Ódnartøkini eru sólskinssøgur í føroyskum kappróðri

Her eru vit til ódnartøk í Vestmanna. (Mynd F
Her eru vit til ódnartøk í Vestmanna. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

Endamálini hjá Teiti Samuelsen og Fróða Magnussen var frá byrjan at fáa longt róðrarárið, tí teir sjey FM-róðrarnir fara bara fram  tveir mánaðir í árinum. Roynd var fyrst gjørd við snarróðri í Havn, har róð varð 470 metrar, men trupulleikin eru farma- og ferðamannaskipini, sum liggja á Molanum. Síðani varð roynd gjørd við ódnartøkum, har teinurin er umleiða 140 metrar, og manningar rógva teinin tríggjar ferðir. Rógvarar dáma væl ódnartøkini, og tað sigur nógv um undirtøkuna, at heili níggja 6-mannafør við monnum róðu í Miðvági, og at út við tredivu manningur róðu henda dagin. Leygardagin eru ódnartøkini í Runavík. Teitur Samuelsen er væl nøgdur við undirtøkuna og sigur:

Vit er sera væl nøgd við undirtøkuna, sigur Teitur. (Mynd Vagnur)
Vit er sera væl nøgd við undirtøkuna, sigur Teitur. (Mynd Vagnur)

– Spurningurin er altíð, um vit skulu tíma at halda fram við ódnartøkunum, men spell er at sleppa tiltakinum, tá undirtøkan er so góð, og at fólk í Havn, Miðvági, Vestmanna og Rúnavík eru so hjálpsom at fyrireika. Øll pláss kunnu ikki brúkast til ódnartøkini, tí róðrarteinarnir mugu vera í bátahyli ella í havnum, har rógvast kann í øllum veðri. Tí er Miðvágur, Rúnavík og Havnin væl egnað pláss. Møguleiki er eisini at rógva ódnarøkini suðuri í Vági.

– Ódnarøkini eru nú løtt at fyrireika, tí vit hava snikkað til startir til Miðvág, Rúnavík, Vestmanna og Havnina. Magni Nielsen hevur gjørt startirnar og er sjálvur á staðnum. Startdómarar eru brøðurnir Jón og Trygvi Johansen, tó var Heðin Hansen við í Miðvági sum avloysari. Í Miðvági var áhugavert, at níggju 6-mannafør við monnum róðu, og at bátarnir vóru so javnir, tí bara tvey sekund vóru millum fremsta og aftast bátin í eina róðrinum.

– Eg kann siga, at vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, og ódnartøkini eru prógv um, at rógvarar einki hava ímóti at hittast á annan hátt enn til FM-róðrarnar. Sjálvandi er kapping, men nógvir rógvarar kom við til stuttleika, og soleiðis skal tað vera. Òdnartøkini verða róð klokkan eitt, tí so kunnu bátar koma úr Suðuroy og sleppa til húsa aftur um kvøldið. Vit eru eisini væl nøgd við, at tey í Miðvági, Vestmanna og Rúnavík hava tikið so væl ímóti ódnartøkunum, og tað skulu tey hava stóra tøkk fyri, sigur Teitur at enda.

Ódnartøkini kunnu ikki rógvast á øllum plássum. Her eru vit í Havn. (Mynd Vagnur)
Ódnartøkini kunnu ikki rógvast á øllum plássum. Her eru vit í Havn. (Mynd Vagnur)

Í Álakeri hitti eg ein dagin ein rógvara, sum “elskar” ódnartøkini. Hann segði mær, at honum dámdi so væl ódnartøkini, tí eitt er, at teinurin er stuttur, men tú fært eisini tríggjar møguleikar at rógva teinin. – Eg fái “andrenalin kikk” at rógva ódnartøkini. Eg gleði meg hvørja ferð, segði hann við einum smíli. Frálíkt, at eydnast er at leingja róðrarárið, og frálíkt, at undirtøkan er so góð. Leygardagin eru ódnartøkini í Runavík. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply