
Kemur Nýtt Sjálvstýri í samgongu, er nógv at liva upp til. Næmingarnir í Hoydølum fylgja við. (Mynd Vagnur)
Omanfyri plakátin stóð við Eystara ringveg uttan iva ætlað næmingum, sum koma frá skúla úr Hoydølum. 100 milliónir er nógvur peningur, og henda upphædd munar veruliga hjá Fróðskaparsetri Føroya. Nýtt Sjálvstýri boðar næmingunum í Hoydølum og øðrum frá, at velja tit flokkin, skulu vit syrgja fyri, um vit koma í samgongu, at Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða tykkum fleiri útbúgvingar, so tit sleppa frá at fara uttanlands í lestrarørindum. Men kann Nýtt Sjálvstýri halda hetta serliga vallyfti og geva Fróskaparsetrinum 100 milliónir. Neyvan.
Vanligt er ikki at borðreiða við tølum í valstríðnum heldur hugsjónum. Allir flokkar vilja geva lág- og miðalløntu skattalætta, og Fólkaflokkurin boðaði frá, at tey lág-og miðalløntu skulu ongantíð gjalda meira enn 30% í skatti. Hetta bar tó ikki á mál hjá flokkinum, men nú kunnu aðrir flokkar halda síni vallyfti til hesi fólk. Lyftisbrot er væl kent orð í politikki, og vit hoyrdu, hvussu borgarligu flokkarnir í Danmark hartaðu Javnaðarflokkin, tí tey framdu óteljandi lyftisbrot ímóti sínum veljarum. Eitt eru nógvu vallyftini, annað er at halda vallyftini.
Vit hava óteljandi dømi um fólk, sum eru komin á ting, tí tey fyri valið hava borðreitt við ymsum, sum fær fólk at velja júst tey. Halda tey ikki hesi lyfti, ella arbeiða fyri nøkrum heilt øðrum, tá tað koma í ting, verða tey ikki vald aftur. Fleiri dømi vóru eisini á valinum týsdagin. Tað er bara at hyggja í Sambandsflokkin, har løgtingslimur skrivaði góðar greinir í bløðunum fyri valið fyri fýra árum síðani, har viðkomandi vildi hjálpa teimum veiku í samfelagnum. Løgtingslimur fall við eitt brak.
Óskiljandi gjørdi viiðkomandi júst tað mótsatta, sum í frálíku lesarabrøvunum, og gav teimum múgvandi skattalætta, meðan tey lág- og miðalløntu fingu lítið og einki. Sum løgtingslimur mást tú siga tína meining og ikki bara bukka, um tú kemur í minniluta í flokkinum. Veljarin má alla tíðina vita, hvar hann hevur teg millum valini.
Spennandi at fylgja við, um Nýtt Sjálvstýri kemur í samgongu, og at hasar 100 milliónirnar, sum standa á valplakátinum, koma við í samgonguskjali. (Vagnur)