Neistin-StÍF16-24(8-10) StÍF vann dystin í seinna hálvleiki VÍF-Kyndil 23-25 (13-13)

VIFKyndilNeistin-StÍF16-24(8-10) StÍF vann dystin í seinna hálvleiki

Málskjúttar Neistans: Teitur Magnussen 5, Terji Mørk 3, Rói Hansen 2, Beinur Davidsen 2, Andras Joensen 1, Herbjørn Lava 1, Jugoslav Djumic 1, Torstein Balle 1

Málskjúttar StÍF: Pætur Joensen 8, Steinar Prestá 5, Borgar Danielsen 5, Marius Joensen 3, Jón Rasmussen 1, Sveinur Justinussen 1, Jógvan G. Joensen 1

Dómarar: Ragnar Simonsen og Heri Petersen Læs resten →

Neistin-StÍF 34-22(14-10) Neistakvinnur vunnið alt VÍF/Tjaldur – Kyndil 18-33(10-15) Kyndil ávegis í FM-finalurnar

StÍF

StÍF 16. desember 2012. St.f.v: Jústenes Justinussen, venjari, Mariann Petersen, Birna Tummasardóttir, Bára Berthelsen, Rebekka Justinussen, Paula Høgnesen og Pauli Joensen, venjari. Fremst f.v: Fríðrún Danielsen, Erla Petersen, Barbara í Billustovu, Jóhanna Poulsen, Oddrún Danielsen og Rebekka Poulsen. (Mynd Vagnur)

Tveir kvinnurdystir vóru spældir seinnapartin, og ovastu liðini á stigtalvuni Neistin og Kyndil vunnu sínar dystir. Heldur óvæntað, at Kyndil vann stórsigur í Vestmanna, men dysturin sigur okkum, at kann Adina Petrea ikki spæla, so er VÍF/Tjaldur ikki eitt topplið og nær ikki FM-finalunum. Men fyrst til dystin í Havn millum kvinnurnar hjá Neistanum og StÍF. StÍF mansvardi Barbaru Brauer mest sum allan dystin, men neistaliðið er so mikið væl mannað, at tað gjørdi ikki mun at mansverja Barbaru, tí neistakvinnur fingu nógv burturúr at spæla fimm ímóti fimm. Dystargongdin var henda. Læs resten →

Team Klaksvík-H71 21-37(9-19) Hóast tap missa vit ikki svøvnin

Rúni Højgaard skeyt fimtan mál. (Mynd Álvur)

Tú skalt skilja støðuna hjá Team Klaksvík, tá ið tú sært eitt úrslit 37-21 tap fyri H71 í Hoyvíkshøllini. Badmintonhøllin í Klaksvík lekur so illa, at ikki er spældandi í høllini í løtuni, og tí mátti heimadysturin hjá Team Klaksvík spælast í Hoyvíkshøllini. Team Klaksvík spældi hampuligan góðan dyst ímóti Kyndli mikukvøldið, men í kvøld gekk av skriðuni.

Eg hitti formannin í Team Klaksvík Hera Johnsson, sum var ávegis aftur til Klaksvíkar, og eg spurdi hann, um spælarar hjá Team Klaksvík tíma at spæla slíkan dyst, tá ið menn eru troyttir frá mikukvøldinum, og liðið er noytt at spæla heimadyst á útivølli. Læs resten →

Kyndil-Team Klaksvík 30-27(15-10) Kyndil vann tepran sigur

Team Klaksvík 12.12.2012. St.v: Dánjal Kjærbo, Heri Johnsson, Beinur Heðinsson, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen og Fríðin Ziskason. Fremst f.v: Borisa Eskic, Andrias Ellingsgaard, Vilhelm Vilhelmsen, Beinir Johannesen og Jákup Pauli Ziskason. (Mynd Vagnur)

Tað vóru væl hýrdir Team Klaksvík spælarar, eg hitti fyri dystin ímóti Kyndli. Ein av leiðarunum hjá Team Klaksvík segði mær, at tey í felagnum vóru fegin, nú Klaksvíkar kommuna eigur bæði KÍ høllina og Badmintonhøllina. Støðan hjá Team Klaksvík er í løtuni, at dystir kunnu ikki spælast í Badmintonhøllini, tí takið lekur eftir stormskaða. Liðið má tí fríggjakvøldið spæla útidystin ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. Men aftur til hondbóltsdystin. Fáir áskoðarar sóu dystin í høllini á Hálsi. 35 áskoðarar eru skrivaðir á dómaraseðilin. Dystargongdin var henda: Læs resten →

Neistin-VÍF 24-24(12-12) Neistamenn mistu á stokkinum

VÍF 11. desember 2012. St.f. Henrik Gerster, venjari, Jákup Durhuus, liðleiðari, Rasmus Junker, Martin Ritto, Sámal Jákup Djurhuus, Bárður Brimvík, Sámal Joensen, Regin Joensen, Agnar Joensen, Sjúrður Nielsen, Jóngerð Nielsen, hjálparfólk og Jan Ottosen, venjari. Fremst frá vinstru: Filip Jojic, Holgar Durhuus, Magnus á Rógvi, Joen Pauli Høgnesen, Eli Müller, Tóki Seloy, Jákup Andreas Joensen og Andrias Eriksen. (Mynd Vagnur)

Venjararnir hjá Neistanum og spælarar kunnu vera ótrúliga væl nøgdir við avrikið ímóti VÍF, men Neistin misti annað stigið í seinasta minutti eftir at hava verið á odda mest sum allan dystin. Eg havi spurt Claus Rasmussen, hvat hann helt um dystin. – Fyrst vil eg siga, at munur var á hugburðinum hjá báðum liðunum. Eg haldi ikki, at VÍF-spælararnir stríddust nóg nógv, tá ið hugsað verður um, at liðið møguliga verður annað liðið í FM-finalunum. Haldi heldur ikki, at venjararnir rættuliga megnaðu at finna røttu loysnina at basa unga íðna neistaliðnum. Læs resten →

Grein nummar 300 er nú farin á heimasíðuna

Áhugavert eisini at skriva søguligt tilfar. (Mynd Vagnur)

21. apríl í ár fekk eg mær mína egnu heimasíðu eftir at hava skrivað í fimm ár á www.drekin.fo og hálvttriðja ár á www.neistin.fo. Og nú eg skrivaði grein nummar 300, vil eg takka teimum hjartaliga, sum á ymsan hátt hava hjálpt við myndum, úrslitum, viðmerkingum eftir dystir og upplýsingum á ymsan hátt. 

21. apríl í ár skrivaði eg: Heimasíðan www.hvannrok.fo skal vera mítt frítíðarítriv, nú eg eri farin frá sum lærari. Ætli mær ikki at binda meg til nakað sum helst, bara skriva av og á um tilfar, sum eg haldi er spennandi og hevur áhuga millum manna. Eg eri ovfarin av undirtøkuni. Læs resten →

StÍF-VB 32-37(16-16) VB dró frá miðskeiðis í seinna hálvleiki

VB kann sjálvandi enn náa seinna FM-finaluplássið. (Mynd Álvur)

Einasti dystur í bestu deildini hjá kvinnum og monnum varð spældur á Skála seinnapartin(sunnudagin), og tað var kvinnudysturin millum StÍF og VB. Og hetta skuldi gerast málríkur dystur við heili 69 málum, sum er tað mesta í einum kvinnudysti í langa tíð.

Torført var at fáa ein dómaraseðil av Skála, men hepni var við mær, tá ið eg ringdi til Gurið Mortensen í VB leguni. Eg spurdi Gurið, hví dysturin í dag júst bleiv so málríkur, og hon sigur: Læs resten →

Aldurmarkið í Challenge Trophy kappingini er broytt

Kristian Johansen HSF formaður.(Mynd Vagnur)

IHF hevur broytt aldursmarkið í Challenge Trophy kappingini, har føroysk landslið hava spælt seinnu árini. Challenge Trophy kappingin kann sammetast við áður altjóða kappingina fyri landslið í C-bólkinum, har føroyska manslandslið spældi á sinni.

Føroysk A-landslið hava spælt í hesi kapping, men nú hevur IHF broytt mansaldurin til at vera tjúgu ár og kvinnualdurin til at vera nítjan ár, so Challenge Trophy kappingin í framtíðini verður ein U19/20 kapping fyri landslið.

Landsliðsvenjarin Claus Rasmussen hevur sent HSF framtíðarætlan um U19 landsliðið fyri kvinnur, men HSF formaðurin Kristian Johansen sigur, at HSF hevur ikki enn viðgjørt endaliga framtíðina hjá ungu landsliðunum. Læs resten →

Neistin-VÍF/Tjaldur 33-18(17-10) Stórsigur á skerdum gulum liði

Nicoleta á veg í gjøgnum VÍF/Tjaldur verjuna.

Í kvøld(hóskvøldið) vóru vit enn einaferð vitni til, at liðini í bestu kvinnudeildini standa og falla við heilt fáum spælarum. Eftir at neistakvinnur vóru pressaðar í Vági sunnudagin, tá liðið tað sama kundi tapt seinast í dystinum, so hildu eg og onnur, at VÍF/Tjaldur kundi geva Neistanum skarpan gang í kvøld, men so var ikki. Tveir av skjúttunum hjá VÍF/Tjaldur  Adina Petrea og Liljan Djurhuus spældu ikki, og tí var dysturin alt annað enn spennandi. Liðleiðarin hjá neistakvinnum Eirikur Magnussen sigur soleiðis í stuttum: -Liljan Djurhuus var í høllini, men hon var sjúk, og Adina Petrea er skadd í skotarminum, tí var tað eitt skert VÍF/Tjaldur lið, vit spældu ímóti. Læs resten →

Kyndil-StÍF19-21(15-7) Kyndil misti flogið í seinna hálvleiki

Paula Høgnesen nr.18 spældi sín besta dyst á árinum. Òtrúliga flott komið aftur av StÍF-kvinnum.

Kvinnuliðini hjá Kyndli og StÍF spældu í høllini á Hálsi í kvøld(mikukvøldið), og her vóru áskoðarar vitni til løgnan dyst, tí Kyndil vant burturúr StÍF í fyrra hálvleiki, men tað var, sum um eitt heilt annað kyndilslið kom á vøllin í seinna hálvleiki. Viðmerkjarin hjá heimasíðuni sigur soleiðis stutt um dystin:- Kyndil byrjaði sum eitt ódnarveður fyrst í dystinum og spældi veruligan góðan hondbólt við skjótum spæli fram eftir vøllinum. Og tað sá ikki út, sum StÌF megnaði at fylgja við, og at StÍF kom at gera nakað við Kyndil í kvøld. Men so var ikki. Læs resten →