Einast tvær myndir av neistamonnum fyri 1960 finnast

Mynd av Hannis tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

Mynd av Hannisi tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

6. mei 2013 legði eg grein út á heimasíðuna, sum var samrøða við kyndilsmannin Hannis Jacobsen, sála. Eg var heima hjá Hannisi og Myrnu í Blómubrekku, har Hannis millum annað vísti mær omanfyri mynd av honum í neistabúna. Myndin tikin í Sandavági miðskeiðis í 1950-árunum.

Tað løgna við hesi mynd er, at hetta er bara ein av tveimum myndum av neistamonnum fyri 1960. Neistamenn vunnið FM-heitið í 1949, 1953 og 1955, men  eingin mynd finst av liðnum, sjálvt um eg havi leitað í hvørjum króki í Havn. Myndir av neistakvinnum er nógvar av heilt aftur í 1930 – árini.

Í Neistabókini 50 ár er einasta liðmynd, eg havi sæð tikin fyri 1960, tí er myndin omanfyri av Hannisi í neistabúna so týdningarmikil fyri meg. Altíð havi eg vitað, at Hannis Jacobsen, sáli, Torbjørn Mikkelsen, sáli, Poli Jacobsen, sáli og Petur Sigurd Rasmussen spældu í Neistanum fyrst í 1950-árunum, áðrenn teir vóru millum ungu fólkini í Losjuni, sum stovnaðu Kyndil 10. mars 1956. Læs resten

Ása á Neystabø er við barn og gevst á neistaliðnum

Ása hevur verið ófør í vetur. (Mynd Bjartur Vest)

Ása hevur verið ófør í vetur. (Mynd Bjartur Vest)

Nú skal ikki vera hesuferð, sum tá eg skrivaði, at tvær VÌF kvinnur vóru við barn. Eg helt tá, at keldan var í lagi. Sum eg havi skrivað áður, so er søgan í hesum føri ikki, at spælari er við barn.

Heldur fari eg eftir søguni, hvussu nógv tað kann ávirka eitt lið og eisini kvinnukappingina, tá lið knappliga missa týdningarmiklar spælarar mitt í kappingarárinum. VÍF er gott dømi um hetta.

Tað kom væl við hjá neistakvinnum, at Ása á Neystabø flutti heim eftir útbúgving í Danmark. Fleiri góðir spælarar vóru farnir av neistaliðnum. Ása er frálíkur spælari altíð við spæligleði. Nú er Ása við barn og er um at gevast at spæla fyribils vónandi. Ásu havi eg prátað við.

Ása er uppvaksin í Neistanum og ein av teimum heilt góðu spælarunum. Eg ringdi til liðleiðaran hjá neistakvinnum Eirik Magnussen og spurdi hann, hvør missur er hjá neistakvinnum, nú Ása má av liðnum.

– Ímóti Kyndli sunnudagin sást missurin ikki, men Ása hevur havt heilt nógv at týða í øllum hinum dystunum. Ása spælir við slíkari spæligleði, at tað ávirkar alt liðið. Hon spælir skjótt og kann seta ferð á spælið, tá tað dovnar eitt sindur. Og Eirikur sigur víðari. Læs resten

Áhugavert og spennandi at síggja Godafoss sunnudagin

Teir høvdu tamarhald á støðuni og skjótt var at fáa Godafoss at bryggju. (Mynd Vagnur)

Teir høvdu tamarhald á støðuni og skjótt var at fáa Godafoss at bryggju hóast baldrut veður.( Mynd Vagnur)

Vøkur sjón sunnudagin um middagsleiti at síggja íslendska bingjuskipið Godafoss koma inn um Stongina og inn í Nólsoyarfjørð. Gjálvutur sjógvur av landssyningi, og tí fór skipið fyrst fram við landinum og suður um Nólsoyarbygd, áðrenn kósin var sett móti Argjalandi. Godafoss lá tungur í sjónum og sá ikki út at vera sjógott skip, tá tað legði seg sogliga í annað borðið. Hugsaði, hvat hendir, tá slík skip missa bingjur í illveðri. Tá Godafoss nærkaðist Molanum vóru slepibátarnir Maria og Pressarin har. Maria setti á har frammi, og pressarin roynda at pressa Godafoss nærri Molanum. Eingin vandi á ferð, tí tað gekk skjótt at fáa Godafoss til bryggju. Tó so. Læs resten

Í ár fylla havnarfeløgini Neistin 85 ár, B36 80 ár og Kyndil 60 ár

Neistakvinnur 1934: Fremst t.v:Gunnvør Dal Christiansen og Malan Patursson. Miðjan f.v: Sólrun Winther, Rigmor Christiansen og Sára Hansen. Aftast f.v: Hanna Skaale, Ninna Thomsen og Petra Rein.

Neistakvinnur 1934: Fremst t.v:Gunnvør Dal Christiansen og Malan Patursson. Miðjan f.v: Sólrun Winther, Rigmor Christiansen og Sára Hansen. Aftast f.v: Hanna Skaale, Ninna Thomsen og Petra Rein.

Trý stór ítróttafeløg í Havn kunnu í 2016 hátíðarhalda merkisdagar. Søgan hjá feløgunum er drúgv, og bøkur eru skrivaðar. Niðanfyri havi eg funnið nøkur brot úr søguni, og nú vit skrivað 2016, kunnu vit við gleði staðfesta, at øll trý feløgini standa í besta blóma. Hesi feløg hava gjørt megnararbeiði fyri ungdómin í Havn. Læs resten

Sonja Jógvansdóttir fær ársins herðaklapp frá Hvannrók

Sonja er vitug og skilagóð kvinna. (Mynd ?)

Sonja er gløgg, vælútbúgvin og skilagóð kvinna. (Mynd ?)

Ikki dámar mær “Ársins neyðrakett”, sum Dimmalætting letur. Og slett ikki skilji eg, at júst Sonja Jógvansdóttir skal fáa hesa rakett. Ársins neyðrakett er happing av fólki, og eg dugi ikki at síggja endamálið í hesum tiltaki hjá Dimmalætting. Tá eg á sinni av Kringvarpinum var biðin at koma til kaffiprát í Vágsbotni, ynskti eg at práta við Sonju Jógvansdóttir. Ikki kendi eg Sonju, hevði ongantíð hitt hana áður, men eg helt, at Sonju var spennandi persónur og dugdi ótrúliga væl at svara fyri seg í fjølmiðlunum. Orsøkin, at Sonja fær ársins herðaklapp frá heimasíðuni er henda: Læs resten

Kirkjubøur er veðurgott pláss við góðum sólargangi

Altíð vakur og nakað serlig at síggja Kirkjubø. (Mynd Vagnur)

Altíð vakurt og nakað serlig at síggja Kirkjubø. Tað tekur korter at ganga út á Bø.  (Mynd Vagnur)

Eitt av mínum fríplássum í nógv ár er at fara vesturum, tað vil siga koyra úr Havn til Velbastaðar ella Kirkjubøar. Onkuntíð bara koyra ein túr, seta bilin og njóta friðin. Aðrar tíðir seti eg bilin omanfyri Velbastað og gangi oman á støðna. Gekk fyrr nógv út á Bø, vakra staðið sunnanfyri Kirkjubø, og so plagi eg at seta bilin á Velbastað og ganga einar tjúgu minuttir ímóti Syðradali og til bilin aftur. Sólin kemur upp úr eystri og niður í vestri, og tí er mangan nógv ljósari vestanfyri enn tildømis í Havn. Haldi, at tað er hetta ljósið seinnapartin, og tá vit nærkast kvøldinum, sum dregur. Og vestanfyri er altíð okkurt nýtt at síggja, tí landslagið og sjógvurin broytist. Læs resten

Løgtingið má ikki fara við søguliga sparikassabygninginum

Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)

Púra vilt, at søguligi bygningur skal gerast ein deyður skrivstovubygningur hjá Føroya Løgtingið. (Mynd Vagnur)

Eg øtaðist við, tá eg las, at Løgtingið nú skal keypa søguliga grótbygningin hjá Eik í miðbýnum. Hetta er so langt úti og ússaligt av formansskapinunum í Løgtinginum, tí tey vita, at hesin bygningur hevur so nógv at siga fyri okkum, sum eru uppvaksin og búgva í Havn. Bygningurin er partur av býarsøguni. Eg vil siga tað soleiðis, at eigur Eik ov nógvar bygningar, so er at geva okkum havnarborgurum bygningin, so hann ikki gerst deyður skrivstovubygningur hjá løgtingslimum. Ikki havi eg sæð bygningin lýstan til sølu og fati ikki, hvussu henda søla er farin fram. Løgtingslimir kunnu húsast alla aðrastaðni í býnum, men ikki í hesum bygnginum, sum sjálvandi skal brúkast til annað virksemi. Søgan um søguliga bygningin er henda. Læs resten

The wild west uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól

Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)

Heilt nógvir bilar eru í gøtunum uttan fyri hjá okkum dagarnar fyri jól. (Mynd Vagnur)

Vanligt er friðarligt at búgva við Hoydalsvegin, sjálvt um vit eru nærmasti granni við SMS. Bilur mín stendur við Tinghúsvegin, og um náttina standa bara einir tríggir bilar í grannalagnum. Men so koma dagarnir fyri jól, tá seinastu jólagávurnar skulu keypast. Einki fái eg parkeringsplássið seinnapartin og má parkera bilin næstan uppi í Gundadali. Stuttligt at eygleiða fólk, sum royna at sleppa sær av við bilin. Lítið leggja tey í parkeringsbøtur, tey taka kjansin, og summi seta bilin sjálvt uppi á gongubreytini. Havi tikið mynd av støðuni, men myndin fer ikki á heimasíðuna, tí nummarpláturnar síggjast. Annars eru vit farin um styttsta dag, og hjá mær lættnar í sálini, tí tá gongur ímóti ljósari tíðum. Læs resten

Flemming Raben hugleiðir eitt sindur um kvinnukappingina

Flemming venur neistakvinnur saman við Jacob Jónsson. (Mynd Vagnur)

Flemming venur neistakvinnur saman við Jacobi Jónsson. (Mynd Vagnur)

Kvinnuliðini í bestu hondbóltsdeildini eru farin í jólafrí, men longu 3. januar eru dystir aftur á skránni. Neistin og Kyndil eru topplið og spæla uttan iva FM-finalurnar. Flemming Raben venur neistakvinnur, og eg havi biðið hann siga nøkur orð um, hvat hann heldur um liðni í deildini. Sjálvur er hann væl nøgdur við úrtøkuna hjá neistakvinnum higartil, tí fleiri spælarar vóru jú givnir á liðnum. – Kyndilskvinnur er eitt vælskipað lið, men so eri eg skuffaður, at Stjørnan og VB ikki klára seg betur, sigur Flemming millum annað. Læs resten

Vit fara at síggja beinharða kapping um seinna FM-finaluplássið

Í míni hondbóltsverð er H71 ikki einsamalt favorittur at vinna FM-heitið. Men í FM-finaluna kemur liðið, hóast trý stig av fýra eru tapti seinastu dagarnar.
H71 vinnur grundspælið, men er ikki mín favorittur at vinna FM-heitið.

Áhugavert at hyggja í stigatalvuna, nú liðini í bestu mansdeild fara í jólafrí. Eisini áhugavert at síggja, at H71 seinastu dagarnar hevur mist trý stig, og hvussu stóran týdning danin Peter Krogh hevur fyri H71 liðið. Hann skjeyt sjey mál dystinum ímóti Neistanum og er lykilin, um H71 skal vinna FM-heitið. Eisini áhugavert, at neistamenn herfyri knappliga vinna á StíF og í dag spæla javnleik 20-20 ímóti H71. Men mest áhugaverda er, at nú eru kyndilsmenn veruliga við aftur. Kyndil varð liðið, sum eg heilt gjørdist topplið í vetur, tí manningin var so góð á pappírinum, men Kyndil fekk ringa byrjan. Vónleyst at siga, hvat lið spælir FM-finalurnar ímóti H71 várið komandi. Øll liðini uttan H71 hava verið óstøðug og mist heilt nógv stig. Læs resten