Monthly Archives: september 2015

Javnaðarflokkurin hevði heilt vist mist 2000 atkvøður

Var val í dag, sum tikið verður til, hevði Javnaðarflokkurin mist 2000 atkvøður. Fyrst tær 1000 atkvøðurnar, sum Sonja fekk, og so aðrar ónøgdar atkvøður frá serliga unga ættarliðnum. At Javnaðarflokkurin vann valið, hevði sínar orsøkir. Flokkurin hevur formann, sum einki politiskt lík hevur í skjáttuni, og sum sýnist at vera rætti løgmaðurin. Og so fekk flokkurin… Les meira…

Bátatænastan fingið sleipibil við vogni til smábátarnar

Nógv broytist í Havn eisini í Álakeri. Stóð ein dagin og eygleddi nýggja sleipibilin hjá Bátatænastuni, sum við serligum vogni fær bátarnar úr sjónum og flytir teir til umvælingar á økinum har á leiðini. Tórshavnar Havn hevur gjørt frálíkan bátadrátt, so Brandstøðin eisini kann flota teirra skjóttgangandi bát, um okkurt er áfatt á sjónum. Sjálvan vognin… Les meira…

Samgongan eigur at broyta hjúnabandslógina beinanvegin

Gjørdi nýggja samgongan rætt, so eigur hjúnabandslógin at vera broytt beinanvegin. Tí so sleppa vit í framtíðini undan kravgongum og óneyðugum kjaki um tey samkyndu. Tíðin er við teimum samkyndu, og tá øll norðunlondini og eisini Obama í USA hevur gingið teimum samkyndu á møti, so verður hetta eisini gjørt í Føroyum fyrr ella seinni. Ì… Les meira…

Hondbóltsfelagið Tjaldur í Runavík varð stovnað í 1957

Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um hondbóltsfelagið Tjaldur í blað, kom eg at hugsa um nakrar eldri hondbóltsmyndir úr Runavík, sum eg fyri nøkrum árum síðani sá á Facebook. Á myndini spældu menn hondbólt niðri við sjóvarmálan í Runavík. Niðri á Sandinum, sum tey róptu økið. Eg veit og minnist, at Niklas… Les meira…

Ódnartøkini eru sólskinssøgur í føroyskum kappróðri

Endamálini hjá Teiti Samuelsen og Fróða Magnussen var frá byrjan at fáa longt róðrarárið, tí teir sjey FM-róðrarnir fara bara fram  tveir mánaðir í árinum. Roynd var fyrst gjørd við snarróðri í Havn, har róð varð 470 metrar, men trupulleikin eru farma- og ferðamannaskipini, sum liggja á Molanum. Síðani varð roynd gjørd við ódnartøkum, har… Les meira…

Kumpass skal sjálvandi vera umborð á kappróðrarbáti

Eg stúrsaði við um vikuskiftið, tá eg sá forsíðuyvirskift í Dimmalætting. Har stóð: Løgnar lógir: Hví skal kakppróðrarbátur hava kumpass? Á síðu 38 í blaðnum er rúgvismikil grein at lesa, har Ben Arabo ynskir sær færri hillametrar av lógum og reglum í 2015. Hann sigur, at føroyska samfelagið druknar í óneyðugum lógum og reglum frá føroyskum myndugleikum… Les meira…

Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um fjall mugu fyrst gerast

Nú sita fólk og samráðast um nýggja samgongu. Eg havi eitt inniligt ynski, og tað er, at nýggja samgongan syrgir fyri, at Hvalbiartunnilin frá 1963 og tunlarnir Norður um fjall í Norðoyggjum frá 1967  verða gjørdir beinanvegin. Í Hvalba er stórt virksemi við nógvum trolarum og flakavirki. Heilt ringar umstøður hevur vinnan í Hvalba, tí tunnilin… Les meira…

Tvey donsk vaktarskip vóru í Føroyum valnáttina

Vanligt er bara eitt danskt vaktarskip við Føroyar, men dagin eftir løgtingsvalið lá bæði Triton F358 og Knud Rasmussen P570 á Havnini. Knud Rasmussen heldur til í Grønlandi, men áhugavert kundi verið á fingið at vitað, um tilvildarligt var, at tvey donsk vaktarskip lógu við bryggju í høvuðsstaðnum valnáttina. Tú kanst kanska ímynda tær, at danir vilja vísa føroyingum, at velja… Les meira…

Kann Nýtt Sjálvstýri halda stóra vallyftið til næmingarnar í Hoydølum? Neyvan

Omanfyri plakátin stóð við Eystara ringveg uttan iva ætlað næmingum, sum koma frá skúla úr Hoydølum. 100 milliónir er nógvur peningur, og henda upphædd munar veruliga hjá Fróðskaparsetri Føroya. Nýtt Sjálvstýri boðar næmingunum í Hoydølum og øðrum frá, at velja tit flokkin, skulu vit syrgja fyri, um vit koma í samgongu, at Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða tykkum fleiri… Les meira…

Sonja Jógvansdóttir, Henrik Old og Bjørn Kalsø áttu tær mest skapandi plakáturnar

Nú er løgtingsvalið av, og eg eri væl nøgdur við valið. Fólkið vil hava broytingar, og tí vóna vit, at vinnandi flokkarnir finna saman. Havi stóran áhuga, hvussu lýsingar eru snikkarar til, tí tað eru bara tey allar fækstu, sum duga at skapa góðar einfaldar lýsingar. Góð tekning ella mynd við serliga stuttum boðskapi. Minnist sum… Les meira…