Tey avgreiddu róðrarnar til “ug” í Runavík seinnapartin

kjkjkj

Tummas Petur Thomassen í føroyskari húgvu gekk bátunum til handa. (Mynd Teitur)

Fyrireikararnir av FM-róðrunum í Runavík prógvaðu enn einaferð í dag, at hetta duga tey. Nógvar eru eisini royndirnar seinastu nógvu árini. Sjálvt um vit mistu tjúgu minuttir í byrjanini, og vit upplivdu ein tjóvstart og ein bátur hekk fastur, og tí tveir eyka startir, so tóku FM-róðrarnir júst tveir tímar at avgreiða. Hetta er alt góðtikið avrik. Eg havi tosað við ein í Havnar róðrarfelag, sum var á staðnum. Hann segði mær nakað soleiðis í telefonini: Læs resten →

B36 spælir sunnudagin ein av størstu lagnudystum í trý ár

Skála hevur vunnið sær fimm stig í tveimum dystum ímóti B36. (Mynd Álvur)

Skála hevur vunnið sær fimm stig í tveimum dystum ímóti B36. (Mynd Álvur)

Ikki havi eg skrivað nógv um fótbólt, tí um fótbólt kann lesast og hoyrast í so nógvum miðlum. Tó fylgi eg væl við og havi altíð hildið við B36. Ikki ein av teimum, sum sær allar dystir ella situr í B36 skýlinum íklæddur B36 turriklæði ella húgvu. Ein B36-ari í tí stilla. Sunnudagin klokkan 17.15 spæla B36 og KÍ í Havn, og hetta má sigast at vera ein av teimum heilt stóru lagnudystum hjá B36. KÍ er flúgvandi, og er í løtuni seks stig undan B36. Vinnur KÍ í Gundadali sunnudagin, so kann B36 siga farvæl at endurvinna meistaraheitið. Tá eru níggju stig millum liðini, sum B36 ongan møguleika hevur at vinna innaftur, tí KÍ í ár er eitt so mikið gott lið. Tá B36 tapti fyri Skála inni á Skála og spældi javnleik í Havn, hugsaði eg mítt. Hoydi eisini menn siga í Vespureiðrinum í R7, at B36 liðið var ikki eins gott og undanfarin ár, og serliga, tí so nógvir spælarar vóru skaddir. Dysturin sunnudagin er dystur um seks stig. Vinnur B36, ja, so skilja bara trý stig liðini, og tá er B36 við aftur í kappingini um meistaraheitið, men tapir B36, so siga vit farvæl til tess at endurvinna meistaraheitið. (Vagnur) Læs resten →

Hvat kunnu vit vænta okkum í FM-róðrunum á eystanstevnu

Barnamanningar sleppa sjálvandi at rógva í Runavík. (Mynd Dánjal)

Vøkru bátarnir Nevið reyða, Knørrur, Argjabáturin og Miðvingur. (Mynd Teitur)

Fyrstu FM-róðrarnir á norðoyastevnu eru altíð serligir, tí vit kenna ikki styrkuna á øllum manningunum, og teir bestu bátarnir liggja ikki borð um borð. Næstu FM-róðrar eru eisini serligir, tí nú kenna vit bestu bátarnar  frá norðoyastevnu, og nú liggja bestu bátarnir borð um borð. Róðrarnir í Hvalvík vóru eisini serligir, tí tað gekk sum tað gekk við fyrireikingini. Hetta kunnu vit ikki gera umaftur, og vit síggja fram til leygardagin, tá manningarnar rógva í Runavík. Hvat kunnu vit vænta okkum? Læs resten →

Nú er kvirt, friðsælt og sera vakurt á Fútakletti og á Oyrargjógv

Vakurt og friðsælt á Oyragjógv. Nógv eru minnini á hesum plássi. (Mynd Vagnur)

Vakurt og friðsælt á Oyrargjógv. Nógv eru minnini á hesum plássi. (Mynd Vagnur)

Seinasta leygardag koyrdi eg vestur í Vágar og steðgaði á Oyrargjógv. Har var friðsælt og vakurt. Tankarnir reikaðu hesa løtuna, og nógv vóru minnini frá tíðini, vit fóru vestur í Vágar at spæla hondbólt. Minniligar løtur á Oyrargjógv, men eisini langar løtur at bíða eftir Bragd og seinni bilferjuni Sam. Ikki eri eg nakrantíð komin á land á Fútakletti, men hava siglt til Miðvágs á sinni við Vesturleið, sum sigldi millum Havnina og Miðvág. Fyrst í 1960 – árunum byrjaðu teir at gera Oyrargjáarvegin frá gamla Fútakletsvegnum, og í 1965 var atløgubryggjan tikin í nýtslu. Og hetta var júst um tað mundið, tá Oyggjarvegurin varð bundin saman. Hetta var 6. juni 1966,  eftir at vit í eina tíð máttu ganga millum vegirnar upp á oynnni við Hórisgøtu. Læs resten →

Hví skulu allir skúlanæmingarnir flytast úr miðbýnum

Skilji ikki, at hesir skúlar skulu niðurleggjast einaferð med alla. (Mynd Vagnur)

Skilji ikki, at hesir skúlar skulu niðurleggjast einaferð med alla. (Mynd Vagnur)

Ein dag í seinastu viku stóð eg í Tórsgøtu og eygleiddi skúlanæmingar, sum høvdu fríkorter. Gott lag børnunum, har nøkur spældu fótbólt, og onnur spældu sær í Grasagarði. Hesar skúlastovur vóru bygdar í 2005, tí plásstrot var í stóra Tórshavnar kommunuskúla. Hugsaði hesa løtuna um nýggja skúlabygnaðin. Her standa tríggir skúlar, sum allir vera niðurlagdir, og longri uppi er Sankta Frans skúli, sum ikki sleppur at hava framhaldsdeild. Hetta kann ikki vera rætt. Hví vilja býráðspolitikararnir við forkvinnuni í mentanarnevndini á odda flyta næmingarnar úr miðbýnum. Hvat er endamálið, tí næmingar skapa lív, og tað er júst lív, sum fólk vilja hava í miðbýnum. Læs resten →

Eingin hanafótur var at halda fasta startinum í Hvalvík

Her síggja vit barnamaningar í Hvalvík leygardagin.

Her síggja vit barnamaningar í Hvalvík leygardagin. Stórur bogi er í startinum, tí eingin hanafótur er festur í startin. (Mynd heimasíðan)

Á myndini omanfyri liggja trettan barnamanningar við startin í Hvalvík – trettan dreingjamanningar. Eg havi tosað við róðrarmann, sum eygleiddi, hvat fór fram úti á málinum, tá hesir trettan barnamanningar lógu við fasta startin í so langa tíð, og fyrireikararnir ikki fingu fasta startin at rigga. Sum tit siggja, so er einki galið við veðrinum, men tað er galið við startinum, sum liggur í stórum boga. Róðrarmaðurin sigur soleiðis við undirritaða. Læs resten →

Fleiri óvæntað úrslit á sundalagsstevnuni í Hvalvík

Sum 10-mannaførini vóru jøvn í Hvalvík. Teir umborð á Havnarbátinum fingu veruliga uppreist frá norðoyastevnu. (Mynd Teitur)

10-mannaførini vóru jøvn í Hvalvík. Teir umborð á Havnarbátinum fingu veruligan uppreisn frá norðoyastevnu. (Mynd Teitur)

Ein sálarfrøðingur hevði kanska kunnað sagt mær, um tað ávirkar úrslitini, at rógvarar soleiðis skulu bíða tímar til tess at sleppa at rógva. Kroppurin og harvið sálin ger seg til reiðar til ávísa klokkutíð eins, tá tú fert til próvtøku í skúlanum. Men henda klokkutíðin flutti seg alla tíðina í Hvalvík. Vit skrivaðu føroyska róðrarsøgu í Hvalvík leygardagin, tí eitt var, at 175 barnarógvarar vóru sendir til hús vegna út av lagi vánaliga fyrireiking, men eisini tað, at seinastu skotini brusti fyri 10-mannaførunum, tá klokkan slerdi 19.46 á kvøldi. Syrgiligt, at slíkt skal koma fyri enn einaferð, og allan dagin í gjár og kvøldið við, hevði eg ikki góða róðrarkenslu. Læs resten →

Føroyskur kappróður bumbaður nógv ár aftur í tíðina

lklkk

Eldri mynd av róðri í Hvalvík. (Mynd Chrisopher)

Nú havi eg skrivað um kappróður síðani 1980-árini, men ongantíð havi eg upplivað slíkt sum í dag. Hetta líkist svartasta ongum, tí júst tað, sum hendir í Hvalvík, havi eg skrivað um í fleiri ár, ja líka síðani vit fingu fasta startin. Havi í nógv ár ført fram, at eitt fast lønt toymi má fylgja startinum og øllum stevnum. Vit minnast jú upplivingarnar í Sørvági fyri nøkrum árum síðani, tá var sama skili. Vit skulu eisini minnast til, at vit mistu 1500 og 2000 metrar teinarnar, tí nøkur feløg vístu á, at longu teinarnir var orsøkin, at tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar. Eg royndi í míni skriving at vísa á, at á summum plássum í Føroyum til dømis á Skálafjørðinum gekk væl at avgreiða allar róðarnar á øllum teinum í tveir tímar. Læs resten →

Føroysk róðrarsøga hevur mín heilt stóra áhuga

Per Jacobsen Aftara rað frá vinstru: Lisa Rasmussen, Skála, Ebbemia Holm Jacobsen, Havn, Sanna Hansen, Klaksvík, Johanna Katrina Debess, Oyri. Fremra rað: Lena Gaard, Oyndarfjørður, Martha Clementsen, Elduvík, Zacharia Petersen, Klaksvík. Kelda: Norðoyastevnan 50 ár 1936-1986, Bóklingur, útgivin av norðoyastevnunevndini í samráð við John Reid Bjartalíð.

Fípan Fagra manning í 1936: Aftara rað frá vinstru: Lisa Rasmussen, Skála, Ebbemia Holm Jacobsen, Havn, Sanna Hansen, Klaksvík, Johanna Katrina Debess, Oyri. Fremra rað: Lena Gaard, Oyndarfjørður, Martha Clementsen, Elduvík, Zacharia Petersen, Klaksvík. Kelda: Norðoyastevnan 50 ár 1936-1986, Bóklingur, útgivin av norðoyastevnunevndini í samráð við John Reid Bjartalíð.

Tá eg sá 80 ára gomlu góðu myndina omanfyri á Gamlar myndir úr Klaksvík, frøddist eg almikið. Áhugavert eisini at lesa viðmerkingarnar til báðar myndirnar, har eftirkomarar hjá hesum rógvarum leggja upplýsingar aftrat myndunum. Tey siga, at myndin er frá 1936, og at hetta er fyrstu ferð, at Fípan Fagra er mannað við kvinnum. Í 1982 gav Niels Juul Arge út bókina Drekin í sambandi við, at Havnar róðrarfelag fylti 50 ár. Í bókini sæst hvørjar manningar rógva á ólavsøku frá 1932 til 1982, tá bókin kom út. Eg at leita í bókini eftir Fípuni Føgru úr Klaksvík. Læs resten →

Tað grør um gangandi fót í Fuglafirði

Dýrdarveður í Fuglafirði, har Rádni, Erla kongsdóttir og Gullbrandur eru í harðari kapping. (Mynd Hans

Dýrdarveður í Fuglafirði, har Rádni, Erla kongsdóttir og Gullbrandur kappast. (Mynd Hans Højgaard) 

Sundalagsstevna verður í Hvalvík leygardagin, og tá skulu 77 bátsmanningar til próvtøku. Eftir norðoyastevnu eru nýggjar avbjóðingar, har summar manningar ætla at halda tørn, meðan aðrar ætla at betra um úrslitið á norðoyastevnu. Barnamanningar er heilar 25 manningar, og hetta er føroyskt met. Læs resten →