Einasti dystur í bestu deildini hjá kvinnum og monnum varð spældur á Skála seinnapartin(sunnudagin), og tað var kvinnudysturin millum StÍF og VB. Og hetta skuldi gerast málríkur dystur við heili 69 málum, sum er tað mesta í einum kvinnudysti í langa tíð.
Torført var at fáa ein dómaraseðil av Skála, men hepni var við mær, tá ið eg ringdi til Gurið Mortensen í VB leguni. Eg spurdi Gurið, hví dysturin í dag júst bleiv so málríkur, og hon sigur:
– Vit vóru vitni til rótutan dyst við nógvum málum, har hvørki av liðunum góvu sær stundir til skipað álopsspæl, ella rættari sagt byggja upp álopsspælið, og lítið gott verjuspæl var at hóma. Liðini løgdu hart út við nógvum skjótálopum, har spælarar runnu nógv aftur og fram.
– Javnt gekk á í fyrra hálvleiki. Tá tíggju minuttir vóru spældir varð StÍF á odda 5-4 og tíggju minuttir seinni á odda 10-9. Javnleikur var í hálvleikinum 16-16. Fyrst í seinna hálvleiki tóku vit leiðsluna, tí tá tíggju minuttir vóru farnir, var VB á odda 20-18. Í fyrra hálvleiki fóru vit ov langt fram í skjúttarnar hjá StÍF, og tí bleiv linjuspælarin hjá StÍF spældur leysur ferð eftir ferð. Hetta broyttu vit í seinna hálvleiki, og nú bar til.
– Tjúgu minuttir spældir í seinna hálvleiki, og hesa løtuna drógu vit veruliga frá, og knappliga var VB á odda 31-22, men kanska tóku vit okkum ov nógv av løttum seinastu tíggju minuttirnar, og tí fekk StÍF hesa løtuna fleiri mál enn vit. VB vann málríka dystin 37-32, sigur Gurið av Skála.
Eingin ivi um, at neistakvinnur eru ávegis í FM-finalurnar, men sum áður sagt, er vónleyst at ímynda sær, hvat av hinum liðunum nær FM-finalurnar, tí liðini eru so ótrúliga óstøðug bæði í sjálvum dystunum og frá dyst til dyst. Stóra orsøkin er, at liðini standa og falla við ávísum lyklaspælarum, sum fleiri hava verið skaddir í seinastuni. (Vagnur)
Málskjúttar StÍF: Bára Berthelsen 11, Rebekka Justinussen 9, Oddrún Danielsen 3, Birna Tummasardóttir 3, Fríðrún Danielsen 2, Erla Petersen 2 og Paula Høgnesen 2
Málskjúttar VB: Marijana Trbojevic 9, Gurið Mortensen 8, Helga E. Kjærbo 7, Rannvá Johannessen 5, Bára K. Mortensen 3, Tamara Radic 3, Andrea Nielsen 1 og Rúna Midjord Jacobsen 1
Dómarar:Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 9 | 284 | 204 | 80 | 18 |
| 2 | Kyndil | 9 | 198 | 214 | -16 | 9 |
| 3 | VB | 9 | 219 | 229 | -10 | 7 |
| 4 | VÍF/Tjaldur | 7 | 172 | 178 | -6 | 6 |
| 5 | Stjørnan | 8 | 178 | 191 | -13 | 6 |
| 6 | StÍF | 8 | 195 | 230 | -35 | 4 |
