Úr myndasavninum – Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922

Eg lærdi og arbeiddi hjá Vilhelmi Nielsen frá 1967- til 1974, tá ið eg so fór á læraraskúla. (Mynd Bergur Jensen)

Eg lærdi og arbeiddi hjá Vilhelmi Nielsen frá 1967 til 1974, tá ið eg so fór á læraraskúla. (Mynd Bergur Jensen)

Míni barnaskúlaár vóru alt annað enn góð, tí eg tímdi ikki at ganga í skúla. Eg kom at ganga í realskúla í Hoydølum, men hugurin til skúlan var framvegis vánaligur. Ikki fyrr enn pápi mín gav mær loyvi at fara úr 2. real á jólum við treytunum, at eg fann mær arbeiði beinanvegin, merkti eg veruligt frælsi. Eg fór í Grótbrotið, har brandstøðin nú heldur til, at arbeiða í eitt ár. Hetta var spennandi tíð, har eg fyri tað mesta boraði hol í steinar, sum vóru ov stórir at koyra í knúsaran. Eisini hjálpti eg manni, sum ansaði stóra borivogninum. Í 1967 kom eg í læru sum bilmekanikkari hjá Vilhelmi Nielsen verkstaður í Jónas Broncksgøtu, har Smyril Line nú hevur kontórir. Nú byrjaði nýggj og spennandi tið. Læs resten

Skelkandi upplivingar at koyra gjøgnum tunlarnar norður um Fjall

Himmal og jørð á muni at koyra gjøgnum vælfrágingna tunnilin til Viðareiðis, og so fara aftur í miðøldina at koyra gjøgnum tunlarnar norður um Fjall. Heilt ófatuligt, at serliga politikarar í Norðoyggjum hava sovið í tímanum í hesum álvarsmáli.

Rúm tíð síðani, at tú koyrdi gjøgnum tunlarnar norður um Fjall, men sunnudagin gekk leiðin úr Havn til Viðareiðis í føðingardag hjá nítiára gamlari konu. Gleddi meg fyrstu ferð at koyra gjøgnum Viðareiðistunnilin, sum vit hava hoyrt vera meistarligt avrik, men stúrdi eisini aftur at koyra gjøgnum tunlarnar norður um Fjall. Úr Havn til Viðareiðis skalt tú gjøgnum sjey tunlar. Alt gekk frálíkt tó ikki hugaligt at koyra gjøgnum deyðsfellurnar norður um Fjall, sum er størsta skommin í løtuni í Føroyum. At politikarar kunnu sova við góðari samvitsku vitandi um hesar tunlar, er mær gáta. Læs resten

Føroyskur kvinnuhondbóltur átti tikið við læru frá orðum Estavanu Polman

At spæla dystir og venja er hvør sín hondbóltsverð, sigur Polman.

Onkur hugsar kanska, hvat undirritaði vil við grein um hálendsku hondbóltsstjørnuna Estavanu Polman, sum spælir við Team Esbjerg. Orsøkin er, at hon segði nakað í donsku ítróttasendingin Kontra, sum allir føroyskir hondbóltsleiðarar og venjarar áttu at hoyrt og sæð. Polman kom til Danmarkar í 2011 at spæla við Sønderjyske, sum spældi í næst bestu deildini, sjálvt um boð vóru eftir henni í bestu deildini. Har spældi hon í tvey ár, og seinna árið flutti Sønderjyske upp í bestu deildina. Í 2013 kom Polman til Esbjerg, og har hevur hon verið síðani. Men, hvat var tað, Polman segði í sendingini, sum eisini umfatar føroyskar spælarar, og sum vit øll kunnu læra av? Og Polman er bersøgin. Læs resten

Úr myndasavninum – Fyrsta kappríðing í Marknagili á heysti 1970

Ómetaliga stuttligt og spennandi at vera til kappríðing á Velbastaðvegnum. (Mynd Føroya Ríðingarfelag)

Tá tú skrivar søguligt tilfar, er ógvuliga umráðandi, at árstølini eru røtt. Árstøl skulu eftirkannast minst einaferð. Eg havi skrivað eitt sindur um søguliga partin í føroyskari kappríðing, men í 2014 ger Poul Hansen, sáli, meg varhugan við, at eitt árstal er komið skeivt fyri í grein. Eg skrivaði, at tey riðu seinastu ferð kapp á Velbastaðvegnum í 1972, men hetta var ikki rætt. Tey riðu seinasta ferð kapp á Velbastaðvegnum á ólavsøku 1970, síðan fóru tey niðan í Marknagil, har nýggj ríðingarbreyt varð gjørd. Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur góð minni um hondbóltsvinin Leiv Næss Joensen

Leivur til kappríðing í Marknagili. Handan høvdið á rossinum síggjast eisini Júst og Janus bóndi. Leivur vann mangt heiðursmerki.

Leivur Næss Joensen andaðist 28. apríl 2005 einans 55 ára gamal. Komi mangan at hugsa um hann, tí barnaheimið var beint niðanfyri hjá okkum, og so var Leivur ein av fyrstu unglingum, tú møtti, tá tú í 1963 komst í Gundadal at spæla hondbólt. Vit funnu skjótt saman, tí Leivur var so lættur at tosa við, skemtingarsamur og fittur, og hann var skjótur at hjálpa til, tá Neistahúsið var bygt og stóð liðugt í 1964.

