
Havnarlagið gerst fjall av hundrað tals bingjum. Eg vónaði, at vit fingu nýggjan 1000 metrar róðrartein, men so er ikki.
Tá eg sá tekningina av nýggja havnarlagnum í Havn, leitaði eg fyrst á tekningini, um tey “kønu” hava hugsað um kappróðurin. Vit, sum eldru eru, minnast, tá róð varð inn í Vágsbotn. Men longdir molar gjørdu, at kappróðurin fyrst í 1970-árunum misti 2000 metrar teinin og noyddist at taka til takkar við 901,25 metrar teini frá Argjahøvda og fram við Molanum. Læs resten








