Neistin-StÍF 34-22(14-10) Neistakvinnur vunnið alt VÍF/Tjaldur – Kyndil 18-33(10-15) Kyndil ávegis í FM-finalurnar

StÍF

StÍF 16. desember 2012. St.f.v: Jústenes Justinussen, venjari, Mariann Petersen, Birna Tummasardóttir, Bára Berthelsen, Rebekka Justinussen, Paula Høgnesen og Pauli Joensen, venjari. Fremst f.v: Fríðrún Danielsen, Erla Petersen, Barbara í Billustovu, Jóhanna Poulsen, Oddrún Danielsen og Rebekka Poulsen. (Mynd Vagnur)

Tveir kvinnurdystir vóru spældir seinnapartin, og ovastu liðini á stigtalvuni Neistin og Kyndil vunnu sínar dystir. Heldur óvæntað, at Kyndil vann stórsigur í Vestmanna, men dysturin sigur okkum, at kann Adina Petrea ikki spæla, so er VÍF/Tjaldur ikki eitt topplið og nær ikki FM-finalunum. Men fyrst til dystin í Havn millum kvinnurnar hjá Neistanum og StÍF. StÍF mansvardi Barbaru Brauer mest sum allan dystin, men neistaliðið er so mikið væl mannað, at tað gjørdi ikki mun at mansverja Barbaru, tí neistakvinnur fingu nógv burturúr at spæla fimm ímóti fimm. Dystargongdin var henda.

Javnt gekk á fyrst í dystinum, tí tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var Neistin á odda 4-3. StÍF fylgir væl við eisini næstu tíggju minuttirnar, tí tá er støðan 10-7 til Neistan. StÍF heldur framvegis tørn seinast í fyrra hálvleiki, men tað er Neistin, sum fer til hálvleiks við leiðsluni 14-10.

Fyrst í seinna hálvleiki dregur Neistin frá, tí longu tá ið tíggju minuttir eru farnir, er Neistin á odda 20-12, og neistakvinnur draga meira frá næstu tíggju minuttirnar. Tá støðan er 26-15, og dysturin endar við trivaligum sigri til Neistan. Fyri dystin tók eg mynd av StÍF kvinnum, og nú er øll liðini í bestu mansdeild og kvinnudeild komin á heimasíðuna.

Ása fer til aftur til Danmark eftir nýggjár.

Ása fer til aftur til Danmark eftir nýggjár.

Eingin ivi um, at neistaliðið var betra liðið í høllini á Hálsi seinnapartin, og Neistin hevur vunnið allar dystirnar higartil. Neistin skifti nógv út, og allir spælarar sluppu at spæla. Tað er, sum um StÍF liðið vantar eitt sindur aftrat, tí liðið spælir ótrúliga væl til tíðir, men megnar ikki allan dystin. Ragnar Simonsen og Heri Petersen dømdu dystin. (Vagnur)

Málskjúttar Neistans: Barbara Brauer 7, Marjun Danberg 6, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Durhuus 4, Eir Berg 4, Bára Hansen 3, Rakul Augustinussen 3 og Ása á Neystabø 1

Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 5, Birna Tummasdóttir 4, Bára Berthelsen 3, Paula Høgnesen 2 og Oddrún Danielsen 1  

VÍF/Tjaldur – Kyndil 18- 33(10-15) Kyndil ávegis í FM-finalurnar

Herfyri roknaði eg heilt vist við, at VÍF/Tjaldur var liðið, sum kundi røkka FM-finalunum og serliga, tá ið Kyndil blakaði tveir sigrar burtur ímóti Stjørnuni og StÍF. Men sum eg havi skrivað mangan ferðir um kvinnukappingina: Tú kanst ikki rokna við nøkrum, uttan tað, at neistakvinnur koma í FM-finalurnar, tí hini kvinnuliðini eru so ótrúliga óstøðug. Tað velst um, hvussu liðið er mannað, tí liðini tola ikki at missa bara ein týdningarmiklan spælara.

Kyndilskvinnur styrktu munandi um støðuna at koma í FM-finalurnar.

Kyndilskvinnur styrktu munandi um støðuna at koma í FM-finalurnar.

Og VÍF/Tjaldur kemur ikki í FM-finalurnar, um Adina og Liljan ikki spæla samstundis. Í dag spældi Adina ikki, og Liljan varð mansvard, og tí vann Kyndil uppibornan tryggan sigur. Venjarin hjá Kyndli brúkar nógv at mansverja spælara, og hetta er eydnast ótrúliga væl í fleiri dystum.

Formaðurin í VÍF Áki Olsen sá dystin, og hann segði mær, at VÍF/Tjaldur hevði ongan møguleika í dystinum, tí Kyndil setti seg á dystin í seinna parti í fyrra hálvleiki. Kyndil dró bara longur og longur frá í seinna hálvleiki, og tað sigur alt um dystin, at Kyndil vinnur seinna hálvleik 18-8. Dystargongdin var henda:

Tað gongur hampuliga javnt á fyrsta korterið í dystinum, hóast Kyndil leggur seg á odda 6-2 eftir sjey minuttir. Tá ið tjúgu minuttir eru spældir, er Kyndil á odda 12-8. Og tað er eisini Kyndil, sum endar fyrra hálvleik best og fer til hálvleiks við leiðsluni 15-10.

Í seinna hálvleiki fær Kyndil flúgvandi byrjan og kann leggja seg á odda 21-11 eftir tíggju minuttir. Tjúgu minuttir farnir, og Kyndil á odda 27-15. Seinastu tíggju minuttirnar dregur Kyndil enn meira frá og vinnur dystin klárt 33-18. VÍF/Tjaldur skal spæla ímóti Stjørnuni í Klaksvík, og spælir Adina Petrea framvegis ikki, so tapir VÍF/Tjaldur heilt vist dystin. Eftir jól verður spennandi dystir um seinna plássið í FM-finalunum. StÍF og VÍF/Tjaldur dragna, VB og Kyndil eru við, og eg rokni heilt vist við Stjørnuni, sum nú er á røttu kósini. Men nú er Alina Anghel farin uttanlands í jólafrí?

Tað sær út, sum um tað stendur illa til at fáa dystirnar dømdar, tí dómarapørini eru ikki fullmannað. Heri Petersen og Ragnar Simonsen dømdu í Havn, og Hannis Wardum og Uni Wardum døma aftur kyndilsliðini. Hvar eru øll hini dómarapørini?

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 5, Liljan Djurhuus  5, Sarah Hansen 3, Tóra Seloy 2, Eilin Hansen 1, Ansy Sevdal 1, Amanda Kristensen 1

Málskjúttar Kyndils: Anja Heinadóttir 8, Simona Iacob 7, Jórun Ludvig 4, Annika Sigurdsdóttir 4, Turið Arge 4, Randi Wardum 2, Anna Brimnes 1, Guðrið G. Eystberg 1, Bjarta Johansen 1 og Anna Sofía Mohr 1

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 10 318 226 92 20
2 Kyndil 10 231 232 -1 11
3 VB 9 219 229 -10 7
4 Stjørnan 8 178 191 -13 6
5 VÍF/Tjaldur 8 190 211 -21 6
6 StÍF 9 217 264 -47 4

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *