Fyrst misti Hanus Samró løgtingssessin, síðani máttu húsini lúta

Vindeyguni eru tikin úr húsinum, og nú er klárt at bróta niður innan og fáa timbrið í bingjuna. (Mynd Vagnur)

Vindeyguni eru tikin úr húsinum, og nú er klárt at bróta niður innan og fáa timburið í bingjuna. (Mynd Vagnur)

Beint fyri løgtingsvalið stúrsaði eg við, tá stór mynd av løgtingsmanninum Hanus Samró var komin at hanga á grannahúsinum við Tinghúsvegin út ímóti SMS. Hví hongur hann har, hugsaði eg, tí eg visti, at húsið skuldi burturbeinast, og nýtt stásiligt hús byggjast ístaðin. So upprann dagurin, tá húsið skuldi takast niður. Fyrst kom maskina, og nakrar dagar seinni nakrir menn. Krøvini eru, at timbur og annað, sum kann brennast, skal skiljast frá, og betong, takplatur og annað, sum ikki kann brennast, skal niðan í Húsahagan at tyrvast. Tá eg stóð og eygleiddi menninar, spurdi maður meg, hví navnið Wellejus var málað á ein bjálga uppi á loftinum. Jú, hetta visti eg nakað um, og segði frá søguni: Læs resten

Fyrsta ábendingin um FM-finaluplássini í bestu mansdeild

H71 er ávegis beint í FM-finalurnar.

H71 er ávegis beint í FM-finalurnar.

Í einum løgtingsvali kanst tú longu eftir, at 5% av atkvøðunum eru taldar, fáa ábendingina, hvør vinnur valið. Soleiðis er næstan eisini í bestu mansdeild í hondbólti. Ikki havi eg sæð nakran hondbóltsdyst enn, men eg fylgi væl við. Lesið allar dómaraseðlarnar um dystargongdina, og so verður tosað við nógv fólk um dystirnar. Longu nú sær út til, at tað verða fyrst og fremst H71 og síðani KÍF, sum koma at spæla FM-finalurnar næsta vár. VÍF havi eg longu avskrivað, men eg roknaði við Kyndli, men liðið fekk eina katastrofala byrjan, sum uttan iva kostar liðnum FM-finaluplássini. Læs resten

Vaktar- og bjargingarskipini Tjaldrið og Brimil koma til Føroya

Tjaldrið jkjk

Tjaldrið hevur verið føroyingum góður hesi skjótt fjøruti árini. (Mynd Vagnur)

14. juli næsta ár eru 40 ár liðin, síðani vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið kom til Føroya. Minnist væl hesa hending, tí tað var ávísur stoltleiki, at vit nú áttu nýtt og væl útgjørt vaktar- og bjargingarskip bygt til endamálið. Vaktar- og bjargingartænastan var júst í 1976 sett á stovn, og Hjalgrím Bech ættaður úr Vági, og sum hevði starvast 25 ár í donsku sjóverjuni, gjørdist fyrsti stjóri. Tað var annars táverandi landstýrismaðurin í fiskiminnumálum Eli Nolsøe úr Klaksvík, sum á vári í 1974 vegna landsstýrið skrivaði undir sáttmálan við skipasmiðjuna Svolvær í Noregi. Men Tjaldrið var seinkað í nýggju mánaðir. Læs resten

Fyrsta føroyska víkingaskipið byggjast í fullari stødd

Vikingaskipið Saga Oseberg.

Vikingaskipið Saga Oseberg.

Hugskotið at byggja eitt føroyskt víkingaskip stavar frá Víkingadøgunum, sum vera fyriskipaðir í Hovi. Øll Norðurlondini eiga eitt ella fleiri víkingaskip, og verða nú øll segl sett, so føroyingar eisini koma at eiga eitt víkingaskip. Men vegurin er langur, til víkingaskipið er liðugt bygt. Felagið Vìkingaskip sær fram ímóti at fara í gongd við áhugaverdu ætlanina. Hetta havi eg tosað um við Janu Jensen, sum er ein av fyrireikarunum. Og Jana sigur: Læs resten

Skúlanæmingar fáa stóra gleði av teinæringinum

kjkj

Tjúgu rógvarar kunnu sita við árarnar, so mikudagin vantaði báturin tveir rógvarar. (Mynd Vagnur)

Komi næsta hvønn dag oman til sjóvarmálan, og mangan síggi eg teinæringin, sum Kaj Hammer smíðaði, á Havnarvág ella í Nólsoyarfirði. Snotuligur bátur, sum nógv fáa gleði av. Báturin liggur við Müllers pakkhús, og nógv ferðafólk síggi eg hyggja at bátinum. Hósmorgunin komu skúlanæmingar bæði gentur og dreingir við lærara afturi í rong inn um Molan. Áralagið var bara heilt hampuligt. Lagið var gott umborð, og øll róðu í vesti. Í 2012 hevði eg samrøðu við Kaj Hammer um bátin, sum var serlig uppgáva at smíða. Læs resten

Norskt seismikkskip fyri eina milliard krónur á Havnini

Polar Empress bygt í 2015 er 112 metrar langt og 21 metrar breitt. Bruttovektin er 4000 tons. (Mynd Vagnur)

Polar Empress bygt í 2015 er 112 metrar langt og 21 metrar breitt. Bruttovektin er 4000 tons. (Mynd Vagnur)

Tá eg niðri við sjóvarmálan í morgun prátaði við mann um snotuliga nýggja norska seismikkskipið, sum lá á Molanum, segði hann nakað soleiðis: – Oljuvinnan og fiskivinnan eru líkar vinnur, tí fellur oljuprísurin í botn, gerast dýru seismikkskipini og eftiransingarskipini við boriðplatformarnar arbeiðsleys. Fellur fiskaprísurin og kanska oljuprísurin fer í topp, stendur á hjá fiskivinnuni. Fiskurin hevur eisini stert, og nógv dømi eru um eisini í Føroyum, at fiskurin knappliga hvørvur, um umstøðurnar í sjónum broytast munandi. Læs resten

Politiska hornið – Kaj Leo og hjúnarbandslógin

kajStúrsaði við mikukvøldið, tá eg á in.fo sá, at Kaj Leo H. Johannesen heldur, at hjúnarbandslógin er so grundleggjandi og álvarsmál, at málið eigur at sendast til fólkaatkvøðu. Fyri meg er hjúnarbandslógin ikki álvarsmál, men eitt avgreiðslumál. Onnur álvarsmál í samfelegnum áttu heldur at verið send út til fólkaatkvøðu. Álvarsmál, sum ávirka gerandisdagin hjá fólki, og ikki minst landskassan, sum altíð hevur brúk fyri meira peningini. Hesum málum skuldi Kaj Leo heldur slóða fyri. Læs resten

Eldsálin Sarita Hansen ber róðrararvin víðari í Miðvági

Sarita Hansen umborð á Miðvingi seinasta leygardag. Ein róðrareldsál av teimum stóru í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Sarita Hansen umborð á Miðvingi seinasta leygardag. Róðrareldsál av teimum heilt stóru. (Mynd Vagnur)

Tá tú skrivar um kappróður og gongur millum rógvarar, kanst tú eygleiða mangt áhugavert. Havi skrivað um kappróður síðani í 1980 -árunum, og mær dámar so væl hesa ítróttagrein. Í 2004 legði eg til merkis til eina unga gentu úr Miðvági, sum sat á lærinum umborð á Frúnni. Hugsaði beinanvegin, at her er nakað heilt serligt við hesi gentu, sum eg seinni eisini fekk staðfest. Hjá mær er lætt fáa samband við ítróttafólk og skriva samrøður, men við Saritu gongst verri. Royndi í fjør og royndi aftur í ár, men Sarita hevur so nógv um oyruni, at einki bleiv skrivað. Til tess at fáa at vita eitt sindur meira um ungu eldsálina úr Miðvági, havi eg tosað við pápa Saritu Jógvan Hans Hansen, formann í Miðvágs róðrarfelag. Havi spurt hann, hvussu er við Saritu og kappróðri. Og hann sigur. Læs resten

Pensionistar verða revsaðir alt ov hart í skatti

Hugagóði egnari styttir sær um stundirnar í egningarskúrinum. (Mynd Vagnur)

Hugagóði egnari styttir sær um stundirnar í egningarskúrinum. (Mynd Vagnur)

Av og á komi eg í prát við menn, sum standa í egningarskúrunum á Ískaiini, men hesir menn fækkast, tí línuflotin er seinnu árini minkaður heilt nógv. Leygarmorgunin prátaði eg við skjótt 70 ára gamlan pensionist, sum rak um eina línu. Hann plagar eisini at egna í skúri við síðuna av, og tá verður egnt á gamlan hátt við agni. Hugagóði egnarin, sum eg kenni, kærdi sína neyð, tí hann helt, at tað líkist ongum, at ein pensionistur bara kann forvinna 60.000 krónur um árið aftrat pensiónini, áðrenn hann mótroknaður í pensiónini og revsaður hart í skatti. Og hann heldur fram. Læs resten

Ódnartøkini vóru enn einaferð avgreidd meistarliga

Her liggja fýra barnamanningar klárar at taka fyrstu tøkini. (Mynd Vagnur)

Her liggja fýra barnamanningar klárar at taka fyrstu tøkini. Nærmast Báran, síðani Beinta, Havfrúgvin og Títlingur. (Mynd Vagnur)

Klokkan ellivu í morgun (leygarmorgun) leitaði eg mær oman á Vestaru bryggja at vita, hvussu gekst av fyrireika seinastu ódnartøkini á árinum. Jú, einki skip var við bryggju, og fólk frá Havnar róðrarfelag høvdu lagt út startin, sum Magni Nielsen hevur snikkað til. Har vóru Bjarti Mohr, Jón Johansen og onnur hjálparfólk, sum gjørdu klárt. Beint fyri klokkan eitt var eg aftur á Vestaru bryggju, tí klokkan eitt stundisliga skeyt startdómarin Trygvi Johansen fyrsta skotið. Teir vóru allir har, hetta góða toymið, sum nú eru vorðnir kringir at fyrireika ódnartøkini. Læs resten