
Rabarbugarðurin hjá ommu og abba fyri umleið 60 árum síðani. Frá vinstru Solvej við dóttrini Birgit. Solvej var systir Herborg konu Jógvan mammubeiggja mín.Síðan uttan iva ein arbeiðskona hjá ommu, sum vit halda eitur Irdi, og so eg sjálvur.
Í ár eru sjeyti og fýra ár liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði. Eg eri føddur í 1949 fýra ára eftir, at ensku hermenninir fóru úr Føroyum. Pápi okkara segði okkum mangan frá árunum, tá ensku hermenninir vóru í Havn, og hetta havi eg skrivað um áður. Fyri kortum fylti Ellisheimið í Havn áttati ár, og eg var sum avvarðandi í hesum sambandi biðin at siga eitt sindur um Ellisheimið. Eg nevndi millum annað um grannarnar hjá Ellisheiminum, sum eg minnist sum smádrongur. Segði frá barakkunum, sum stóðu við Ellisheimið, og um dagarnar sá eg myndina omanfyri í myndabók hjá systkinabarni mínum. Áhugaverda myndin vakti beinanvegin góð barnaminni. Læs resten








