Neistin-VÍF/Tjaldur 33-18(17-10) Stórsigur á skerdum gulum liði

Nicoleta á veg í gjøgnum VÍF/Tjaldur verjuna.

Í kvøld(hóskvøldið) vóru vit enn einaferð vitni til, at liðini í bestu kvinnudeildini standa og falla við heilt fáum spælarum. Eftir at neistakvinnur vóru pressaðar í Vági sunnudagin, tá liðið tað sama kundi tapt seinast í dystinum, so hildu eg og onnur, at VÍF/Tjaldur kundi geva Neistanum skarpan gang í kvøld, men so var ikki. Tveir av skjúttunum hjá VÍF/Tjaldur  Adina Petrea og Liljan Djurhuus spældu ikki, og tí var dysturin alt annað enn spennandi. Liðleiðarin hjá neistakvinnum Eirikur Magnussen sigur soleiðis í stuttum: -Liljan Djurhuus var í høllini, men hon var sjúk, og Adina Petrea er skadd í skotarminum, tí var tað eitt skert VÍF/Tjaldur lið, vit spældu ímóti.

-Tá sigurin longu var tryggur í hálvleikinum, skiftu neistavenjararnir nógv út í seinna hálvleiki, og millum annað spældi Barbara næstan slett ikki í seinna hálvleiki, sigur Eirikur úr høllini. Dystargongdin var henda: Neistin leggur seg á odda beinanvegin, og tað ganga tíggju minuttir, áðrenn VÍF/Tjaldur fær fyrsta málið. Støðan 4-1 til Neistan. VÍF/Tjaldur heldur tørn næstu tíggju minuttirnar, tí eftir tjúgu minuttir er støðan 11-7. Men neistakvinnur draga meira frá seinastu tíggju minuttirnar, tí hálvleikstøðan gerst 17-10 til Neistan.

Neistin fær góðan byrjan í seinna hálvleiki, og munurin økist enn meira. Tíggju minuttir farnir og 22-11 til Neistan. Og neistakvinnur draga enn meira frá, sum hálvleikurin líður. Tjúgu minuttir spældir og 28-13 til Neistan, og dysturin endar 33-18, sum er stórsigur í bestu deildini. Tað løgna er í løtuni, at øll í liðini uttan Neistin hava fleiri tapt mál enn vunnin mál á stigtalvuni.

Øll liðini í bestu deildini tola ikki at missa ein ella tveir lyklaspælarar, tí koma hesa óvæntaðu úrslitini. Kyndil spældi í gjárkvøldið uttan Guðrið G. Eystberg, og hetta ger mun. Og vit kunnu ímynda okkum, um StÍF spælir uttan Rebekku Justinussen, og Neistin spælir uttan Barbaru Brauer. Tí er vónleyst í løtuni at siga, hvat lið fylgir Neistanum í FM-finalurnar. Stjørnan plagar at toppa eftir jól, og hvussu við Liljuni og Adinu hjá VÍF/Tjaldur? Eg havi alla tíðina rokna við VÍF/Tjaldur, men so má liðið vera fullmannað, og hetta umfatar eisini øll hini liðni. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Eir Berg 6, Barbara Brauer 6, Bára Hansen 5, Ása á Neystabø 4, Marjun Danberg 4, Nicoleta R. Hansen 3, Birita Jacobsen 2, Jacklin Durhuus 2 og Rakul Augustinussen 1

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 5, Rannvá Jacobsen 2, Solfríða ? 2, Tóra Seloy 2, Amanda Kristiansen 2, Eilin Hansen 2 og Linda Davidsen 1

Dómarar:Ragnar Simonsen og Regin Petersen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 9 284 204 80 18
2 Kyndil 9 198 214 -16 9
3 VÍF/Tjaldur 7 172 178 -6 6
4 Stjørnan 8 178 191 -13 6
5 VB 8 182 197 -15 5
6 StÍF 7 163 193 -30 4

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *