Tá tú herfyri hoyrdi Sverra Trónd og Viggo Olsen í tríati ára gomlu spurnarkappingini Kennir tú land títt, leitaðu tankarnir í myndagoymsluna eftir mynd av Sverra. Kendi Sverra frá ungum árum úr reyðu húsunum í Gundadali, og mannin, sum kálkaði fótbóltsvøllin, sum tá var grúsvøllur. Eisini góð minni um Sverra í kappríðingum úti á Velbastaðvegnum, sum var eitt av hæddarpunktunum hjá okkum ungu á ólavsøku. Men hvør var Sverri? Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Norskur grótbátur á Havnini við gróti til Sandoyartunnilin
Á Vestaru bryggju er ikki nógv virksemi í løtuni, tí eingir næmingar eru í skúla í Saltsøluni, og parkeringsplássið tí mest sum tómt. Heldur eingin bátur landaði í gjár til Landingarmiðstøðina, tá línubátar sleppa ikki av við fiskin fyri rímuligan kostnað. Tó so, har koyrdu átta lastbilar frá norska grótbátinum Nordfjord, sum sýntist áhugavert, tí hví innflyta grót úr Noregi, tá nóg mikið av gróti er í Føroyum. Tosaði við bilførara, og hann segði mær, at grótið kemur úr grótbroti í Noregi og skal brúkast til vegin í Sandaoyartunlinum. Hví grót úr Noregi, og bilførarin svaraði ógvuliga skilagott
– Norska grótið er reinari og betri til vegin og eisini bílagari enn at keypa tað í Føroyum, tí koyringin úr til dømis Hundsarabotni er bæði dýrari og longri at koyra, segði bilførarin. Sum eg skilji, er talan um stórt grótbrot í Noregi, sum selur og flytir grót bæði við bilum og grótbátum kring landið. (Mynd (Vagnur)
Við sluppini m/k Grundick í Vesturgrønlandi í 1947

Grundick fór av Havnini 22. juni í 1947, og tað tók níggju og eitt hálvt døgn at sigla til Grønlands
Myndirnar niðanfyri eru úr myndabók, sum børnini hjá Debes Christiansen eiga. Niels Peter svigarsonur Debes klistraði fyri nú nógvum árum síðani frálíku myndirnar í myndabók, har hann skrivaði myndatekstir til hvørja mynd. Mammubeiggi mín Debes Christiansen var skipari á ferðini í Vesturgrønlandi, og fremst í myndabókini sigur Debes eitt sindur frá um ferðina. Men fyrst til sluppirnar, sum langabbi mín Havnar Jógvan og synirnir Christian og Sámal Christiansen áttu. Læs resten
Úr myndasavninum – Áhugaverdar sigandi myndir úr Gundadali í 1950 og 2020

Frá vinstru Harry S. Johansen og konan Bette nummar tvey frá høgru. Hini bæði eru útlendskir ferðavinir úr Karlskrona í Svøríki.
Gundadalur hevur altíð verið áhugaverdur dalur fyri havnarfólk, ja, kring alt landið. Ikki av tilvild, at teir bygdu fótbóltsvøll í Gundadali, tí har er veðurgott, sjálvt um vindhart er uppi á Nabb og niðan ímóti Sortudíki, tí har lívir ikki á nakrari ætt. Og Ovari vøllur má vera veðurbesti fótbóltsvøllur í Føroyum.
Eldri myndirnar eru frá 1950, tá Harry S. Johansen og konan Bette hava útlendska vitjan úr Karlskrona í Svøríki. Nógv broytt í Gundadali síðani tá. Vegurin, sum í dag eitur Gundadalsvegur, róptu vit ungu bara Oyggjarvegurin allan teinin frá Gundadali niðan í Grótbrotið. Eldri myndirnar eru úr myndabók hjá Harry og teimum. Læs resten
Úr myndasavninum – Seinasti hondbóltslandsdystur úti í 1968

Føroyska landsliðið í 1968: Standandi f.v: Mannbjørn Mortensen, venjari, Niels Nattestad, Kyndil, Jóan Pætur Midjord, Kyndil, Steinbjørn Zachariassen, VÍF, Petur Højgaard, VÍF, Annfinn Rubek Nielsen, Kyndil, Johnny Joensen, VÍF og Ólavur Lambaa ÍSF fomaður. Húkandi f.v: Regin Christansen VÍF, Marnar Gaard, VÍF, Sverri Jacobsen, Kyndil, Egon Rasmussen, StÍF og Kristian á Neystabø, Neistin. (Mynd Bambus)
Í 1964 spældi føroyska manslandsliðið fyrsta landsdystin ímóti Íslandi á nýasfalteraðum vølli. Hetta var í 18. juli 1964. Tá var eg fjúrtan ára gamal og júst byrjaður at venja hondbólt og kann ikki minnast so væl henda dystin uttan tað, at nógv fólk vóru komin í Gundadal og hornorkestur spældi. Landsdysturin varð fyriskipaður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Føroyingar spældu næsta dyst ímóti Íslandi eisini í Gundadali 20. juli 1968. Havi leingi leitað eftir góðu myndunum, sum Bambus, sáli, tók av báðum liðnum. Læs resten
Úr myndasavninum – Økið á Debesartrøð og har um leiðir var okkara spælipláss

Fara vit oman á brúnna í J.C. Svabosgøta síggja við millum annað húsini hjá Evald Arge og teimum, tey hjá Johan og Jansy Mouritsen og serligu húsini hjá Frazer. í høgu hvítu húsunum búðu í niðastu hædd Hans Marius og Lisa Mikkelsen við børnunum Boga, Hákun og Jónu. (Mynd Sandavágs Fornminnisfelag)
Nógvastaðni kring landið hava fólk stóran áhuga í gomlum myndum, sum alt er Føroya søga. Eitt eru Gamlar myndir úr Havn, men tildømis hevur Jan Erik Simonsen seinastu átta árini talgilt 12.000 myndir at lata Sandavágs Bygdasavn í varðveitslu. Sandavágs Fornminnisfelag, har Jan Erik er nevndarlimur, er partur av Sandavágs Bygdasavni. Flestu myndirnar eru úr Sandavági, men hissini myndir eisini úr Havn. Stúrsaði við at síggja myndina omanfyri, sum er tikin seinast í 1950-árunum. Júst soleiðis minnist eg økið við Debesartrøð, sum var okkara spælipláss, og sum er so nógv broytt. Fari at hugleiða eina løtu um myndina, sum eg giti er tikin, har Demmus og Helena Hentze búðu. Læs resten
Úr myndasavninum – Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin fekk kapell í 1951

Áhugaverd mynd frá 1950. Bara gravir niðan ímóti garðinum, og teir stoypa kapellið, sum var liðugt í 1951. Eingi sethús, eingir bilar bert ein bussur niðri við inngongina til kirkjugarðin. Ja, so hestavognur í grúsvegnum niðan brekkuna á Heygsvegnum. Friðsælt.
Fyri okkum smábørn, sum búðu við Landavegin, var økið við Heygsvegin, Sandá og kirkjugarðin áhugavert og spennandi øki. Vit lærdu at svimja í Sandá seinast í 1950-árunum, mammubeiggjarnir Jógvan og Debes Christiansen áttu saltfiska – og turkihús við Heygsvegin, og so lógu abbarnir Christian í Hvannasundi (1874-1944) og Hans Jacob í Dalólastovu (1878-1943) í kirkjugarðinum.
Frá Bette Johansen dóttir Harry S. Johansen (1921-1999) og Jacobinu Elisabeth Johansen (1923-1950) rópt Bette havi eg fingið nakrar áhugaverdar myndir úr myndabók, sum Harry fekk frá tempulriddara, sum vitjaði í Føroyum í 1950. Harry S. Johansen róptur av summum Harry í Sjúkrakassanum var tempulriddari og virkin langt lív í Losjuni. Men aftur til myndina omanfyri. Læs resten
Úr myndasavninum – Fólk vóru í 1956 hart ímóti, at bensinstøð kom í Gundadali
Eg eri komin fram á eitt lesarabræv i Dagblaðnum frá 4. desember í 1956, har ítróttafólk mala frá, at danin Frits Jensen sleppur at byggja fyrstu bensinstøð av sínum slagi í Gundadali. Fólk vísa í lesarabrævinum á, at eingin bensinstøð er teknað í heildarætlanina fyri Gundadal. Býráðið eigur beinanvegin at vísa á annað stað í býnum til nýggju bensinstøðini. Og ítróttafólkini halda fram í lesarabrævinum. Læs resten
Úr myndasavninum – Vit fylgdu altíð væl við, tá skipasmiðjan bygdi træ – og stálskip

Hekkurtrolanin Føstuvarði var latin miðvingum í 1984. Trolararnir bygdur á skipasmiðjuna hava riggað avbera væl. (Mynd Allan Brockie)
Tá vit sum smádreingir otaðu okkum longur og longur av Landavagnum oman ímóti sjóvarmálanum, læt upp nýggj verð. Pápi okkara segði okkum, at tit fara ikki oman til sjóvarmálan, fyrr enn tit duga at svimja. Hetta lærdu vit okkum Sandá og í Sandagerði. Vit kendist við mest sum øll tey hundraðtals andlitini, sum arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni og Tunnuvirkinum. Tórshavnar Skipasmiðja var serlig, tí har bygdu tey skip fyrst træskip síðani stálskip. Læs resten
Viðmerking til 3-2 sending – Róðrarsambandið skal bara taka sær av føroyskum kappróðri
Áhugavert at hoyra Magnus Norðberg úr Klaksvíkar Róðrarfelag og Hallgrím Hansen frá Róðrarsambandinum í 3-2 sendingini mánakvøldið. Sjálvandi eru ymsar orsøkir, at illa gongst at manna eldri bátastøddirnar og serliga 10-mannaførini. Stutta av tí langa er seinnu árini, at tað eru ov fáir rógvarar millum tjúgu og tretivu ár, og kanska er samfelagið so nógv broytt við nógvum arbeiði, bíligum flogferðaseðlum og tilboðum annars til tey ungu, at tey tíma rætt og slætt ikki at brúka tíðina um summarið at sita í kappróðrarbáti. Havi annars hesa viðmerking til 3-2 sendingina. Læs resten



