Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um fjall mugu fyrst gerast

Hvat líkist hetta? Hvalbiartunnilin má gerast beinanvegin. (Mynd KVF)
Hvat líkist hetta? Hvalbiartunnilin má gerast beinanvegin. Er loyvt, at slíkt fer fram. Hvat sigur ferðslunevndin? (Mynd KVF)

Nú sita fólk og samráðast um nýggja samgongu. Eg havi eitt inniligt ynski, og tað er, at nýggja samgongan syrgir fyri, at Hvalbiartunnilin frá 1963 og tunlarnir Norður um fjall í Norðoyggjum frá 1967  verða gjørdir beinanvegin. Í Hvalba er stórt virksemi við nógvum trolarum og flakavirki. Heilt ringar umstøður hevur vinnan í Hvalba, tí tunnilin er ótíðarhóskandi og vandamikil. Tað sama er í Norðoyggjum, har vit dag og dagliga hoyra um ferðslutøppar, tí bussar og stórir lastbilar tarna ferðsluni.

Hvalbiartunnilin er frá 1967. Hann er vandamikil og ótíðarhóskandi. (Mynd KVF)
Hvalbiartunnilin er frá 1963. Hann er vátur, skitin,  vandamikil og ótíðarhóskandi. (Mynd KVF)

Men fyrst til Suðuroyar, sum á løgtingsvalinum fekk fimm fólk vald á ting. Kristin Mikkelsen, Sirið Stenberg, Bjarna Hammer, Henrik Old og Jacob Vestargaard. Hesi mugu syrgja fyri, at tunnilin til Hvalbiar beinanvegin verður gjørdur nýggjur ella dagførdur, um tað kann lata seg gera. Nýggja samgongan kann ikki bjóða vinnuni í Hvalba hesar umstøður. Sigi akkurát sum er, at fyri meg er meira týdningarmikið at dagføra gomlu tunlarnar enn at gera Eysturoyartunnilin og tunnil í Sandoynna. Vit mugu hava røttu rekkjufylgju. Allar fyrst gomlu tunlarnar og síðani hinar báðar tunlarnar.

Nógv fólk tora ikki at koyra gjøgnum smáu tunlarnar í Norðoyggju. (Mynd Vagnur)
Nógv fólk tora ikki at koyra gjøgnum smáu tunlarnar í Norðoyggjum. (Mynd Vagnur)

Vit hoyra dagliga um trupulleikarnar í Norðoyggjum. Tunlarnir vóru gjørdir í 1967, júst árið, tá eg fóru í læru sum bilmekanikari hjá Vilhelmi Nielsen. Í 1967 vóru eingir stórir Volvo og Scania last bilar, eingir stórir trailarar, stórir tangabilar, stoypibilar og stórir bussar. Vegirnir vóru ikki asfalteraðir bara grúsvegir. Tíðin hevur ment bilparkina, men gomlu tunlarnir kunnu slett ikki fylgja við. Tað er sum at fara aftur í miðøldina fyrst fara gjøgnum Norðoyartunnilin og síðani gjøgnum tunlarnar Norður um fjall. Har er myrkt, skitið og vátt, og strikur fjaldar í lorti.

Tí eru míni inni boð til nýggju samgonguna. Fáið flutt borimaskinurnar úr Norðoyggjum fyrst til Hvalbiar at bora teir 1450 metrarnar og síðani flyta tit maskinurnar aftur í Norðoyggar at endurnýggja gomlu tunlarnar. Hetta er mítt allar fyrsta ynski til nýggju samgonguna. Hvalbingar, fólk norðanfyri, ferðafólk og vit onnur hava uppiborið hetta. Vóni, at gomlu tunlarnir koma við í samgonguskjalið. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply