Úr myndasavninum – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum

Nógvir bilar í Gundadali seinast í 1960 – árunum, men bilatalið í Føroyum var bara 3270 bilar í 1970, og nú eru um 30.000 bilar.

Myndin úr Gundadali sigur okkum so nógv, sum vóru ung í 1960 – árunum. Tú kanst skriva nógvar síður um alt tað, tú sært á myndini. Fyrst leita tankarnir til svørtu jarn barakkina, sum bretar settu upp undir krígnum. Í barakkini var í 60- árunum skipað fyri dansi, men ikki var tespuligt mangan at vera har, tí sveittin rann niður eftir jarnveggunum í barakkini, og tá var útlufting og blámusoppur ikki uppfunnin. Í 1963 keypti B36 barakkina til vinstru í myndini úr Mjørkadali, og har skipaði felagið millum annað fyri dansi og leigaðu eisini húsið út til veitslur og annað. Vit síggja uppi á Nabb, at tey er farin at byggja høllina á Hálsi.

Hondbóltur var tá uttanduraspæl, og vit síggja Neista – og Kyndilshúsið, og tá var bara ein farleið niðan í Hoydalar, tí R.C. Effersøesgøta var ikki til tá. Vit síggja skíðbreytina vinstrumegin Neistahúsið, sum gekk frá høvdini og oman í HB húsið fram við ánni. Undan høgrumegin kemur bensinstøðin, sum Frits Jensen læt byggja í 1959, og har eru eisini sethúsini hjá Daniellu Olsen, sum vóru tikin niður,  eftir at Daniella var farin. So eru tað øll bilsniðuni, sum eg kenni øll. Fekk fyrst eyguni á Mersedes bussin, sum eg mangan minnist ilt á. Bussurin koyrdi okkum mangan til Vestmannar, men motorin var alt ov lítil at koyra í fjøllunum. Minnist einaferð spælara rópa til bilstjóran. – Vælsignaður skift gear, tí tað larmar so illa er afturi. Bussurin vann næstan ikki úr Gundadali og niðan á oyggj. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *