Stórt herðaklapp til Rás 2 fyri frásagnirnar frá hondbóltsdystum

Trónur Arge og Heri Simonsen frá Rás 2 eru óførir. (Mynd Vagnur)

Tróndur Arge og Heri Simonsen frá Rás 2 eru óførir. (Mynd Vagnur)

Tróndur Arge frá Rás 2 er ótroyttligur. Hann og Heri Simonsen hava júst endað frásagnirnar frá Effodeildini, og nú herja teir á at varpa út hondbóltsdystir í bestu deildunum. At varpa út hondbóltsdystir hevur so ómetaliga nógv siga fyri hondbóltin í Føroyum. Ein góð “reklama” fyri spælið. Trónd Arge kenni eg ikki, men tú hoyrdi beinanvegin, tá hann kom framat mikrofonini á sinni, at hann hevur arvað hesi evni frá pápanum Magna Arge, pápabeiggjanum Jógvani Arge og ikki at gloyma abbanum Niels Juul Arge. Og Tróndur Arge veit eina rúgvu um serliga fótbólt og útlendska fótbólt, og so aðrar ítróttagreinar í Føroyum. Læs resten

Meira lív í miðbýin? Bilarnir mugu við í áhugaverda kjakið

Vónleyst er at krevja parkeringspláss til hesi húsini í Tvørgøtu. (Mynd Vagnur)

Vónleyst er at krevja parkeringspláss til hesi húsini í Tvørgøtu. (Mynd Vagnur)

Í hesum døgum eru í fjølmiðlum og á Facebook áhugavert kjak, hvussu vit fáa meira lív í miðbýin. Í kjakinum koma sjálvandi eisini parkeringsumstøðurnar inn í myndina, tí fólk sleppa ikki av við bilarnar, tá tey skulu til arbeiðis ella skulu til handils. Nógvastaðni serliga í eldra partinum av Havnini, har eingin parkeringskelti eru, standa nógvir bilar úti á vegnum. Sum eg skilji krevur kommunan, tá fólk nú fáa byggiloyvi til nýggj hús, at húsini skulu hava tvey parkeringspláss á grundøkinum. Men slík krøv kanst tú ikki seta húsaeigarum í eldra parti av Havnini, tí tá tey fingu byggiloyvi á sinni, vóru eingir bilar í Havn og harvið einki krav um parkeringspláss. Læs resten

Politiska hornið – Ikki nógv veiggj higartil í nýggju samgonguni

Tinghúsið-aSeinasta løgtingsval segði okkum púra greitt, at føroyingurin vildi broytingar, tí taptu serliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin valið. Løgtingsvalið var 1. september, og vit skriva nú 3. november. Synd at siga, at stór slagkraft eru í orðunum, sum andstøðan fyri valið borðreiddi við. Flokkarnir, sum vunnu valið, boðaðu fyri valið frá stórum broytingum, um teir komu til valdið. Fólkið talaði, men enn síggjast ongar broytingar. Mest hoyrist til Henrik Old, sum broytir nakrar ferðaætlanir. Kristina Háfoss boðar frá skattalætta til lág- og miðalløntu á nýggjárinum, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum- og vinnumálum ferðast millum Danmark og Ísland at kanna, hvussu vit fáa flóttafólk til Føroya. Fiskimálaráðharrin Høgni Hoydal er púra kvirrur, hann sum beinanvegin skuldi fáa skil á ómoralsku fiskiloyvunum, sum verða seld fyri stórar upphæddir. Hetta er støðan í løtuni. Læs resten

H71 vinnur heilt vist grundspælið og harvið FM-finalupláss

H71 er í løtuni klárt besta liðið í bestu mansdeild.

H71 er í løtuni klárt besta liðið í bestu mansdeild.

Tey, sum sóu mansdystin millum KÌF og H71 í Kollafirði vóru vitni til, at í vetur er manskappingin háttað soleiðis við fáum orðum: H71 og so hini liðini. Tað sýnist, sum H71 er nógv best fyrireikaða liðið í kappingini. Menn eru væl fyri kropsliga, verjan og málverjarnir frálíkir, og liðið spælir sum eitt lið. So einfalt er tað. Longu nú kunnu vit siga, at H71 fær annað plássið í FM-finalunum. Hvat seinna liðið verður, sum fær seinna plássið, er torført at spáa um júst nú. Hóskvøldið spæla Kyndil og KÍF, og tá fæst at vita, um Kyndil mest sum endaliga kann avskrivast ella kemur inn aftur í kappingina. Læs resten

Trygdin umborð á mjólkabátinum var ikki nøktandi

Sigmundur var smíðaður í 1942 í Peterhead og góðkendur til 250 ferðafólk. Hesin Sigmundur varð søktur millum Stong og Eystnes í november mánað í 1973. (Mynd:

Sigmundur var smíðaður í 1942 í Peterhead og góðkendur til 250 ferðafólk. Hesin Sigmundur varð søktur millum Stong og Eystnes í november mánað í 1973. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Myndin omanfyri er frá seinast í 1950-árunum ella fyrst í 1960-árununum. Havi bilsniðini at meta meg eftir. Tá eg sá myndina, sum Christian Holm Jacabsen, sáli, tók, kom eg fyrst at hugsa um trygdina umborð á Sigmundi. Tá vóru eingir gummibátar, men tú sært tveir bjargingarbátar, sum ikki taka øll ferðafólkini, um okkurt hendir. Alt ov nógv ferðafólk umborð eftir núverandi krøvum.Trygdarkrøvini eru nøkur heilt onnur í dag. Komi eisini hugsa um sjálva bryggjuna. Lætt var at koyra sjógv, tí bryggja steðgaði knappliga og koyribreytin sneiddi, og eingin forðing var. Minnist, tá ein Mazda bilur koyrdi á sjógv har, og bilførarin megnaði akkurát at koma úr bilinum, áðrenn hann sakk. Verri gekst fyri jól í 1974, tá bilur fór á sjógv, har Sigmund liggur. Bilurin fór á sjógv, men øll fólkini sluppu ikki úr bilinum, áðrenn hann sakk. Trý fólk druknaðu. Syndarlig vanlukka, sum skakaði alt samfelagið. Eftir vanlukkuna var forðing fest í bryggjuna. Hetta var mangan tá í tíðini. Vanlukku skuldi fyrst henda, áðrenn fyribyrgingarabeiði varð gjørt. (Vagnur)

Feløg og harvið venjarar oyðileggja fleiri ungar spælarar

Mangan kann ganga hart fyri seg í hondbóltsspælinum.

Mangan gongur hart fyri seg í hondbóltsspælinum.

Í seinastu viku sá eg part av kvinnudysti millum donsku liðini Viborg og Randers, og í sambandi við dystin var áhugavert kjak um ungar kvinnuligar spælarar ella rættari sagt ungar stjørnur, sum nógvar ikki gerast tær   stjørnur seinni, sum fjølmiðlar og onnur gera tær til sum seytjan/átjan ára gamlar. Við í kjakinum var fyrrverandi landsliðsvenjarin Ulrik Wilbek. Serliga beit eg merki í orðini, sum Ulrik segði, tí hesi orðini kunnu flytast til Føroya, har eg mangan hava skrivað, at vit oyðileggja nógvar serliga ungar kvinnuligar hondbóltsspælarar, tí teir koma ov tíðliga á besta liðið. Teir spæla ov nógvar dysir, hvíla ov lítið, og tí gerast tær skaddar, sum fylgir teimum alt hondbóltslívið. Ulrik segði millum annað. Læs resten

Tær tríggjar geva sítt stóra íkast til virksemið í Føroyahúsinum

Katrin Nolsøe, Chirstin Dahl Plate og Asley Højgaard uttan fyri Føroyahúsið.

Katrin Nolsøe, Chirstin Dahl Plate og Asley Højgaard uttan fyri Føroyahúsið.

Systir mín Chirstin Dahl Plate var herfyri heima og vitjaði mammuna, sum býr á Ellisheiminum. Chiristin fór ung til Danmarkar at læra til sjúkrasystur, hon varð seinni gift og fekk trý børn. Men áhugan fyri Føroyum, og hvat føroyingar fáast við í Keypmannahavn, hevur altíð havt hennara áhuga. Serliga seinastu nógvu árini gjørdist hon serliga virkin. Hon var í nevndini í kvinnufelagnum og nevndini í Føroyahúsinum. Eisini var hon við at skriva bók um føroyskar kvinnur í Danmark. Tá eg práti við systir mína, merki eg hvørjaferð, at eg veit alt ov lítið, hvat tey takast við í Føroyahúsinum. Ikki smávegis, hvussu nógv Føroyahúsið kann borðreiða við. Meira at lesa niðanfyri. Læs resten

Scott Harrington hevur alt gott at bera føroyska ungdóminum

Scott Harrington dámar væl í Føroyum og brennur fyri hondbólti. (Mynd Vagnur)

Scott Harrington dámar væl í Føroyum og brennur fyri hondbólti. (Mynd Vagnur)

Mær dámar væl at práta við útlendingar, sum koma til Føroya antin sum spælarar ella venjarar. Vit liggju jú einsamøll í lítlum landi í Norðuratlandshavinum, og føroyskur hondbóltur kann skjótt gerast ein dunnuhylur, har vit rættiliga ikki vita, hvar vit flóta á hondbóltsøkinum í mun til onnur lond. Hesuferð havi eg hitt 27 ára gamal Scott Harrington, sum er breti, men føddur í Týsklandi, har pápi hansara var enskur hermaður. Ætlanin var í 2006, at Scott skuldi spæla á enska OL-liðnum í 2012, men ein skaða darvaði hesum. Scott arbeiðir sum hondbóltsmennari í Neistanum og venur eisini úrvalslið dreingir 12 ár innan HSF. Scott hevur nógv góð orð at bera føroyska ungdóminum, hann hevur møtt higartil. Og Scott sigur: Læs resten

Úr myndasavninum – Tá Andreas F. Hansen og Heidi Harviken spældu í Neistanum

Neistamenn kappingarárið 1997/1998: Standandi f.v:

Neistamenn kappingarárið 1998/1999: Standandi f.v: Hans Laksá, Bogi Simonsen, Jógvan Djurhuus, Ørvur Heimbø, Kári Mortensen, Andreas F. Hansen, spælandi venjari og Karl Oddmar Rasmussen. Húkandi f,v: Páll Nólsoy, Finn Mørk, Bogi Henriksen, Heri Dahl, Ári Rouch og Rahm í Króki, liðleiðari.

Um dagarnar fekk eg nakrar liðmyndir frá Djóna Dalsgarð og millum mannað tvær myndir av neistamonnum og neistakvinnum frá kappingarárinum 1998/1999. Tað serliga við mansmyndini er, at Andreas F. Hansen, sum vit kenna sum góðan linjuspælara, síðani A-dómara, og nú venur kyndilskvinnur, er á myndini. Minnist væl, hvussu væl nøgdir neistamenn og vit onnur neistafólk vóru, tí Andreas fekk tað allar besta burturúr neistamonnum hetta árið. Tíverri var hann bara spælandi venjari eina árið, tí hann flutti til Fraklands í arbeiðsørindum. Læs resten

Kvinnukappingin kundi verið løgd nógv, nógv betur

VB vantar nakað til tess at náa heilt upp á toppin. (Mynd Bjartur Vest)

VB vantar nakað til tess at náa heilt upp á toppin. (Mynd Bjartur Vest)

Ein mánaði er farin, síðani hondbóltskappingin í bestu kvinnudeildini fór av bakkastokki. Torført er at spáa, hvørji lið spæla FM-finalurnar næsta vár. Uttan iva stendur kappingin millum Kyndil, Neistan og VÍF við VB í hølinum. VÍF hevur longu sagt alment, at tey ætla av vinna FM-heitið, men styrkina á VÌF-liðnum fáa vit ikki rættiliga at vita fyrr enn fyrst 25. oktober, tá VB vitjar í Vestmanna og 4. november, tá Neistin og VÍF spæla í Havn. Hyggja vit í kappingarskránna, so havi eg sjáldan sæð eina so illa lagda kvinnukapping. Einki skil er í, nær liðini spæla dystirnar. Læs resten