
Neistakvinnur 1943 við fyrsta FM-steypinum. Kvinnurnar á myndini eru Hermanda Jacobsen, Helena Dal Christiansen, Helga Magnussen, Súsanna Poulsen, Jacobina Jacobsen, Elsa Hansen (Horn) og Elisabeth Johansen.
Hondbóltsfelagið var stovnað 21. mars 1931, men ikki fyrr enn á sumri 1943 var skipað fyrstu landskapping. Hetta var undir krígnum, og hesi árini blómaði hondbólturin kring landið. 21. mars komandi fyllir Neistin 88 ár. Løgið at hugsa sær, at undir krígnum vóru eins nógv lið í bestu kvinnudeildini og í 2015. Kvinnuliðini, sum kappaðust um fyrsta meistaraheitið í 1943 vóru hesi: Neistin, Tórshavn, Aldan Vestmanna, Ternan, Miðvági, Stjørnan, Klaksvík, Vípan Sandi,TB Tvøroyri og VB Vági. Læs resten








