Gjørdi nýggja samgongan rætt, so eigur hjúnabandslógin at vera broytt beinanvegin. Tí so sleppa vit í framtíðini undan kravgongum og óneyðugum kjaki um tey samkyndu. Tíðin er við teimum samkyndu, og tá øll norðunlondini og eisini Obama í USA hevur gingið teimum samkyndu á møti, so verður hetta eisini gjørt í Føroyum fyrr ella seinni. Ì míni verð er hetta bara ein avgreiðsluspurningur, tí meirlutin av føroyingum vilja jú hava broytt hjúnabandslógina. Nógv rumbul stóðs á sinni um grein 266 b, nú tosar eingin um hetta. Soleiðis gerst eisini við hjúnabandslógin. Annars var hjúnabandslógin misnýtt í valstríðnum.
Eg hoyrdi fleiri ferð fólk siga í valstríðnum, at nú var hjúnabandslógin í vandi. Hetta er púra burturvið, tí eitt hjúnaband er eitt samband millum tvey fólk, sum samfelagið annars onga ávirkan hevur á. Tey ungu fara antin á kommunukontór, kirkju ella onkra aðrastaðni at gera avtalu og lova hvør øðrum, at tey ganga sama í hjúnaband og halda saman bæði í viðgongd og mótgongd. At so 40% av teimum skiljast seinni á lívsleiðini, er heilt annað mál.
