Kumpass skal sjálvandi vera umborð á kappróðrarbáti

Sjálvandi skal kumpass vera umborð á kappróðrarbáti.
Sjálvandi skal kumpass vera umborð á kappróðrarbáti.

Eg stúrsaði við um vikuskiftið, tá eg sá forsíðuyvirskift í Dimmalætting. Har stóð: Løgnar lógir: Hví skal kakppróðrarbátur hava kumpass? Á síðu 38 í blaðnum er rúgvismikil grein at lesa, har Ben Arabo ynskir sær færri hillametrar av lógum og reglum í 2015. Hann sigur, at føroyska samfelagið druknar í óneyðugum lógum og reglum frá føroyskum myndugleikum og EU. Nógv eru dømini í greinini, men ikki skilji eg, at blaðmaðurin byrjar við kumpassini umborð á kappróðrarbáti sum fyrsta dømi.

Ben Arabo sigur, at fólk lesa ikki nógvar av reglunum, og ongin brúkar reglurnar, sum í mongum førum ikki verða brúktar, tí hendingar uppstanda ikki, har neyðugt er fyri lógunum og reglunum. Mann má seta frælsið hjá tí einstaka fram um og hava álit á fólki. Fólk skulu brúka vit og skil. Ben Arabo sigur rætt og slætt, at allar hesar mongu lógir og reglur taka frælsi frá tí einstaka. Men lat okkum í hesi grein halda okkum til kumpassina umborð á kappróðrarbáti, tí her haldi eg, at blaðmaðurin fer púra skeivur og ikki hevur skilt reglugerðina um trygd umborð á kappróðarbáti.

Argja róðrarfelag er fyrimyndarligt, tá talan er um at halda kunngerðina um trygd á sjónum. (Mynd Vagnur)
Argja róðrarfelag er fyrimyndarligt, tá talan er um at halda kunngerðina um trygd á sjónum. (Mynd Vagnur)

Blaðmaðurin hevur dittað sær at ringt til stjóran í Fiskiveiðueftirlitunum og spurt hann millum annað, um kappróðrarbátur nakrantíð er saknaður í nýggjari tíð. Hann vísir á, at hevur kappróðrarbátar ikki kumpass umborð, fær báturin 1500 krónur í bót. Elmar Højgaard svarar blaðmanninum beinrakið, at hann veit ikki, hví krøvini um kumpass eru sett í kunngerðina, men leggur aftrat, at bátar rógva í Nólsoyarfjørði, og vandi er altíð fyri mjørka um summarið, og tá er gott at hava kumpass umborð.

Spurningin um saknaðan kappróðrarbát, svarar Elmar, at hann veit ikki um dømi um saknaðan kappróðarbát í mjørka ella um bátur er vilstur, men vísir á ólavsøkukappróður, har bátur í mjørka endaði uttan fyri Molan. Eisini verður Elmar spurdur, um hann veit um rógvara, sum er druknaður ella deyður á annan hátt undir róðrarvenjing ella kappróðri. Elmar svarar, at hann kennir ikki til, at nakar er druknaður við kappróðrarbáti.

Rógvari fær 1000 krónur í bót, um hann ikki rør í vesti. Tey eldru rógvararnir skulu sjálvandi ganga á odda um trygdina. (Mynd Álvur)
Rógvari fær 1000 krónur í bót, um hann ikki rør í vesti. Teir eldru rógvararnir skulu sjálvandi ganga á odda um trygdina. (Mynd Álvur)

Longu í 1999 vóru stig tikin at gera reglugerð um trygd umborð á kappróðarbátum. Hetta var samstarv millum Róðrarsambandið og tá Vaktar- og bjargingartænastuna. Nú skuldi rógvarar rógva í vesti, radararefleks skuldi vera umborð, kumpass, floyta ella blásilúður og oysa ella eyskar at oysa við. Frálíkt átak eftir míni meining, tí nú skuldu tey ungu læra seg at vera í føroyska bátinum, eisini læra sjómansskap, har trygdin er í hásæti. Vit skulu minnast til, at um hetta mundið byrja børn niður í tólv ára aldur at rógva kapp, og tí høvdu róðrarfeløgini eisini ábyrgd yvirfyri foreldrunum, sum áttiu børnini.

Nú er soleiðis, at Føroyar er eitt U-land á mongum økjum, tá talan er um trygd. Tað skal fyrst henda vannlukku, áðrenn stig verða tikin at bøta um trygdina. Tó er at siga, at seinnu árini er hugburðin broyttur rætta vegin. Seinastu árini eru fleiri menn druknaðir millum oyggjarnar, tí trygdin ikki var í lagi. Rætt og slætt druknaðir av kleyvarskapi. Tá talan er um kumpassina umborð á kappróðrarbáti, so fyllir kumpassin lítið umborð, og tað er ikki nakað forgjørt, at tey ungu umborð á kappróðrarbáti læra sjómansskap, har kumpassin, veður, vindur og streymur er partur í venjingini.

Veður og steymur er partur av føroyskum kappróðri. Og mangan er ótespuligt hjá rógvarum. Nú skulu maningar hava vest við á stevnu.
Veður og steymur er partur av føroyskum kappróðri. Og mangan er ótespuligt hjá rógvarum. Nú skulu maningar hava vest við á stevnu.

Nei, eingin rógvari er druknaður ella saknaður í mjørka, men sjálvur havi eg sæð ungar manningar í stórum trupulleikum í Nólsoyarfirði. Kappróðrarbátarnir eru ikki eins sjógóðir og teir vóru í mínum ungu døgum, og serliga 5-mannaførini er rank og løtt. Nólsoyarfjørður kann vera vandamikil fjørður eisini nær landi. Kunnu nevna Undir Argjahøvda, við Molan og úti á Gulanum, tá fitt er av vindi, og tað rekur upp í ættina. Sjálvandi skal kumpassin vera partur av bjargingarútgerðini umborð á kappróðrarbáti eins og trygdarbelti er krav í bili.

Spurningur er ikki, um rógvari er druknaður ella bátur vilstur. Talan er um at hava tey amboð umborð, sum til eru at taka, um vandi er á ferð. Niðanfyri sæst kundgerð frá 2006 um bjargingarútgerð umborð á kappróðrarbáti. Haldi, at hon bleiv dagførd í 2008. Eg kann enda við og siga, at rógvarar venja eisini í mjørka um summarið, tá ikki sæst millum molarnar í Havn. Tá er trygt at hava eina kumpass umborð, sum ikki fyllir nógv, og sum róðurskvinnan/maðurin kann hava í venjingarbúnanum. (Vagnur)

Kunngerð um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum frá 17. mai 2006

Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 25 frá 12. apríl 2006 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT) verður ásett:

§ 1. Tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á

kappróðrarbáti vera í einum av Skipaeftirlitinum

góðkendum bjargingarvesti, sbr. tó stk. 2.

Stk. 2. Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin

er í bjargingarvestum, men skulu vestarnir vera í

bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum

kunnu tó áleggja manningini at vera í vestinum undir

róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.

§ 2. Harumframt skal kappróðrarbátur í minsta lagi

hava hesa útgerð umborð undir venjing:

1) kumpass,

2) pøs ella eyskar at oysa við,

3) radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar, og

4) floytu ella blásilúður.

§ 3. Brot á ásetingarnar í §§ 1 og 2 verður sambært

§ 9 í lógini revsað við bót.

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 19 frá 16. mars 1999 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.

Fiskimálaráðið, 17. mai 2006 

Bjørn Kalsø (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

Viðmerkingar

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply