Útbyggingin av havnarlagnum hevur broytt sandin í Sandagerði

Sjáldsamt at síggja Sandagerð í morgun. (Mynd Vagnur)

Sandurin í Sandagerði fær serliga um veturin ymisk skapilsi alt eftir veður og vindi. Spákaði mær í morgun í Sandagerði, og tá sá eg Sandagerð í heilt nýggjum hami. Tí áin hevur eftir illveðrið um dagar funnið sær veg nær norðara landinum, sum eg ikki havi sæð áður. Man er jú komin í Sandagerð í skjótt sjeyti ár. Og orsøkin er ógvuliga einfald, at so er. Ùtbyggingin av havnarlagnum við Skansaboða er farin at verja fyri havaalduni, sum kemur inn millum Stong og Eystnes, og kemur havaldan ikki inn í Sandagerð á sama hátt, sum áður. Soleiðis broytist náttúran, tí menniskjan ger inntriv í náttúruna.

Í 1980 – árunum var sandurin í Sandagerði minkaður so mikið, at ráðiligt var næstan ikki at drepa grind har. Men so vóru fleiri lastir frá sandbáti sleptar á sjógv í Sandagerði, og tá kundi tú ganga fram við bakkanum út til Sandagerðsneystini, men hesin sandur er nú mest sum burtur. Eitt er sandurin annað er fossurin, sum var stórur í morgun. Dragandi at síggja fossin, har vit sum unglingar spældu og lærdu at svimja uppi í Mylluhylinum og minni hyli longri uppi. Vit svumu eisini á sjónum. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Nógvu motorsúkklurnar vóru býarmyndir

Góð mynd tikin á Vesturuvág óivað í 1960-árunum. Hesar motorsúkklur vóru vanligar at síggja í gøtunum. (Mynd ?)

Tá eg sá omanfyri mynd á Facebook, kom eg at hugsa aftur í tíðina, ja, aftur í 1960-árini, tá nógvu motorsúkklurnar vóru dagligar býarmyndir í gøtunum. Nú eru stóru motorsúkklurnar mest sum bara til “spæl”, har motorfeløg gera ymsar ferðir bæði í Føroyum og uttanlands. Men soleðis var ikki, tá ið eg var smádrongur. Tá var stórur partur av “akfarparkini” motorsúkklur. Fólk fingu sær motorsúkklur og skutarar, so tey komu skjótari til arbeiðis. Til hesi akfør var átjan ára aldursmark og kravt koyrikort. Fyrst í 1950-árunum slapp meiniga fólkið ikki at keypa bil, tí “valuta” mátti ikki fara av landinum. Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur orð um Elsbulenu á Krákusteini og søguliga barnaheimið

Elspulena á Krákusteini (1878-1964) við fýrstaðin. Áhugavert eisini at síggja ljóðaran.

Tá vit vóru børn við Landavegin, var ikki farið nógv yvir í eysturbýin, men jú eldru vit blivu, tess størri gjørdist sjónarringurin. Pápi mín arbeiddi í Smæruni, og tí kom man at kenna nógv fólk har á leiðini og eisini har Elspulena á Krákusteini búði. Hon var doypt Elsebeth Helene Sørensen. Elspulena var ógift, og tú kendi hana, tí hon keypti í Smæruni, og tú vart sum unglingi onkuntíð við vøru í fleiri húsum á Krákusteini.

Lesi í løtuni tær fimm bøkurnar Torvið í Føroyum, sum Petur Jacob Sigvardsen skrivaði. Áhugavert men eisini undrunarvert, at tú kanst skriva fimm bøkur um torv. Men aftur til Elspulenu á Krákusteinon, sum búði einsamøll í barnaheiminum. Tey vóru fýra systkin tríggjar systrar og bróðirin Søren Christiansen. Systirin Andrea var gift til Tvøroyarar og Katrina gift abbabeiggja mínum Sámali Christiansen róptur Sámal í Hvannasundi og so Elspulena.

Elspulena arbeiddi eitt skifti í fiski hjá Karl á Lag, sum hevði turkihús Yviri við Strond. Minnist væl hetta húsið, sum var tikið niður miðskeiðis í 1970 – árunum. Minnist eisini steinsetta fiskaplássið, har bygningurin hjá Eik nú stendur.

Fornminnissavnið helt til uppi á loftinum í gamla bókasavninum, og Elspulene vísti fólkið runt og annars ansaði dýrgripunum, meðan opið var. Tá Elspulena doyr 86 ára gomul í 1964, verða søguligu húsini seld Forngripafelagnum. Tey standa óvirkin í nógv ár, tí Forngripafelagið ikki hevði fíggjarliga orka at halda húsini.

Felagið Skansin Offshore keypir húsini og setir tey í uppruna stand bæði innan og uttan. Havi ikki verið í húsunum, men tey eru snotulig uttan og sigst vera vælumgingin innan, har tey hava varðveitt alt tað gamla í húsunum. Læs resten

Úr myndasavninum – Minnilig ferðamannaskip frá barna- og ungdómsárunum

Myndin vekir nógv minni frá ungdómsárunum. Tjaldur fór úr Føroyum til Kili 20. oktober 1967.

Myndina keypti eg frá Frantsi Restorff, sála, sum var kemigrafur og hevur framleidd nógvar av stóru svørt/hvítu myndunum, vit millum annað síggja í Tórshavnar kommunuskúla. Ferðamannaskipið Tjaldur varð selt til Kili og fór úr Føroyum 20. oktober 1967. Hini skipini eru Ritan, Sigmundur, Rókur, Ternan, Sildberin og Smiril. Myndin vekir nógv ungdómsminni.  Læs resten

Føroyska bókin – Feðgar á ferð er av allar bestu skaldsøgum

Ketil og Kálvur á ferð. Kálvur altíð í hølinum á pápanum.

Ketil og Kálvur á ferð. Kálvur altíð í hølinum á pápanum.

Felagið Varðin gav í 1940 út skaldsøguna Feðgar á ferð skrivað av Heðin Brú, hvørs kristna navn er Hans Jacob Jacobsen føddur í Skálavík í 1901. Bókin snýr seg um føroyska samfelagið, sum broytist frá bóndasamfelegi til fiskuvinnusamfelag. Høvuðspersónarnir eru Ketil og Ketilskonan, sum ikki vilja sleppa gamla bóndasamfelagnum og yngsti sonurin heimføddi Kálvur. Við Kálvi kemur skemtið inn í skaldsøguna, og hetta saman við hugtakandi lýsingini av Ketli, ger rithøvundurin skaldsøguna til eina av bestu og vælumtóktu skaldsøgum okkara. Læs resten

Fyrr og nú 1 – 125 ár eru millum báðar myndirnar á Eystaravág

Áhugavert eisini at síggja, hvussu fólk hava vart seg fyri havalduni, tí tá var eingin brimgarður at verja vágirnar. (Mynd Grafia)

Altíð serligt at spáka á Müllers brúgv og á Tinganesi. Kom at hugsa um mynd í bókini Traðkaðu fólk slóð, sum Finnur Johansen, sáli, so meistarliga lat úr hondum í 2006. Áhugaverd søga, og nøkur av gomlu húsunum standa har enn, hóast 125 ár eru millum báðar myndirnar. Serliga gjørdist er forvitin um málistokkin á plankanum út á vippuna. Plankin má vera gjørdur úr serligum tilfari, tí hann er har enn. Fór at kanna um henda Emil Traber, sum í mong ár mátaði hita í Føroyum bæði í luftini og á sjónum. Hann setti eisini málistokk á plankan at máta flóðina. Læs resten

Listaverkið – Fjalda listaverkið “Móðurmálið” til minnis um V.U. Hammershaimb sæst nú væl

Fyri fáum árum síðani fjaldi trø og runnar listarverkið við Landsbókasavnið. (Mynd Vagnur)

Sum smábørn var økið við gamla landsbókasavnið okkara dagliga spælipláss. Har vóru stór og smá trø, og millum trøini og runnarnar stóð listaverkið “Móðurmálið”, sum vit brúktu sum “klatriborg” uttan at geva okkum far um, hví listaverkið frá 1948 stóð fjalt millum trøini. Fyri fáum árum síðani blivu trøini út ímóti J.C. Svabosgøtu tikin burtur,  og nú kemur listaverkið til minnis um V.U. Hammershaimb veruliga til sín rætt og sæst væl. Listamaðurin Janus Kamban gjørdi listaverkið í 1948.  Læs resten

Havnarmyndugleikar og politikarar fara alt, alt ov lætt um ljóðdálking frá skipum

Havbúgvin og Mýlingur við bryggju á Vesturu bryggju. Tit síggja el-leidningarnar frá skipunum. (Mynd Vagnur)

Áhugavert at fylgja kjakinum um ljóðdálkingina kring landið og serlig á Sundi/Kalbak, í Kollafirði, í Havn, í Ánunum og í Runavík. Heimafriður er felag, sum arbeiðir fyri, at fólk fáa náttarfrið. Øll vita, at fært tú ikki rætta svøvnin í langa tíð, so gert hetta heilsuskaðiligt. Nú kenni eg fólk, sum veruliga pínast av larmandi skipum bæði í Havn og aðrastaðni kring landið. Fyri nú nógvum árum síðani vóru fólk í øði á Argjum og serliga í eysturbýnum, tí russarafloti lá í vikur í Nólsoyarfirði nær Skansaboða og Argjalandi. Russisku skipini høvdu ikki vanligar ljósmotorar, men “generator” festan í høvuðsmotorin, og skipini máttu tí hava høvuðsmotorin gangandi. Hetta er nú søga, men ljóðdálkingin heldur fram. Hevði serliga uppliving á Vestaru bryggju í vikuni í sambandi við ljóðdálking. Læs resten

Úr myndasavninum – Systrarnar Frú Joensen, Frú Mohr og Frú Rein høvdu privatskúla í vesturbýnum

Skúlabørn uttanfyri skúlan hjá Frú Mohr. Løgið at hugsa sær, at hesir næmingar havi gingið í grannalagnum hjá okkum fyri mína tíð.

Tá vit vóru smábørn við Landavegin fyrst í 1950-árunum, sóu vit leivdirnar frá seinna heimsbardaga. Nakrar barakkir stóðu har, og SEV hevði goymslu av longum og stórum el-steyrum liggjandi á betonggrundum, har barkkir einaferð høvdu staðið. Landsbókasavnið og neystið, sum millum annað var fornminnissavn. Men í okkara barnahugaheimi vóru eisini onnur søgulig hús sum tildømis privatskúlin hjá lærarinnunum Frú Rein og Frú Mohr og stóru húsini hjá postmeitaranum Danielsen, sum vit róptu húsini. Skúlarnir hjá Frú Rein og Frú Mohr eru áhugaverdir, tí millum annað hevði mamma okkara gingið í skúla har. Men hvørjar vóru hesar tríggjar systrarnar, sum høvdu áræði at byrja privatskúla. Læs resten

Listaverkið – Hví stendur “kvinnan vaskar fisk” júst har

“Konan vaskar fisk” er vakurt listaverk. (Mynd Vagnur)

22. juli 2010 var vakurt listaverk avdúkað við Skeiva pakkhús í Havn. Listamaðurin italiumaðurin Zianfranco Nonni, sum býr í Vági, hevur evnað listaverkið, og er hann komin ógvuliga væl frá avrikinum. Men hvørja ferð eg komi fram við listaverkinum, hugsi eg. –Hví stendur kvinnan júst har, tí mær vitandi hevur eingin kvinna vaskað fisk á slíkan hátt júst har á leiðini, men aðrastaðni í fjøruni ella rættari sagt í Havn.

Á mínum ungu døgum gingu vit mest sum hvønn dag niðri við sjóvarmálan, og alt økið við Skipasmiðjuna, Müllers pakkhús, Skeiva pakkhús og Valdemari Lützen var okkara spælipláss. Hetta var seinast í 50-árunum og í 60-árunum. Hesa tíðina vaskaðu kvinnur fisk á Bacalao, í turkihúsinum Yvir við Strond og í turkihúsinum við Heygsvegin. Læs resten