Kyndil-VB 23-21(12-8) Málverjarnir vóru bestu spælararnir

VB kvinnur 17. november 2012: St.f.v: Marijana Trbojevic, Gurið Mortensen, Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, Bára Krosslá Mortensen, Una Nolsøe, Tamara Radic, og Damir Oros, venjari, Fremst frá vinstru: Rúna Midjord Jacobsen, Rannvá Johannesen, Guðrun í Lágabø, Beinta Ludvig Gudmundsson, Bjarta Hergarsdóttir og Andrea Nielsen. (Mynd Vagnur)

Kvinnuliðini hjá Kyndli og VB spældu seinnapartin í Havn, og eins og í dystinum millum liðini í Vági, gjørdist hetta ein javnur dystur í millum bilum, hóast Kyndil var á odda í hálvleikinum og einaferð í seinna hálvleiki var á odda 17-11. Eg havi sjáldan sæð ein so illa spældan dyst í fyrra hálvleiki við so nógvum villum og brendum málmøguleikan, sum eg sá seinnapartin. Javnleikur til liðini á hesum økinum. Eg segði við síðumann í fyrra hálvleiki, at føroyskur kvinnurhondbóltur var betri í 70-árunum, enn tað eg sá í dag, og síðumaðurin var samdur við mær. Tað er serliga hetta, tá ið spælarar eru púra fríir við málverjanum. Spælarar hyggja ikki upp, teir bíða ikki, og teir skjóta oftast uppi i málinum, sjálvt um málverjarnir leypa upp í krossfisk. Læs resten →

VÍF/Tjaldur-Stjørnan 30-24 (13-9) VÍF/Tjaldur nærkast toppinum

VÍF/Tjaldur mennist í hvørjum. (Mynd Álvur)

Kvinnuliðini VÍF/Tjaldur og Stjørnan í bestu deildini spældu í kvøld í Runavík, og VÍF/Tjaldur vann tryggjan sigur, sjálvt um javnt  gekk á fyrstu 25 minuttirnar í dystinum. Úr Runavík verður sagt, at Stjørnan misti takið seinastu fimm minuttirnar í báðum hálvleikunum. Eygleiðarin sigur, at tað var serliga vinstri vongurin hjá VÍF/Tjaldur Heidi Sevdal, sum í seinna hálvleiki gjørdi um seg. Hon skeyt eitt mál í fyrra hálvleiki, og sjey mál í seinna hálvleiki. Flestu í skjótálopi.  Nú seti eg spurningin: Stjørnan í FM-finalurnar? Eg ivist. Læs resten →

Alt fær ein enda eisini ferðamannaskipið TERNAN/VÍPAN

Vípan/Ternan við bryggju í Havn. Verður tað ferðamannaskip aftur. Neyvan. (Mynd Vagnur)

Ein seinnapart í seinastu viku spákaði eg niðri á “Ískaini”, og har steðgaði eg við ferðamannaskip við tveimum nøvnum. Einastaðni á skipinum stóð Vípan, og aðrastaðni stóð Ternan. Einferð var hetta stásiligt skip, sum sigldi við ferðafólki og akførum millum Leirvík og Klaksvík. Seinni, tá ið nýggj Ternan varð bygd á Tórshavnar Skipasmiðju í 1980, fekk skipið navnið Ternan I. Skipið sigldi millum Havnina og Skálafjørðin, men eisini sum avloysaraskip aðrastaðni í Føroyum. Skipið, sum nú eitur Vípan, liggur svínabundið við bryggju. Meðan eg stóð har og eygleiddi skipið, sveimaðu tankarnir um keðiligu sjónina. – Hava skip sál? Læs resten →

KÍF-VÍF 24-26(9-15) KÍF fekk vánaliga byrjan

VÍF er flúgvandi í løtuni og hevur vunnið bæði á Kyndli og nú KÍF. (Mynd Álvur)

VÍF gjørdi kvetti at vinna á KÍF í høllini í Kollafirði, tí KÍF hevði fyri dystin í dag bert mist eitt stig. Eg hitti Jan Ottosen og spurdi hann, um VÍF hevði lagt serliga taktikk til tess at knúgva KÍF á heimavølli.

 – Eg haldi, at tað kom óvart og óvæntað á KÍF, at vit mansvardu Hans Eli frá byrjan og fóru aftur í eina 5-0 flata verju. Eli stendur væl í málinum, verjan er góð og skal hava rós.

– Eisini spældu vit væl í álopinum. Í seinna hálvleiki mansverjir KÍF Filip, og tá ið KÍF kemur heilt nær 24-23 til VÍF, er feril av panikki á liðnum, men einastaðni føldi eg kortini, at vit høvdu tak á støðuni. Eg hitti eisini KÍF venjaran Jacob Jónsson eftir dysti, og hann sigur. Læs resten →

H71-Kyndil 31-25(16-13) H71 hevði leiðsluna næstan allan dystin

H71 mansverji Finn Hansson mest sum allan dystin.

H71 vann seinnapartin tryggan sigur á Kyndli, og tað var bara fyrstu tíggju minuttirnar javnt gekk á. Spældir eru sjey minuttir og javnleikur 5-5, men næstu tíggju minuttirnar tekur H71 leiðsluna við tveimum og trimum málum.

Tó nærkast Kyndil, tí tá tjúgu minuttir eru spældir, er H71 á odda við 13-11 og løtu seinni 13-12. Hálvleikstøðan 16-13 til H71.

Í seinna hálvleiki dregur H71 veruliga frá, tí eftir tíggju minuttir, er H71 á odda 20-13 og løtu seinni 24-17. Kyndil nærkast eitt sindur ímóti endanum, tí tá ið 23 minuttir eru spældir, er H71 á odda 27-23. H71 vinnur tryggan sigur 31-25.

Eg fekk fatur í neistamanni eftir dystin, og hann sigur soleiðis: – Liðini byrjaðu sum eitt ódnarveður við nógvum skjótálopum, ongari verju og nógv mál skotin.  Læs resten →

Stjørnan-Kyndil 18-16(7-13) Stjørnan og VÍF komu nú á stigtalvuna VB-VÍF/Tjaldur 25-30(12-16)

Alina Olaru var ófør ímóti Kyndli.

Í dag broyttist tølini á stigtalvuni, tí nú eru Stjørnan og VÍF komin á talvuni, og vit kunnu rokna við báðum liðunum í kappingini at koma í FM-finalurnar. Fyrst til dystin í Klaksvík millum Stjørnuna og Kyndil, sum skuldi gerast ein óvanliga løgin dystur, tí Kyndil var á odda í hálvleikinum við seks málum 13-7, men liðið fekk bara trý mál í seinna hálvleiki. Pól Mikkelsen úr Klaksvík sá dystin, og hann hevur sjáldan sæð so løgnan dyst.

 – Í dag spældu hvørki Simona ella Durita, men Alina Anghel er komin aftur á stjørnuliðið, og hon ger ótrúliga góðan mun serliga í verjuspælinum. Kyndil hevði tak á støðuni í fyrra hálvleiki, og tað sá svárt út hjá Stjørnuni, men í seinna hálvleiki hendi nakað, sum man sjáldan sær í hondbólti. Læs resten →

Team Klaksvík-StÍF 22-31(10-11) Teir tíma væl hóast mótgongd

Málið um skuldarbundnu hallirnar í Klaksvík er ikki endaliga loyst. (Mynd Vagnur)

Seinnapartin í dag spældu mansliðini hjá Team Klaksvík og StÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. StÍF liðið var skert, tí Sveinur Justiunussen var ikki við vegna skaða, og hjá Team Klaksvík var Sámal á T. Olsen við aftur og eisini Matthias Samuelsen, sum er heima í løtuni. Óivað tí gjørdist dysturin javnur frá byrjan, men einaferð í seinna hálvleik dró StÍF veruliga frá Team Klaksvík. Eg hitti formannin í Team Klaksvík Hera Johnsson í telefonini, og hann sigur. Læs resten →

Hondbólturin í Sandavági er í stórari menning

Jóhan hevur góðar vónir um framtíðina hjá hondbóltinum. (Mynd Vagnur)

Eg havi hitt Jóhan Stenberg, venjara, og eina av eldsálunum í Søljuni og SÍF í Sandavági. Jóhan er uppvaksin á Argjum og er lærari í Sankta Frants skúla í Havn. Hann og konan, sum er av Stykkinum, fluttu til Sandavágs í 2006, og skjótt kom Jóhan at gerast virkin í hondbóltslívinum í bygdini.

Jóhan spældi frá ungum árum í Neistanum, og hann spældi eisini á besta liðnum í felagnum. – Spælarar koma úr allari oynni at spæla hondbólti í okkara felagi, og eg haldi, at hondbólturin í løtuni er á góðari kós, sigur Jóhan. 

Eg gørdi skjótt av, tá ið eg hitti Jóhan Stenberg í SMS. Hann hevði matarsteðg frá lærarayrkinum í Sankta Frants skúla. Fór til húsa eftir myndatólinum, meðan Jóhan keypti í Miklagarði, og løtu seinni fingu vit positivt prát um hondbóltin í Vágum. Læs resten →

Kyndil-VÍF 22-24 (11-14) Tættur og spennandi dystur í Havn StíF-Neistin menn 29-20 (12-10)

Frálíkur hondbóltsdystur í høllini á Hálsi mikukvøldið.

Ein av teimum góðu og spennandi dystunum millum mansliðini hjá Kyndli og VÍF varð spældur í Havn mikukvøldið. Claus Rasmussen sá dystin og sigur soleiðis. – Ein frálíkur, tættur og spennandi hondbóltsdystur. Nógv ferð á spælinum, tvær góðar verjur og góðir málverjar. Besti spælarin hjá Kyndli var íslendingurin Hørdur Fannar Sigtórsson, sum var ein brandur í verjuspælinum. Dysturin gjørdist ótrúliga javnur í endanum, og óivað vann VÍF dystin, tí kyndilsmenn brendu nógvar upplagdar málmøguleikar og mistu týðandi bóltar í avgerandi løtum. Eg vil serliga nevna ein VÍF spælara, sum spældi ein frálíkan dyst. Andrias Eriksen eitur VÍF spælarin, sigur Claus. Gongdin í dystinum var henda: (Hagtøl StÍF-Neistin niðanfyri) Læs resten →

Kyndil-VÍF/Tjaldur 24-22 (12-16) Tomma avgjørdi dystin í Havn StíF-Neistin 29-36(17-19)

VÍF/Tjaldur 7. november 2012. St. Adina Petrea, Amanda Kristensen, Kathrin Jacobsen, Vivian Petersen, Steinbjarta Marnersdóttir, Rannvá Jacobsen, Liljan Djurhuus og Kristina í Dávastovu. Fremst f.v: Ansy Sevdal, Barbara Nygaard, Halla Durhuus, Tóru Seloy, Heidi Sevdal, Sarah Hansen, Eilin Hansen og Linda Davidsen. (Mynd Vagnur) 

Tomma Petersen í Kyndilsmálinum og mansverjan í seinna hálvleiki av Adinu Petrea førdi til, at kyndilskvinnur vunnu dystin ímóti VÍF/Tjaldur, sum í hálvleikinum var á odda 16-12. Og alt bendi á, at VÍF/Tjaldur fór at vinna dystin. Eg haldi ikki, at vit sóu ein væl spældan dyst, heldur rótuttan dyst. VÍF/Tjaldur spældi góðan fyrra hálvleik, men tá ið Adina bleiv mansvard í seinna hálvleiki, var tað eingin annar spælari hjá VÍF/Tjaldur, sum veruliga bjóðaði av,  sigur Claus Rasmussen úr høllini á hálsi. (Niðast eru hagtøl frá dystinum millum StÍF og Neistan kvinnur á Skála)  Læs resten →