Leivur bleiv ikki gamal í hondbóltinum, tí hann fekk ungur nært tilknýti til Janus bónda, sum hevði Húsahaga, og soleiðis fekk hann áhuga fyri rossum og seinni at ríða kapp. Hvør minnist ikki úrvalsrossini Kamb og Lotus hjá Leivi, sum vunnu mong heiðurstekin eisini í Marknagili. Læs resten

Úr myndasavninum – Oyggjarvegurin bundin saman 6. juli 1966

Bilarnar bíða við Hórisgøtu eftir ferðafólk úr Havn. (Mynd Auto bókin)

Bilarnar bíða við Hórisgøtu eftir ferðafólk úr Havn. (Mynd Auto bókin)

Í 2002 kom út forvitnislig bók AUTO-altíð til tænastu, bók, sum Magnus Gunnarsson skrivaði um tíðarskeiðið hjá AUTO frá 1952 til 2002. Í bókini er áhugaverdur lesnaður, tá ið Oyggjarvegurin varð bundin saman 6. juli 1966. Áhugavert er at ímynda sær, nær koyrandi var úr Havn til Vestmannar og aðrar bygdir í Norðurstreymoy, um Nato støðin í Mjørkadali ikki varð bygd. Eg hava aldurin at minnast, tá ið vit ungu antin máttu sigla við postbáti úr Havn til Kollafjaðar, um hondbóltsdystur skuldi spælast í Vestmanna. Eg minnast eisini, hvussu long tíð var at bíða, til oyggjarvegurin varð samanbundin 6. juli 1966. Fyrstu máttu vit koyra við bili úr Havn niðan á Oyggjarvegin til Hórisgøtu, har tú snarar niðan á Sornfelli, og síðani máttu vit ganga fitta teinin eftir gøtu til bilarnar´úr Vestmanna. Hetta er nú alt søga, men áhugaverd søgu. Læs resten

Úr myndasavninum – Teir hittust í Realskúlanum

Islanders 1967 í Sjónleikarhúsinum (Poppshow). Frá vinstru: Jógvan Sofus Vágsheyg, Páll Kürbrg, Niels Simun Johannessen,, Jógvan Dahl og Símun Arge. (Mynd Sjónleikarhúsið)

Ein av tónleikabólkunum, sum spældu í Aftur í 60 árini, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár, var Islanders. Teir spældur fyrstu ferð Aftur í 60 árini í 1990. Islanders blivu kendir kring landið, tá bólkurin í 1967 var við í størsta “poppshowi” í Føroyum, sum var í Sjónleikarhúsinum. Sjey bólkar spældu, og vóru teir Bumle Bees, Cream Crackers, Islanders, Leikar, Silly Boys, Snippies og Thunderbirds. Áskoðararnir atkvøddu um besta bólkin, og Islanders vann og kundi kalla seg Føroyameistarar. Bassspælarin Símun Arge segði mær í 1999, hvussu Islanders bleiv til. Læs resten

Úr myndasavninum – 30 ár síðani oyggjaleikirnar í Føroyum

lklkl

Niels Nattestad formaður í fyrireikingarnevndini og Bjørn Patursson frá Mjólkarvirkinum.

Tá eg kom fram á myndina omanfyri frá oyggjaleikaárinum 1989, kom eg at hugsa um spennandi svimjikappingarnar, har føroysku svimjararnir kláraðu seg so væl. Eg sá mestsum hvønn minutt í svimjihøllini í Gundadali, har vit sótu í tímar og sveittaðu í hitanum og sóu spennandi svimjikappingar. Myndin omanfyri er av Niels Nattestad formanni í fyrireikingarnevndini og Bjørn Patursson frá Mjólkavirkinum. Pop-top grunnurin hevur júst latið oyggjaleikunum 45.000 krónur. Haldi at oyggjaleikirnir fingu ávísan %-part av hvørjum Pop-top, sum varð selt í ávísum tíðarskeiði. Læs resten

Løgmanssetur í Hoyvík gjørdist ongantíð veruleiki

Í 2005 var ætlanin, at løgmaður skuldi búgva í Hoyvík. (Mynd Vagnur)

Í mai mánað í 2005 var arbeiðsbólkur settur at arbeiða víðari við ætlanini um nýta gomlu Royndarstøðina í Hoyvík til løgmansetur. Seinastu fjøruti árini hevur Føroya Fornminnissavn hildið til í húsunum. Í 2005 varð nógv skrivað fjølmiðlunum bæði fyri og ímóti, um Føroyar skuldu hava løgmanssetur. Arbeiðsbólkurin var liðugur við arbeiðið í desember mánað 2005, og tilfarið er rúgvismikið og er áhugaverdur lesnaður. Vit skriva nú 2020, og einki hoyrdist aftur um løgmanssetur í Hoyvík. Niðan fyri kanst tú lesa, hví tey hildu, at Føroyar skuldu hava løgmanssetur. Læs resten

Áhugi er stórur fyri upprunamerkinum í Fámjins kirkju

Fámjin umgyrd av høgum vøkrum fjøllum í fleiri ættir. (Mynd Torbjørn)

Fámjin er einasta bygdin Suðuroy, sum vendir ímóti vestri. Eg havi verið í øllum bygdunum í Suðuroy uttan Fámjin og Sandvík, men tá ið eg fekk sendandi mynd av Fámjin, vaks hugurin fyri hesi í mínum hugaheimi fjarskotnu bygd, tí eg kenni fleiri fólk, sum eru úr Fámjin. Eg kenni mest Fámjin úr Útvaprinum, tí bygdin er frálík grindavág, og mong er grindin, sum hevur lagt beinini í bygdini. Fámjin er í serstøðu millum manna, tí tað er í kirkjuni i bygdini, at upprunamerkið frá 1919 hongur, sum millum annað Jens Olivur Lisberg slóðaði fyri á ungum árum. Læs resten