steypagevari, Tønnis Wardum og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Echardt Persson, Kristjan Samuelsen og Haraldur Kjeld.

Onnur døpur ógvuslig hending, tá vit mistu tíggju ára gamla gentu í vanlukku í R.C. Effersøesgøtu fyri tjúgu árum síðani. Var flokslærari hjá gentuni, og minnist,  hvussu torført var at arbeiða sum lærari eftir hesa hending. Tað var, sum okkurt var slóknað í sálini, sum hevði torført at tendra aftur.

Pápi okkara doyði í 1985 bert 72 ára gamal, og hetta setti djúp spor, tí pápi okkara fylti so nógv og sjálvur nært tilknýtið til hann, tí ótryggleikin, sum tú hevði í sálini frá ungdómsárunum, var framvegis har. Pápi okkara var mítt serliga trygdarakker, sum knappliga var burtur.

Ótrúlig minni at minnast aftur á. Her vinna vit steypakappingina í Vestmanna. St.f. Jógvan Martin Mørk, Sverri Wang, Hans Mortensen og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Bjarni Samuelsen, Echardt Persson og Kristjan á Neystabø.

Árið 2019 var serligt á tann hátt, at mamma okkara fór fyri ári síðani 100 ára gomul, pápabeiggi fór í summar 92 ára gamal, og eitt systkinabarn fór í heyst 77 ára gamal. Tómrúm, sum tú mást royna at liva við. Annars er lagið bara gott og havi so nógv at vera takksamur fyri. Góðar vinir og familju.

At enda takki eg fyri heilsur á sjeyti ára degnum, ein dagur, sum hildin var í tí stilla. Fekk í 2012 hugskot at fáa mær egnu heimasíðu, og higartil eru skrivaðar 1702 greinar, sum allar liggja á heimasíðuni. Skrivaða fyrst nógv um hondbólt, men hugurin er fánaður, men so dámar mær gamlar myndir, har eg kann siga fólki frá ymsum á myndunum, og so havi eg altið havt stóran áhuga fyri kappróðri. Ikki inniróðri men uttandura tjóðarítrótti okkara. Gott nýggjár. (Vagnur)

í 1979 gjørdist eg flokslærari hjá næmingunum á myndini. Tá gingu teir í 2, flokki, og her standa teir við 10. floksprógvinum í hondini. Fittir næmingar, má sigast. Dreingirnir frá vinstru eru: Símun, Ingi, Georg, Agnar, Regin, Jóhann og Freddy. Genturnar frá vintstru eru: Helle, Gunhild, Beinta, Súsanna, Johanna, Jenny, Nadja, Gunnvá Guðrið og Teresa.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *