Æltanin var, at VÍF kvinnurnar í vetur skuldu veruliga býta frá sær, tí fyri kappingina hevði VÍF frálíka manning, og venjarin Geir Wardum hevði einar sekstan spælarar í hópinum. Málið var at koma í FM-finalurnar og kanska eisini spæla steypafinaluna. Umframt verandi spælarar kom Marianna Holm Jacobsen og málverjin Kristina Griksaite at styrkja liðið, og Durita C. Jojic skuldi koma aftur á høgrabakkin eftir barnburðarfarloyvi frá hondbóltinum. Nú kapping er hálvrunnin og alt vent á høvdið, og ikki sær gott út hjá VÍF kvinnum. Seks spælarar eru ikki tøkir hjá venjaranum. Eg havi tosað við venjaran Geir Wardum, og hann sigur. Læs resten
Forfatterarkiv: vagnur
Perónbilatalið í Føroyum er vaksið við 1400 bilum í tvey ár
Til stuttleika ringdi eg til Akstovuna í gjár til tess at fáa seinastu tølini, hvussu nógv akfør er skrásett í Føroyum. Hetta gjørdi eg eisini fyri einum og tveimum árunum síðani. Støðan er púra greið, bilatalið í Føroyum veksur alsamt, og bara persónbilatalið er vaksið við 1400 bilum í tvey ár. Fyri tveimum árum síðani vóru 20.500 persónbilar og nú 21.916 persónbilar skrásettir 16. desember 2015. So koma allir aðrir bilar aftrat. Við vørubilum, lastbilum, motorsúkklum, prutlum og øðrum akførum, hava 32.965 akfør nummarplátu. Læs resten
Úr myndasavninum – Kyndil 2. deild vinnur FM-heitið í 1967

Kyndil 2. deild í 1967. Standandi f.v: Sólrun Michelsen, Elsa Pállsson, Peddy Davidsen og Arnleyg Eikholm. Fremst f.v: Marita Tórsheim, Vilbjørg Tórsheim og Sonja Klein. (Mynd Jørgen Lützen).
At fáa eina góð mynd í hondina, er sum at fara á flot. Tú gerst forvitin at fáa at vita meira um myndina, og harvið leggja nøkur orð aftrat myndini. Liðmyndina av kyndilskvinnum tók Jørgen Lützen í 1967, eftir at 2. deildarliðið hjá Kyndli vann 2. deild. Genturnar á myndini er javngamlar við meg, og flestar kenni eg væl. Havi ringt til Sonju Klein, sum er á myndini, og spurt hana eitt sindur um myndina og tíðina, tá hon spældi hondbólt. Og Sonja sigur soleiðis: Læs resten
Bringureyði er komin aftur at vitja okkum á jólum
Aftur í vetur eru báðir bringureyði at síggja í garðinum, havi ikki sæð teir áður í vetur. Eg er næstan vísir í, at hetta eru somu bringureyði, sum vit sóu tíðliga í vár og um hesa tíðina í fjør. Tað eydnaðist mær í morgun at fáa mynd av tí eina bringurreyða. Vakur fuglur og til tíðir spakur. Nakað um bringureyða er at lesa niðanfyri. Spennandi at geva fuglunum uttanfyri. Læs resten
Politiska hornið – Poul Michelsen vantar í politiska kjakinum
Núverandi samgonguflokkar kláraðu seg væl í kjakinum mánaðirnar fyri løgtingsvalið. Teir vístu á nógv áhugavert, sum kundi mennast og gerast betur í okkara samfelag. Sjálvt um eg ikki velji Framsókn, so haldi eg, at Poul Michelsen stóð stinnur í kjakinum og var góð mótvekt ímóti serliga braneggaðum sambandsfólkum og fólkafloksfólkum. Men nú hava vit nýggja samgongu, og eg haldi, at politiska kjakið hevur slagsíðu, serliga tí Poul Michelsen og Høgni Hoydal eru vorðnir landsstýrismenn. Frálíku røddirnar eru mest sum tagnaðar og burtur í politiska kjakinum millum mannað. Læs resten
Serliga danska venjaratoymið snávaði ímóti Ungarn
Tá eg herfyri sá danska kvinnulandsliðið í hondbólti spæla venjingardystir í Spania, hugsaði eg mítt. Venjarin Klaus Bruun Jørgensen royndir at læra spælarar á verja longri frammi á vølli, men veruleikin er, at danska kvinnulandsliðið hevur mest sum altíð vart 6-0 við fáum broytingum. Skalt tú verja frammi á vølli, mást tú hava spælarar, sum megna hetta og hava ávíst fótskifti. Ímóti Serbia gekk hampuligt, tó við nógvum útvísingum til danir, tí donsku spælaranir vóru ov seinir. Longu tá fimm, tíggju minuttir vóru farnir av dystinum millum Danmark og Ungarn sást týðuliga, at Danmark fór at tapa dystir. Danski venjarin Klaus Bruun Jørgensen var tikin á bóli og kom ongantíð fyri seg í dystinum. Læs resten
Úr myndasavninum – Kvinnurnar spældu fyrsta landsdystin 2. november 1974 (e)

Føroyska kvinnulandsliðið 1974. Húkandi f.v: Margit Frisdahl, Kyndil, Halgerð Midjord, Kyndil, Sigrid Andreasen, Stjørnan, Erla Olsen, VÍF, Marjun á Plógv, Kyndil, Jónfríð Sólbjørg, Stjørnan, Johanna Andreasen, Stjørnan, Guðrun Dalsgarð, Kyndil, Súsanna Michaelsen, Stjørnan, Svanna Hanusardóttir, Neistin og Jacobina Joensen, Stjørnan. Tórgerð Klein, Neistin og Jórun Ljósstein, Stjørnan vanta á myndini.
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spældi fyrstu landsdystirnar í 1974. Í Havn 2. novembur ímóti Íslandi og í Klaksvík 3. november ímóti Íslandi. Ísland vann fyrsta dystin 11-7 og seinna dystin 18-7. Myndin omanfyri er av íslendska landsliðnum og føroyska landsliðnum. Føroysku spælararnir síggjast fremst húkandi, og íslendsku spælararnir standa. Niðast í greinini havi eg tosað við Finn Hansson um núverandi støðuna hjá íslendskum kvinnuhondbólti. Læs resten
Irena Bliznova úr Russlandi er besti spælarin higartil

Á landsliðnum spælir Irena við nummar 24 á troyggini. Í heimligi kappingi stendur nummar 6 á troyggjuni.
Altíð áhugavert og spennandi at fylgja eini heimsmeistarakapping í hondbólti, tí HM-kappingin er so nógv øðrvísi enn EM-kappingarnar. Tú sært í hesum døgum ikki bara europeisk lond, sum flestu spæla sama slag av hondbóltsspæli. Í HM-kappingini sært tú tildømis eisini kvinnur úr Japan, Korea, Afrika og Brazila, sum spæla øðrvísi hondbólt enn vit vanliga síggja. Mánakvøldið sá eg tveir góðar dystir, sum sjáldan áður. Fylgdi fyrst dystinum millum Russland og Spania. Serliga legði eg merki til vinstrahenta russiska spælaran Irenu Bliznova, sum var úrmælingur á vøllinum. Læs resten
Havi nógv góð minni úr Undirhúsinum í Vágsbotni
Myndina omanfyri, sum eg fekk sendandi frá vinmanni úr Danmark, er av trimum farnum og kendum havnarmonnum. Myndin er tikin í Undirhúsinum í Vágsbotni. Menninir eru Poul Guttesen, Petur Nielsen og Hans Hansen, sum eg kendi allar meira og minni. Í mínum ungu døgum var Vágsbotnur og harvið Undirhúsið miðdepil í býnum. Eg kom heilt nógv í Undirhúsið serliga í 1980-árunum og seinni. Altíð áhugavert at hoyra eldri menn práta saman, og tú fekst nógv at vita um fiskivinnu, politikk, familjur og annað áhugavert í gerandisdegnum. Læs resten
Nakað vantar, tá tú ongantíð hevur hitt abbarnar ella ommurnar
Báðir abbar mínir doyðu, áðrenn eg varð føddur, og mangan á lívsleiðini havi eg saknað teir báðar, tí teir vóru serligir hvør á sín hátt. Báðir vóru skipsførarar, har annar var stýrimaður á fyrstu føroysku sluppini, sum fór fiskirannsóknarferð til Grønlands í 1906, og hin abbin var skipari, átti sluppir og tók stig at byggja stórt turkihús á Heygnum Mikla í 1934. Mammubeiggi mín Jógvan Christiansen, sáli og pápabeiggjarnir Ejler Michelsen, sáli, og Vagn Erik Michelsen siga niðanfyri soleiðis um abbar mínar, sum eg tí verri ongantíð havi hitt. Eg havi altíð følt, at okkurt tí vantar. Læs resten





