
Dreingjaróðurin er altíð serligur og torførur at gita um. Nærmast Tjaldið, síðani Karin, Drekin, Heykur, Firvaldur, Royndin Fríða og Sílið. Um fjúrtan dagar fáa kanska aftur nýggjan vinnara. (Mynd Hvannrók)
Havi skrivað um kappróðurin síðani 1980-árini og má bara staðfesta, at vit eru ikki komin víðari, hvat startinum viðvíkur. Sjálvandi kunnu vit einki gera við veður og vind, men vit stríðast framvegis við hanaføtur eins og vit gjørdu fyri tríati árum síðani. Vit hava ongantíð funnið røttu útgerðina og mannagongdina, so vit leggja føroyskan kappróður í betri karmar. Vit mistu tíma í Hvalvík og vit mistu fjøruti minuttir í Klaksvík. Ùr Hvalvík var sagt, at orsøkin var barnaróðurin, men hetta er bara partur av sannleikanum. Róðrarleiðari sigur mær í morgun, at fyrireikingin enn einaferð haltaði. Haldi at tað er ørkymlandi at geva veðri, vindi og barnaróðrinum skuldina, um tað er fyrireikingin, sum svíkur aftur og aftur.
Tá tað er sagt, og tími var farin, so gekk bara væl at avgreiða teir seinnu sjey róðrarnar, sjálvt um tað haltaði við boyunum inn á málinum, so rógvarar róðu alt ov nógv tøk, eftir at skotið var fallið. Sigi alt hetta, tí eg taka so hjartaliga synd í rógvarum, sum liggja á vágni út við tíma til tess at sleppa at rógva. Ítróttaliga virði er alt ov vánaligt. Vit onnur kunnu heima fara frá skíggjanum, kanska spæla á guitara eina løtu, leggja eina kabál ella loysa onkra krossorðagátu meðan vit bíða. Rógvarin og tess kroppur hevur í dagar fyrireikað seg til ávíst kllokkuslett at rógva. Og ikki at gloyma áskoðaran á bryggjuni og róðraráhugaðum kring landið. Gerist ørkymlaður og keddur so ofta at uppliva slíkt. Læs resten →