Tórshavnar kommuna eigur at finna annað pláss til Tjóðpall – nakrar grundgevingar

Tórshavnar kommuna eigur at finna annað pláss til nýggjan Tjóðpall. Økið á Skálatrøð er upptikið. (Mynd Vagnur)

Kjakið um at byggja Tjóðpall á Skálatrøð hevur skapt øði í fleiri túsund fólk í Havn og aðrastaðni í Føroyum, sum øll halda, at Tjóðpallur kann byggjast aðrastaðni í býnum heldur enn at kroysta stóran bygning niður í upptikið øki á Skálatrøð. Nakrar grundgevingar hví Tórshavnar kommuna er á skeivari leið Læs resten

Havnin fekk fyrsta svimjihylin í 1930

Minnist væl leivdirnar av svimjihylinum í Gundadali. Tá var hesin hylur stórt svimjiframbort í Havn. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)

Sum uppískoytið til greinina um svimjukonurnar kann upplýsast, at Havnini fekk fyrsta skipaða svimjihylin í Gundadali í 1930. Fyri 1930 lærdu fólk seg at svimja í áum, á sjónum ella í Sandagerði. Sjálvur lærdi eg at svimja í Sandá við Spinnaríið. Ì bókini Havnin – fólk og yrki er at lesa, at Óli Jacob Hansen, Niels Arge og Jacob Hansen laðaðu byrgingina til nýggja hylin fyri  3.185 krónur. Í 1931 vórðu skiftirúmini og trappan niður í hylin gjørd. Hylurin var úr tveimum og upp í seks metrar djúpur. Hylurin var á leið har, sum tennisvallirnir nú eru við ovara fótbóltsvøll. Læs resten

Nakrir hugleiðingar um at skjóta hondbóltsmálverja í høvdið

Danski landsliðsmálverjin Sandra Toft fekk á sinni álvarsligan heilaskjálvta og spældi ikki í fleiri vikur. Hon spældi eitt skifti við verju á høvdinum, men kanningar vísa, at hesar verjur eru følsk trygd, tí tær taka ov lítið av stoytinum frá bóltinum. .

Vit sum fylgja við altjóða hondbólti hava mangan sæð málverjar vera skotnir í høvdið. Fleiri spælarar fáa heilaskjálvta av stoytinum og eru burtur frá hondbólti í vikur. Hetta er afturvendandi kjak, og nógvar kanningar eru gjørdar uttanlands bæði av bóltferðini og skaðunum, málverjarnir fáa. Læs resten

Nøkur orð um Mariu Mikkelsen abbasystur mína

Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.

Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.

Eg havi mangan hoyrt, at abbasystir mín Maria Mikkelsen var serlig kvinna, og sum eg bara ørminnist, tí hon andaðist í 1956. Serlig, tí hon var bersøgin í talu, roykti stóra sigar, og var vakt av tjóðskaparandanum á ungum árum.

Maria var bæði yrkjari og týðari, men kend gjørdist hon sum kvinna í Keypmannahavnartíð síni, tá hon lívgaði um alt, sum føroyskt var.

Eg havi funnið fram nakað av tilfari, sum er skrivað um Mariu Rebekku Mikkelsen fødd í Havn 1877 og andaðist í februar mánað 1956. Sagt verður um Mariu, at hon var vinsæl, blíð, hjálpsom og góð at hitta.

Maria Rebekka Mikkelsen 1877 – 1956

Maria í Dalólastovu, sum er fødd í Havn, var vanliga nevnd soleiðis, og hennara vinfólk og kunningar kendu hana best undir hesum navninum. Barnaárini og skúlaárini livdi hon mitt í teirri gomlu Havnini, sum hon elskaði, og á ellisárunum búsettist hon aftur í Dalólastovu. Havnarfólk var hon alt sítt lív so hjartaliga.

Maria gjørdist hugtikin av Føroyingafelag og tí rørsluni, sum spratt av hesum felagsskapi. Meðan hon gekk í skúla, las hon t.d. Sálomos hásong á móðurmálinum, og tað setti djúp spor í hennara sál og sinn. Læs resten

Meistaraheitið og minnini við Drekanum í 1993 eru goymd djúpt í sálardýpinum 

Drekin vinnur meistaraheitið á ólavsøku 1993. Standandi f.v: Óli Svein Lutherusson, Andras Andreasen, Arvid Engskær og Petur Nolsøe Reinert. Húkandi f.v. Magnus Bjarnason, Hallur Petersen og Jan Erik Fjallstein.

Leygarmorgunin hitti eg sjey fyrrverandi rógvarar, sum vóru ávegis til Nóloyar at minnast aftur á róðrarárið 1993, tá teir vunnið meistaraheitið við 5-mannafarinum Drekanum. Hetta var serlig hending, tí talan var um vrakað Sílið, sum var hongt upp í tróðrið í gamla neystinum og hevði hingið har í sekstan ár. Báturin róptur Gamla Sílið hevði sum so ongan góðan, tá trettan ára gamlir unglingarnir flotaðu bátin á sumri 1992. Fekk leygarmorgunin áhugavert prát við Óla Svein Lutherusson, sum var ein av rógvarunum í 1993. Og hann sigur soleiðis. Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur orð um súkkluverkstaðin hjá Bjarna Andresen

Andre og Bjarni búðu báðir í grannalagnum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Ein dagin steðgi eg á eitt bil í Grím Kambansgøtu, har Gunnar Dahl Olsen hevur súkkluverkstað. Bygningurin er einki broyttur, síðani eg sum smádrongur fyrstu ferð kom oman í Grím Kambandsgøtu, har Bjarni Andresen seldi prutl og súkklur og hevði nossligt verkstað, har vit mangan stukku inn á gólvið. Læs resten

Úr myndasavninum – Fólk í Havn grótu, tá trolarin Jóannes Patursson endaði í Klaksvík

Myndin frá 1949 av Jóannesi Paturssyni “Bóndanum” hongur á bróstinum í kamari á Tjarnargarði. (Mynd: Vagn Erik)

91 ára gamli pápabeiggin Vagn Erik Michelsen hevur búð á Tjarnargarði í ellivu ár. Á bróstinum í kamarinum hongur mynd av trolara, sum pápabeiggin ikki kann greiða frá, tí hann er dementur. Eg veit, at hann sum ungur var telegrafistur við trolaranum Jóannesi Paturssyni ein túr í Grønlandi. Nú ein dagin tók eg myndina av bróstinum og hugdi á baksíðuna, og har stendur skrivað: S/T Jóannes Patursson á heimferð úr Grønlandi í oktober mánað 1949. Tað vil siga fyri sjeyti árum síðani, og tá var Vagn Erik 22 ára gamal. Tú gjørdist forvitin og fór at kanna alt hetta nærri. Læs resten

Nýggja neystið hjá Vágs Kappróðrarfelag liðug á jóansøku næsta ár

Tað skal brótast niður og byggjast upp. Úr neystinum er gott útsýnið út á fjørðin. (Mynd Vágs kappróðrarfelag)

Tá apríl mánaði nærkast, fært tú altíð serliga róðrarkenslu í kroppin. Áhugavert og spennandi at fylgja við á síðulinjuni, hvussu gongst at manna bátarnar kring landið. Eitt eru stóru róðrarfeløgini í Suðurstreymoy Róðrarfelagið Knørrur, Havnar Róðrarfelagið og Argja Róðrarfelag, men annað er, hvussu gongst at manna bátar aðrastaðni í Føroyum. Hetta hevur altíð havt mín stóra áhuga, tí kappróður hevur djúpar røtur nógvastaðni kring landið, men tað haltar mangan at fáa mannað bátarnar. Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur orð um Hornahúsini, Hornabóndan og Flatnahaga

Hornahúsini er uttan iva frá einaferð í 1800-talinum, og myndin er frá seinast í 1960-árunum. Grundarsteinurin til sjúkrahúsið, sum ikki er liðugt á myndini, var lagdur í 1962.

Vit ungu við Landavegin seinast í 1950-árunum og fyrst í 1960-árunum reikaðu víða, og leiðin gekk mangan oman í Hornabø, Vestaru bryggju, Skipasmiðjuna og Rættará. Vit kendu flestu arbeiðsfólkini, sum arbeiddu har á leiðini. Hornahúsini vóru spennandi hús, tí har hevði bóndin Axel Hansen róptur Hornabóndin neyt, og har var eisini spennandi stórur tarvur, sum vit ungu ræddust eitt sindur. Tað var ikki sørt spennandi og dult við Hornahúsunum, tí har var myrkt inni, og Hornabóndin var serligur. Minnist, at hann meira enn einaferð plagda at siga mær: – Pápi tín og eg vóru konfirmaðir saman, men eg gav mær ikki far um hetta tá, men nú havi eg kannað hetta eitt sindur nærri. Læs resten

Úr myndasavninum – Nakrar hugleiðingar um Krókabrekku

Eldri mynd av Krókabrekku. Kom at kenna nógv fólk í Krókabrekku.(Mynd: Havnin – fólk og yrki)

Tá pápi mín sum fjúrtan ára gamal fór úr skúlanum, kom hann í nøkur ár at arbeiða í fyritøku hjá Evensen, sum helt til á Reyni nærri Müllersbrúgv. Hans Jacob Jacobsen læt í 1932 upp matvøru – og slaktarahandilin Smæruna á horninum M.A.Wintersgøt/J.H. Schrøtersgøa, har Sjónvarpið einaferð helt til. Í 1933 fekk pápi mín sum tjúgu ára gamal tilboð frá Hans Jacob um at koma í Smæruna at arbeiða, og hann skuldi fáa 50 krónur meira um mánaðin. Pápa tók av og fekk 250 krónur um mánaðin.

Smærarn fylti nógv í okkara heimi við Landavegin, og tú komst at kenna nógv fólk á Abbatrøð og har um leiðir. Leiðin heim í Smæruna gekk antin gjøgnum Kilakanalina ella Krókabrekku. Kom herfyri at hugsa um, hví bratta brekkan eitur Krókabrekka? Læs resten