Sonja Jógvansdóttir, Henrik Old og Bjørn Kalsø áttu tær mest skapandi plakáturnar

Eingin mynd av Henrik Old, men boðskapurin er púra greiður. Og fólk

Eingin mynd av Henrik Old, men boðskapurin er púra greiður. Og fólk

Nú er løgtingsvalið av, og eg eri væl nøgdur við valið. Fólkið vil hava broytingar, og tí vóna vit, at vinnandi flokkarnir finna saman. Havi stóran áhuga, hvussu lýsingar eru snikkarar til, tí tað eru bara tey allar fækstu, sum duga at skapa góðar einfaldar lýsingar. Góð tekning ella mynd við serliga stuttum boðskapi. Minnist sum ungur, tá vit fóru heim á Vaglið at hyggja at valplakátum. Nógvar áhugaverdar og stuttligar plakátir, har góð listarfólk høvdu fingar við í spælinum. Eg havi valt tríggjar plakátir, sum eg haldi, vóru tær mest skapandi og sigandi í valstríðnum.

Eingin mynd av Sonju, men plakátin sigur alt. (Mynd Vagnur)

Eingin mynd av Sonju, men plakátin sigur alt. (Mynd Vagnur)

Felags fyri allar tríggjar plakáturnar er, at viðkomandi persónur ikki sæst á plakátini, men tú veitst beinanvegin, at hvør viðkomandi er. Sonja Jógvansdóttir við tvørsloyfuni, Henrik Old  skipari við róðri í hond og Bjørn Kalsø við bjørnini. Stuttligt at síggja slíkar plakátir. Og øll trý komu í løgtingið. Vit vistu øll, at Sonja kom so rúkandi inn. Ikki bara tí, at hon er samkynd, men hon er kend fyri síni væl valdu orð í fjølmiðlunum frá sínum arbeiðsplássi. Henrik Old er skilamaður og er nú eisini kendur frá sending í Kringvarpinum, og Bjørn Kalsø er einaráðandi sambandsheykur í Norðoyggjum.

Frálíkt plakát frá Bjørni Kalsø. Eingin mynd men ein bjørn skrivað: X Kalsø skorið í bjørnina. (Mynd Vagnur)

Frálíkt plakát frá Bjørn Kalsø. Eingin mynd men X Kalsø skorið í bjørnina. (Mynd Vagnur)

Veljarakanningar er ikki nakað, mær hóvar, tí kanningarnar siga púrt einki og bara ørkymla fólk. Vit fáa ikki ein gang eina ábending. Hetta sóu vit við seinasta fólkatingsval, hetta sóu í danska fólkatingsvalinum og valinum í Onglandi. Veljarakanningarnar vóru lagt av leið. Eg var tildømis 100% vísur í, at Framsókn ikki fór at fáa fýra ella fimm tingfólk, sum kanning boðaði frá. Orsøkin er, at Framsókn er fyri tað mesta bara Havnini. Poul Michelsen fær sjálvur fáar atkvøður uttan fyri Havnina. Eisini var Tjóðveldi dømt í veljarakanning at fáa fimm løgtingsfólk. Hetta var alt gjørt til skammar.

Valsendingin í Krinvarpinum var góð, men eg kundi gott verið teir tríggjar fyrrverandi politikkararnar fyri uttan. Eri troyttir at hoyra Óla Breckmann harta Krinvarpið og mótstøðuflokkarnar, og Torbjørn og Jóannes vóru ógvuliga tamir. Við borðið skuldu heldur sitið onkur annar, sum plagar at viðmerkja politik.  Fleiri nýggj andlit í løgtingið og summi snávaðu, men sita eftir við stórar rokning fyri kostnaðarmiklar valplakátir. (Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *