Haldi vit kunnu siga, at BankNordik gjørdi kvetti at selja tveir bygningar til Tórshavnar kommunu fyri 90 milliónir krónur fyri síðani at byggja nýggjan bygning. Onkur hevur havt á orði, at Heðin Mortensen og harvið Tórshavnar kommuna skuldu havt sæti í bygninginum, tí so sóu tey alla Havnina í einum. Ikki havi eg verið inni í bygninginum, men eg hoyrdi stjóran siga í útvaprinum, at torført var at hanga upp nógvu málningarnar, tí har var so nógv glas. Tú kanst ikki negla seym í glas. BankNordik eigur um átta hundrað virðismiklar málningar málað av føroyskum málarum. Í skýmingini fríggjadagin tók eg myndina omanfyri, sum eg haldi riggar bara heilt væl. Í løtuni venji eg meg at brúka mítt nýggja myndatól, men hetta gongur ikki nóg væl, tí eg havi “manualfobi”. Tími ikki at seta meg inn í alt tað, sum slíkt myndatól kann. Eg havi fingið hjálp frá kønum, og nú gongur eitt sindur betur. (Vagnur)
Forfatterarkiv: vagnur
Smæran var fyrsti sjálvtøkuhandil í Føroyum

Soleiðis minnist eg Smæruna. Kjøthandil var í nærmasta húsinum og keypsmansvørur vóru í hinum húsinum. (Mynd Havnin – fólk og yrki)
Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um Smæruna, nú Starvsmannafelagið hevur keypt bygningin, har Sjónvarp Føroya helt til í M.A. Winthersgøtu/J.H. Schrøtergøtu í Havn, fóru tankarnir skjótt at reika, tí nógv havi eg sporini í Smæruni. Pápi mín, Helge Michelsen (1913-1985), róptur Helgi í Smæruni, kom sum tjúgu ára gamal at arbeiða í Smæruni, eftir at hann í nøkur ár hevði arbeitt hjá Evensen. Hann segði okkum, at hjá Evensen fekk hann 200 krónur um mánaðin, men handilsmaðurin Hans Jacob Jacobsen bjóðaði honum 250 krónur um mánaðin, og hann tók av. Pápi arbeiddi í Smæruni í 48 ár. Læs resten
Sjálvandi skal Tórshavnar havn byggjast út, men?
Spyrt tú fólk á gøtuni um nýggju havnina, sum ætlanin er at byggja suður í Nólsoyarfjørð, so sigur eingin seg vera ímóti ætlanini. Tó nevna næsta øll økið við Skansan. Tórshavnar kommuna lurtaði eftir borgaranum og hevur slept ætlanin at byggja bryggju og bingjupláss fram við Skansanum, sum forðar fyri útsýni suður í hav. Hetta er frálíkt og sjálvandi røtt avgerð. Ein mótmælisfundur var herfyri á Meiarínum, har borgarstjórin var við men ikki formaðurin í havnarnevndini. Ikki var eg á fundinum, men ein maður segði mær, at á fundinum kom fram, at ongar royndir eru gjørdar um veður og vind á serstovni í Danmark. Í fjølmiðlunum verður sagt, at arbeiðið skal bjóðast út í næstum. Haldi, at borgarin hevur rætt at síggja tekningarnar í nýggja uppskotinum, nú nýggja havnin skal byggjast suður í Nólsoyarfjørð. Gjøgnumskygni, sum vit taka til. Millum 50 til 60 ferðamannaskip vitja Havnina um summarið, og farmaskip koma á Havnina mest sum hvønn dag í viku. Ov lítið bryggjupláss er til at taka, tí má Havnin byggjast út, men hetta má gerast við skili, og allar kanningar mugu gerast, áðrenn arbeiðið byrjar. At vit varðveita útsýnið frá Skansarnum suður í Nólsoyarfjørð eru fólk fegin um. Tá fólk nevna útsjónd, so kunnu vit øll vera samd um, at bingjur eru ikki nakað prýði fyri eitt havnarlag og harvið umhvørvið har á leiðini. . (Vagnur)
Vit bíða í spenningi eftir nýggju brúnni um Sandá
Nýggja brúgvin um Sandá skuldi vera liðug á ólavsøku í fjør, vóru boðini frá Tórshavnar kommunu. Næstu boðini vóru, at brúgvin ikki skuldi gerast jólatrøll, men seinastu boðini eru, at borgarstjórin klippur snórin 28. februar. Havi fylgt arbeiðnum frá byrjan, tí eg koyri abbabørn, sum ganga í skúla og eru í vøggustovu á Hamarinum. Altíð áhugavert at koma á Hamaran, tí útsýnið er so gott og vakurt. Tú sært um alla Havnina, norðoyggjarnar eru har, og tú sært suður í hav. Skalt úr Havnardali, har abbabørnini búgva, er stórur umvegur, tí tú skalt heilt oman í rundkoyringina við Landssjúkrahúsið, áðrenn tú skal niðan gjøgnum Müllerstrøð. Og har er altíð nógv ferðsla. Tá brúgvin kemur, lættur munandi um ferðsluna har á leiðini. Spákaði mær í vikuni yvirímóti brúnni, og teir leggja nú nógv tons av jarni á brúnna, áðrenn dekkið verður stoypt. Havi mangan hugsað, hvussu torført má vera at geva tilboð uppá slíkt arbeiði, tí ikki eru royndirnar nógvar at byggja slíka brúgv. Vit eru øll tolin og bíða í spenningi eftir nýggju brúnni um Sandá. (Vagnur)
Milson Zachariassen tók í 1961 stigið at stovna Faroe Boys (4)

Faroe Boys í 1962. Frá høgru Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Dánial Petur Djurhuus, Milson Zacahariassen og Tummas Nielsen. (Bambus foto)
Søgan um tónleikabólkin Faroe Boys er áhugaverd, men lítið hava vit hoyrt um upprunan til tónleikabólkin, sum var stovnaður í 1961. Tað var Milson Zachariassen, sum tók stig at stovna bólkin, og hetta var áðrenn Kári Mouritsen, Robert McBirnie og Jógvan Dahl komu í bólkin. Eg havi verið á gátt hjá Milson og spurt hann, hvør byrjanarsøgan er um Faroe Boys, og Milson sigur soleiðis: Læs resten
Finnur Hansson hugleiðir um stigatalvuna í bestu mansdeild
Steðgur er í hondbóltslandskappingini í fimm vikur, og nú skulu liðini spæla steypadystir. Eg havi biðið Finn Hansson sagt nøkur orð um mansliðini í bestu deildini og serliga, hví stigatalvan sær út sum hon ger. Hyggja vit at stigatalvuni í taptum stigum, so hevur H71 tapt fimm stig, VÍF ellivu stig, KÍF ellivu stig, Kyndil fjúrtan stig, StÍF seytjan stig, Neistin tjúgu stig og Team Klaksvík hevur enn einki stig fingið. H71 fer uttan iva við fyrsta FM-finaluplássinum, men so er hørð kapping millum VÍF, KÍF og Kyndil um seinna FM-finaluplássið. Finnur sigur soleiðis um stigatalvuna og um tey sjey liðini. Læs resten
Eingin útlendingur í føroyskum manshondbólti í 1970-árunum

Frálíkt lið. VÍF vinnur FM-heitið 1975. Standandi f.v: Petur Pauli Poulsen, Kári Durhuus, Johnny Joensen, Dánjal J. Andreasen, Kári Mortensen og Ólavur Højgaard. Húkandi f.v: Pauli(Palli) Joensen, Heðin Winther Olsen, Kristin Johansen og Gunnar Streymoy. (Mynd Kyndilslogin)
Eg sat eina løtu og blaðaði í bókini “Bjartur lýsir Kyndilslogin” sum Suni Merkistein skrivaði í sambandi við, at Kyndil fylti fimti ár í 2006. Nógv gott og rúgvismikið tilfar, sum eg kenni og eri uppvaksin við. Steðgaði við tvær liðmyndir av mansliðunum hjá Kyndli, sum vann FM-heitið í 1974 og mansliðnum hjá VÍF, sum vann FM-heitið í 1975. Frálík hondbóltslið, sum vóru minst líka góð lið, sum liðini í dag. Tó skal sigast, at leikreglurnar vóru tá øðrvísi, tí floyta var ikki so skjótt fyri nølspæli, tí fór ferðin mangan úr dystinum. Tankarnir sveimaðu um báðar liðmyndirnar. Læs resten
VÍF kvinnur vunnu og varðveita møguleikan finalustríðnum
Nú er steðgur í hondbóltslandskappingini í fimm vikur, og taka vit saman um stigatalvuna, kundi mest sum alt næstan vera avgjørt sunnudagin. Vunnu kyndilskvinnur á VÍF, so var VÍF rokið í finalustríðnum. Og taptu kyndilsmenn, so var brekkan meira enn brøtt hjá liðnum at náa FM-finalurnar. Men úrslitini í høllini á Hálsi sunnudagin háttaðu seg soleiðis, at VÍF kvinnur við sigrinum varðveita møguleikan at náa FM-finalurnar. Kyndilsmenn við javnleikinum hanga framvegis í VÍF og KÍF. Læs resten
Leygardagin hitti eg trý spøk ross í Havnardali
Altíð gott at hava myndatólið í bilinum, tí tú kanst knappliga uppliva okkurt áhugavert, sum tú ikki vanliga upplivir. Tá eg eri vestanfyri, hugsi eg mangan um seyðin, sum liggur við vegjaðaran og onkuntíð eisini gongur á vegnum. Ikki løgið, at seyður verður yvirkoyrdur serliga, tá myrkt er. Leygardagin ávegis til Kirkjubøar møtti eg trimum rossum mitt á vegnum við fjósið í Havnardali. Koyrdi varliga ímóti rossunum, floytaði einaferð, men tey lótust ikki um vón. Síðani fór eg úr bilinum, tók mynd av rossunum, sum komu ímóti mær. Men so knappliga fóru tey av vegnum. Spøk ross, má eg siga. Ryssa og tvey ungross. Læs resten
Aftur í 60 árini – Enjoyers funnu saman í Kinabrekkuni í 1961 (3)

Birgar, Djóni, Hans Christian og Steingrím avmyndaðir í 1963 í stovuni hjá Hans Christiani og teimum. (Myndaeigari: Djóni)
Enjoyers spældi fleiri ferðir í tiltakinum Aftur í 60-árini, og tónleikabólkurin er dømi um, hvussu ungfólk kunnu finna saman í tónleikinum, fyri síðani fara hvør til sítt og so finna saman aftur á “gamalsaldrinum”. Djóni Andreasen, Hans Christian Clementsen og Steingrím Abrahamsen eru uppvaksnir í Kinabrekkuni úti á Landavegnum í Havn. Eyðbjørn Jakobsen á Kamarinum búði eisini har á leiðini og undirvísti ungfólki í guitarspæli. Læs resten





