Tvey donsk vaktarskip vóru í Føroyum valnáttina

Knud Rasmussen P570 og Triton F358 við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)
Knud Rasmussen P570 og Triton F358 við bryggju í Havn. (Mynd Vagnur)

Vanligt er bara eitt danskt vaktarskip við Føroyar, men dagin eftir løgtingsvalið lá bæði Triton F358 og Knud Rasmussen P570 á Havnini. Knud Rasmussen heldur til í Grønlandi, men áhugavert kundi verið á fingið at vitað, um tilvildarligt var, at tvey donsk vaktarskip lógu við bryggju í høvuðsstaðnum valnáttina. Tú kanst kanska ímynda tær, at danir vilja vísa føroyingum, at velja tit Sambandsflokkin, so eru tit altíð í tryggum hondum. Men veruleikin er uttan iva ein annar. Tá talan er um fullveldi og yvirtøkur, so hava danir sagt, at vilja føroyingar yvirtaka fleiri málsøki, so er í lagi, bara tit gjalda sjálvi. Meira statsstuðul fáa tit ikki úr Danmark. Gott tað sama, tí sjálvandi skulu vit altíð royna sjálvi at fíggja raksturin av landinum. Eg sá í blaði, at statsstuðulin úr Danmark er nú sættapartur av føroysku fíggjarlógini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply