Tú skalt skilja støðuna hjá Team Klaksvík, tá ið tú sært eitt úrslit 37-21 tap fyri H71 í Hoyvíkshøllini. Badmintonhøllin í Klaksvík lekur so illa, at ikki er spældandi í høllini í løtuni, og tí mátti heimadysturin hjá Team Klaksvík spælast í Hoyvíkshøllini. Team Klaksvík spældi hampuligan góðan dyst ímóti Kyndli mikukvøldið, men í kvøld gekk av skriðuni.
Eg hitti formannin í Team Klaksvík Hera Johnsson, sum var ávegis aftur til Klaksvíkar, og eg spurdi hann, um spælarar hjá Team Klaksvík tíma at spæla slíkan dyst, tá ið menn eru troyttir frá mikukvøldinum, og liðið er noytt at spæla heimadyst á útivølli.
– Vit missa ikki svøvnin, um vit taptu við nógvum málum fyri H71, tí vit kenna núverandi støðu hjá liðnum og harvið spælarunum. Beint fyri kappingina stóð Team Klaksvík uttan nevnd og venjara, og spælarar vóru farnir í onnur feløg. Bara fjúrtan dagar fyri fyrsta landskappingardyst fekk felagið nýggja nevnd, og eg gjørdist formaður. Eg vildi fyri alt í verðini ikki, at manshondbólturin skuldi detta niðurfyri í Klaksvík, men fyrireikingin til kappingarárið var eingin. Menn vóru ikki í venjing.
– Breiddin er ikki stór á liðnum, og tá ið spælarar í kvøld skifta seg sjálvar út miðskeiðis í fyrra hálvleiki skrædnar. Óroyndir spælarar koma á vøllin og megna ikki at fylgja H71. Verjan hjá okkum var út av lagi hesa løtuna, og millum annað lata vit Rúna Højggaark skjóta fimtan mál í dystinum.
– Nú skulu vit bara fáa hetta kappingarárið at ganga, so taka vit samanum og fyrireika okkum betur til næsta kappingarár. Vit hava tosað saman, hvussu gerast skal, sigur Heri Johnsson, formaður í Team Klaksvík. Dystargongdin var henda:
Team Klaksvík megnar at fylgja H71 í sjey minuttir, tí tá er støðan 4-3 til H71. Men so kemur áðurnevndu tíggju minuttirnir, har skrædlið hendur. H71 leggur seg á odda 17-5. Team Klaksvík heldur tørn næstu tíggju minuttirnar, og hálvleiksstøðan er 19-9 til H71.
Í seinna hálvleiki økist munurin ikki, tí eftir tíggju minuttir er støðan 24-14 til H71, og tíggju minuttir seinni 30-19 til H71. H71 vinnur dystin 37-21, sum er trivaligur sigur. H71 er framvegis eitt av liðunum, sum kann koma í FM-finalurnar. Vit onnur vóna, at Team Klaksvík megnar at fóta sær sum hondbóltsfelag og kann hava gott manslið í bestu deildini. Men vit mugu óivað bíða til næsta kappingarár, tí hóast nakrar góðar spælarar, er liðið í løtuni ikki nóg væl mannað og væl fyri at klára seg í bestu deildini. (Vagnur)
Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 8, Beinur Heðinsson 7, Dánjal Kjærbo 4, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Andrias Ellingsgaard 1
Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 15, Hallur Biskopstø 5, Bogdan Florea 4, Ári J. Olsen 3, Tróndur Arge 3, Hanus Norðberg 3, Høgni Djurhuus 2, Sigmundur Nolsøe 1 og Niels Viggo Niclasson 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Petersen

