
Vit síggja tunnilsmunnan vinstru megin í myndini. Tunnulin fer fyrst suðureftir, áðrenn hann fer um fjørðin. (Mynd Vagnur)
Sunnumorginin spákuðu vit av Kirkjabøarvegnum oman ferguleguna á Gomlurætt. Teistin var júst komin inn um grótkastið, og løtu seinni komu tjúgu bilar ímóti okkum ávegis til Havnar. Nógvur vindur av landssynningi og vakurt at síggja, hvussu væl Teistin skikkaði sær í aldunum og nógva vindinum í Hestfirði. Tankarnir reikaðu hesa løtuna, meðan vit komu longur oman ímóti ferguleguna. Vit eru nú so mikið gomul, at vit minnast stóra frambrotið, tá Gamlarætt var tikin í nýtslu 27. februar 1992, eftir at fólk úr Sandoynni og Hesti máttu við ”postbátinum” um Kirkjabønes. Sunnumorgunin var mangt áhugavert at sjá á Gomlurætt. Læs resten








