
Bárður Skorheim Guttesen hjálpir norskum ferðalagi at rógva í føroyskum kappróðrarbáti. (Mynd Vagnur)
Seinasta leygardagin á middegi leitaði eg mær oman á Müllers brúgv til tess at fáa mynd av formanninum í Róðrarfelagnum Knørri, sum eg ikki kendi. Hetta skuldi gerast serlig uppliving, tí við bryggjukantin stóð stórt norskt ferðalag, sum øll vildu uppliva at rógva føroyskan kappróðrarbáti. Norðmaður við rópara skipaðu fyri, hvør skuldi í hvønn bátin, og við bryggjukantin lógu fleiri bláir bátar. Men hvør er hesin ungi rógvarin, sum rør við Orminum og gjørdist formaður í felagnum. Og hann sigur:
– Kanska var tað av tilvild, at eg kom at rógva kapp, tí eg hava hvørki róð barna – ella dreingjaróður. Hevði spælt fótbólt og hondbólt, tá eg í 2015 fekk møguleikan at rógva við Orminum. Dámdi beinanvegin væl hesa ítróttagrein, sum var heilt øðrvísi, enn eg upplivdi í bóltspølunum.
– Tey vantaðu fólk at koma í nevndina, og tá eg hevði yvirskot, bjóðaði eg meg fram, sum endaði við, at eg gjørdist formaður í 2016. Tó at siga, at tíðarskeið var eg í Danmark, tá Sámal Kristiansson tók yvir formanspostin, sigur Bárður.
Sá á Facebook, at Róðrarfelagið Knørrur lýsti eftir rógvarum við serligari lýsing, men hvussu gongst at manna bátarnar. Seinnu árini hava nógvar manningar róð í felagnum, og í fjør vann 10-mannafarið Ormurin meistaraheitið og tað sama 5-mannfarið Tambar við gentum? (Niðast í greinini eru eisini tíðindi at hoyra úr Vestmanna) Læs resten








