21. apríl í ár fekk eg mær mína egnu heimasíðu eftir at hava skrivað í fimm ár á www.drekin.fo og hálvttriðja ár á www.neistin.fo. Og nú eg skrivaði grein nummar 300, vil eg takka teimum hjartaliga, sum á ymsan hátt hava hjálpt við myndum, úrslitum, viðmerkingum eftir dystir og upplýsingum á ymsan hátt.
21. apríl í ár skrivaði eg: Heimasíðan www.hvannrok.fo skal vera mítt frítíðarítriv, nú eg eri farin frá sum lærari. Ætli mær ikki at binda meg til nakað sum helst, bara skriva av og á um tilfar, sum eg haldi er spennandi og hevur áhuga millum manna. Eg eri ovfarin av undirtøkuni.
Tilfarið á heimasíðuni skal fyrst og fremst vera nýtt tilfar, men eisini finna fram okkurt áhugavert gamalt tilfar. Eg ætli eisini finna fram nakað av søguliga tilfarinum, sum eg havi skrivað áður, og sum nógv fólk ikki hava sæð. Nú fáa vit at síggja.
Eg havi higartil havt politikkin, at greinarnar vil eg skriva sjálvur, og innsent tilfar, sum kemur í aðrar fjølmiðlar, verður ikki lagt á heimasíðuna. Sjálvandi er ikki møguleiki at fevna um tildømis allar ítróttagreinar, men fólk, sum kenna meg, vita, at hondbóltur og kappróður liggur mær ótrúliga nær, og so kunnu aðrir fjølmiðlar skriva um aðrar ítróttagreinar. Tó so, eg skrivaði eisini nakrar greinar um fótbólt í summar.
Gamalt tilfar hevur mín stóra áhuga, og eg havi sett mær fyri at fáa nakað av søguligum tilfari frá øllum hondbóltsfeløgunum kring landið, men enn er ikki komið á mál. Eisini dámar mær væl at skriva um minnisvarðar, gamlar kirkjur og skip. Eg eri ongantíð í uppisetrti við tilfari og hugskotum, men tilfarið skal sjálvandi skrivast. Eg royni at skriva eina grein um dagin, og eg tími væl.
Kanska havi eg spent um ov nógv at skriva um allar hondbóltsdystirnar í bestu hondbóltsdeildini. Hetta minnir meg um slavuarbeiðið, tá ið eg skrivaði um ítrótt í 14. september í 80 árunum og var blaðstjóri á Alt um Ítrótt í 1985 og 1986. Hetta at fáa hendur í dómaraseðlum kring landið.
Tá er hugaligari tildømis at skriva samrøðu við Marjuna Falkvard Danberg og aðrar persónar. Samrøðan við Marjuna eigur metið á heimasíðuni. Frá klokkan tólv á middegi og til miðnátt 21. november høvdu 3833 fólk lisið greinina. Gamla metið var 1750 vitjandi einaferð í summar eftir FM-kappróður og nú herfyri eitt sunnukvøld. Annars liggur talið millum 600 og 1500 vitjanir um døgnið alt eftir, hvat er á skránni. Eg síggi, at eftir hondbóltsdystirnar sunnudag økis vitjanartalið heilt nógv.
So er tað framtíðin? Eg hevði áður stóran áhuga í føroyskum politikki, men hann er minkaður heilt nógv seinnu árini. Skrivaði fleiri politisk lesarabrøv, men politikkur er sum oftast negativur lesnaður, tí ivist eg. Eg royni at skriva eina grein um dagin, men heimasíðan er framvegis frítíðarvirksemi, og tað skal helst ikk blíva til arbeiði.
Hugurin at skriva er framvegis góður, so vit halda bara fram. Nakrar av teimum 300 greinunum eru skrivaðar áður, men tær eru ikki nógvar. Havi lagt tær á heimasíðuna, tí so nógvir nýggir lesarar eru komnir á heimasíðuna. Tá ið tað kemur til viðmerkingar, so sleppa ikki duldar viðmerkingar á heimasíðuna. Hetta er rudduligast. (Vagnur)
