Ódnartøkini eru sólskinssøgur í føroyskum kappróðri

Her eru vit til ódnartøk í Vestmanna. (Mynd F

Her eru vit til ódnartøk í Vestmanna. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

Endamálini hjá Teiti Samuelsen og Fróða Magnussen var frá byrjan at fáa longt róðrarárið, tí teir sjey FM-róðrarnir fara bara fram  tveir mánaðir í árinum. Roynd var fyrst gjørd við snarróðri í Havn, har róð varð 470 metrar, men trupulleikin eru farma- og ferðamannaskipini, sum liggja á Molanum. Síðani varð roynd gjørd við ódnartøkum, har teinurin er umleiða 140 metrar, og manningar rógva teinin tríggjar ferðir. Rógvarar dáma væl ódnartøkini, og tað sigur nógv um undirtøkuna, at heili níggja 6-mannafør við monnum róðu í Miðvági, og at út við tredivu manningur róðu henda dagin. Leygardagin eru ódnartøkini í Runavík. Teitur Samuelsen er væl nøgdur við undirtøkuna og sigur: Læs resten

Kumpass skal sjálvandi vera umborð á kappróðrarbáti

Sjálvandi skal kumpass vera umborð á kappróðrarbáti.

Sjálvandi skal kumpass vera umborð á kappróðrarbáti.

Eg stúrsaði við um vikuskiftið, tá eg sá forsíðuyvirskift í Dimmalætting. Har stóð: Løgnar lógir: Hví skal kakppróðrarbátur hava kumpass? Á síðu 38 í blaðnum er rúgvismikil grein at lesa, har Ben Arabo ynskir sær færri hillametrar av lógum og reglum í 2015. Hann sigur, at føroyska samfelagið druknar í óneyðugum lógum og reglum frá føroyskum myndugleikum og EU. Nógv eru dømini í greinini, men ikki skilji eg, at blaðmaðurin byrjar við kumpassini umborð á kappróðrarbáti sum fyrsta dømi. Læs resten

Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um fjall mugu fyrst gerast

Hvat líkist hetta? Hvalbiartunnilin má gerast beinanvegin. (Mynd KVF)

Hvat líkist hetta? Hvalbiartunnilin má gerast beinanvegin. Er loyvt, at slíkt fer fram. Hvat sigur ferðslunevndin? (Mynd KVF)

Nú sita fólk og samráðast um nýggja samgongu. Eg havi eitt inniligt ynski, og tað er, at nýggja samgongan syrgir fyri, at Hvalbiartunnilin frá 1963 og tunlarnir Norður um fjall í Norðoyggjum frá 1967  verða gjørdir beinanvegin. Í Hvalba er stórt virksemi við nógvum trolarum og flakavirki. Heilt ringar umstøður hevur vinnan í Hvalba, tí tunnilin er ótíðarhóskandi og vandamikil. Tað sama er í Norðoyggjum, har vit dag og dagliga hoyra um ferðslutøppar, tí bussar og stórir lastbilar tarna ferðsluni. Læs resten

Tvey donsk vaktarskip vóru í Føroyum valnáttina

Knud Rasmussen P570 og Triton F358 við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Knud Rasmussen P570 og Triton F358 við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Vanligt er bara eitt danskt vaktarskip við Føroyar, men dagin eftir løgtingsvalið lá bæði Triton F358 og Knud Rasmussen P570 á Havnini. Knud Rasmussen heldur til í Grønlandi, men áhugavert kundi verið á fingið at vitað, um tilvildarligt var, at tvey donsk vaktarskip lógu við bryggju í høvuðsstaðnum valnáttina. Tú kanst kanska ímynda tær, at danir vilja vísa føroyingum, at velja tit Sambandsflokkin, so eru tit altíð í tryggum hondum. Men veruleikin er uttan iva ein annar. Tá talan er um fullveldi og yvirtøkur, so hava danir sagt, at vilja føroyingar yvirtaka fleiri málsøki, so er í lagi, bara tit gjalda sjálvi. Meira statsstuðul fáa tit ikki úr Danmark. Gott tað sama, tí sjálvandi skulu vit altíð royna sjálvi at fíggja raksturin av landinum. Eg sá í blaði, at statsstuðulin úr Danmark er nú sættapartur av føroysku fíggjarlógini. (Vagnur)

Kann Nýtt Sjálvstýri halda stóra vallyftið til næmingarnar í Hoydølum? Neyvan

jkkj

Kemur Nýtt Sjálvstýri í samgongu, er nógv at liva upp til. Næmingarnir í Hoydølum fylgja við. (Mynd Vagnur)

Omanfyri plakátin stóð við Eystara ringveg uttan iva ætlað næmingum, sum koma frá skúla úr Hoydølum. 100 milliónir er nógvur peningur, og henda upphædd munar veruliga hjá Fróðskaparsetri Føroya. Nýtt Sjálvstýri boðar næmingunum í Hoydølum og øðrum frá, at velja tit flokkin, skulu vit syrgja fyri, um vit koma í samgongu, at Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða tykkum fleiri útbúgvingar, so tit sleppa frá at fara uttanlands í lestrarørindum. Men kann Nýtt Sjálvstýri halda hetta serliga vallyfti og geva Fróskaparsetrinum 100 milliónir. Neyvan. Læs resten

Sonja Jógvansdóttir, Henrik Old og Bjørn Kalsø áttu tær mest skapandi plakáturnar

Eingin mynd av Henrik Old, men boðskapurin er púra greiður. Og fólk

Eingin mynd av Henrik Old, men boðskapurin er púra greiður. Og fólk

Nú er løgtingsvalið av, og eg eri væl nøgdur við valið. Fólkið vil hava broytingar, og tí vóna vit, at vinnandi flokkarnir finna saman. Havi stóran áhuga, hvussu lýsingar eru snikkarar til, tí tað eru bara tey allar fækstu, sum duga at skapa góðar einfaldar lýsingar. Góð tekning ella mynd við serliga stuttum boðskapi. Minnist sum ungur, tá vit fóru heim á Vaglið at hyggja at valplakátum. Nógvar áhugaverdar og stuttligar plakátir, har góð listarfólk høvdu fingar við í spælinum. Eg havi valt tríggjar plakátir, sum eg haldi, vóru tær mest skapandi og sigandi í valstríðnum. Læs resten

Hildur hevur rósandi orð um føroyskan kvinnuhondbólt. Men tykkum vantar langskjúttar

Hildur Bjørnsdóttir eru Fylki er væl nøgd við venjingarleguna í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Hildur Bjørnsdóttir úr Fylkir er væl nøgd við venjingarleguna í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Íslendska kvinnuliðið Fylkir úr Reykjavík er um vikuskiftið á venjingarlegu í Føroyum. Liðið vitjar Kyndil, sum skipar fyri kapping millum Fylkir, VÍF, Neistan og Kyndil. Fylkir endaði seinasta kappingarár miðskeiðis í íslendsku kappingini. Ørindini míni í høllini á Hálsi sunnudagin á middegi var at spyrja Hildur Bjørnsdóttir liðskipara hjá Fylkir, hvat hon heldur um føroyskan kvinnuhondbólt, og hvussu støðan er hjá kvinnuhondbóltinum í Íslandi. Læs resten

Nakrar hugleiðingar nakrar dagar fyri løgtingsvalið

Teir eru um at fáa samband við Argir. (Mynd Vagnur)

Brúgvin er um at fáa samband við Argir. (Mynd Vagnur)

Í gjárkvøldið setti eg meg í bilin og fór í býin at royna mítt nýggja myndatól. Myndatólini eru nú vorðin so teknisk, at “eldri” maður sum eg havi torført at lesa í bókini allar møguleikar, slíkt myndatól kann. Gott mann hevur børnini og abbabørnini at hjálpa sær við tí tekniska. Koyrdi fyrst út í Sandá at hyggja, hvussu gongst at fáa brúnna lidna. Brúgvin, sum skuldi vera liðug á ólavsøku í ár. Fólk grenja ikki, tí rundkoyringarnar eru lidnar, og fólk síggja, hvussu menn stríðast at fáa brúnna lidna kanska til jóla. Vit bíða í tolin eftir brúnni, sum fer at broyta alla ferðslu út á Argir. Læs resten

Altíð áhugavert og spennandi at hyggja at “gomlum” valtølum

Spannandi, hvørji 33 fólkini verða, sum mannað nýggja løgtingið.

Spennandi, hvørji 33 fólkini eru, sum komandi manna nýggja løgtingið.

Á løgtingsvalinum  29. oktober í 2011 vóru 30713 fólk á vali. Ùrslitið var hetta: Fólkaflokkurin 6883 atkvøður og 22,6 % av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 7546 atkvøður og 24,6 %, Javnaðarflokkurin 5428 atkvøður og 17,7 %, Tjóðveldi 5589 atkvøður og 18,2 %, Framsókn 1933 atkvøður og 6,3 og Miðflokkurin 1883 atkvøður og 6,1 % av samlaðu atkvøðunum.  Læs resten

Atkvøðubýtið lítið og einki broytt í hálvthundrað ár

Sum ungur hevði eg virðing fyri politisku skipanini. Men nú haltar.

Sum ungur hevði eg stóra virðing fyri politisku skipanini. Við aldrinum er virðingin minkað.

Um eina viku er løgtingsval, og fólk eru spent, um vit fáa stjórnarskifti. Eg liggi inni við nøkrum valtølum seinastu hálvthundrað árini, og so løgið tað ljóðar, broytir atkvøðutalið hjá stóru flokkunum ikki nakað serligt. Vit hava so nógvar føddar atkvøður, og tørført er at flyta føroyingin ella rættari sagt, er føroyingurin ógvuliga vanabundin. Havi funnið fram nøkur tøl frá løgtingsvalinum í 1962. Og %-býtið av atkvøðum millum stóru flokkarnar er ikki nógv broytt. Eitt lítið rák er ein veg í eina tíð, so skiftir rákið bara eitt sindur. Soleiðis gerst eisini á løgtingsvalinum um eina viku. Læs resten