Tá vit vóru smábørn við Landavegin í 50-árunum, høvdu vit ikki sentralhita. Í køkinum var komfýrur, men vit fingu skjótt lítlan bakarovn við tveimum kókiplátum. Í minni stovuni stóð oljuovnur, sum brúkti petroleum, og tí var kalt á kømrunum og stóru stovuni. Minnist, at tá frost var úti, var frost eisini innan á vindeyganum í kamarinum, har vit kundu skriva á frostlagið.
Húsini, har eg nú búgvi, eru frá 1952, og í køkinum stendur vakur komfýrur, sum riggar væl, og sum vit brúka av og á. Fór til stuttleika at kanna søguna um komfýrin.
Vit minnast øll, tá vakrir stórir og mangan høgir ovnar úr stoypijarni stóðu í mongum stovum, og tá eg hyggi at merkinum á okkara gamla komfýri, gongur leiðin til stoypijarnvirki í Svendborg, sum ikki er til longur. Á komfýrinum stendur L.Lange & Co Svendborg. Fór at kaga at hesum virki, og hetta gjørdist áhugavert.

Hetta eru sonn listarverk, og vit síggja eisini á bróstinum menn arbeiða á stoypivirkinum hjá L. Lange & Co í Svenborg
í 1850 var fyritøkan L.Lang & Co stovnað, og fyrstu árini helt stoypivirkið til í Jútlandi, men síðani flutti tey til Svendborg. Serliga við virkinum var, at tey løgdu stóran dent á at prýða ovnarnar, tí vóru ”arkitektar, designarar og kunstnarar” knýttir at fyritøkuni, og hetta sæst eisnii á ovnunum og komfýrunum.
Men alt hevur sína tíð her á fold, ogí serliga í 1960 – árunum minkaði framleiðslan av komfýrum og ovnum úr stoypijarni, tí fólk fingu sær sentralhita og el-komfýrar. Framleiðslan hjá gomlu fyritøkuni minkaði so mikið nógv í 1970 – árunum, at fyritøkan snaraði lykilin í 1984. Tá høvdu fýra ættarlið leitt einaferð stóra stoypivirkið. Tey gjørdu seinni savn við gomlum ovnum, men hetta savnið læt aftur í 2005.
Lesi í løtuni tær fimm bøkurnar hjá Peturi Jacob Sigvardsen um torv í Føroyum, sum er áhugaverdar lesnaður, tí hetta sigur okkum um stævna arbeiðið hjá føroyingum at fáa til vega ársbrenni av torvi. Í summum bygdum og oyggjum var lítil av mógvi og harvið torv at skera, tí máttu fólk fara í aðrar bygdir at skera torv. Vit hava eisini lisið um vandamiklan torvflutning í opnum bátum millum oyggjarnar.
Vit keypa av og á kol úr Hvalba, men hava eisini roynt at brent hetlendskt torv, men tá luktar illa í grannalagnum. Ikki visti eg av fyrr enn nú, at talan er um so nógv sløg av torvi, sum tey brendu á sinni í Føroyum. Sumt torv brendi væl og leingi, men annað torv sum tildømis soppatorv, vóru fólk ikki fegin um. Talan er um fleiri sløg av mógvi og torvi: Bláramógvur, kolamógvur, bláramóstægingur, kampatorv, flusmógvur, skúgvungar, garðatorv, myldingur, heyggjamógvur og tinnutorv bara at nevna nøkur nøvn úr rúgvuni.
Nógvir eldri komfýrar standa uttan iva kring landið, og spennandi at frætta, um júst eins og okkara ”model” finst í landinum. Annars baka vit ikki í komfýrinum, og so er rúm, har tú kanst hita upp vatn, men rúmið verður ikki brúkt longur. Kann nevna at enda, at eg havi sum smádrongur uppliva at vera í torvi á Eiði, og eg síggi fyri mær krubburnar í kjallarnum, har torvi var stáplað. (Vagnur)
