Átta vikur farnar – allir fýra hvølparnir fingið nýggjan eigara

Átta vikur gamal fittur hvølpur, sum altíð var blíður og lívsglaður. (Mynd Vagnur)

Átta vikur gamal fittur hvølpur, sum altíð var blíður og lívsglaður. (Mynd Vagnur)

Í dag og í morgin eru steypafinalur í hondbólti, men tá ið Rás 2 og Kringvarpið gera nógv burturúr steypafinalunum, skrivi eg einki um steypafinalurnar, sum eru hátíðardagar í føroyskum hondbólti.

Dystirnir verða beinleiðis sendir í sjónvarpi leygardag, og nógvir áskoðarar koma eisini til steypafinalurnar hjá teimum ungu sunnudag. Heldur fari eg við sorgblídni at skriva nakrar reglur um trý ára gomlu tíkina hjá abbabørnunum í Havnardali, sum fyri átta vikum síðani fekk fýra smáar, blindar og fittar hvølpur.

Tað var stórt upplivilsi at fylgja tíkini, tá ið hon var kviðin, tí hon broytti medferð. Upplivilsið var enn størri og lívsgevandi, tá ið hvølparnir komu. Áhugavert at hava fylgt tíkini og teimum fýra hvølpunum, sum broyttust hvønn dag í hesar átta vikurnar. Hvølparnir verða vanliga latnir eftir átta vikur, og nú hava hvølparnir fingið nýggjar eigarar. Læs resten →

Kanska seks 10-mannafør eru við í FM-róðrunum í summar

Í summar siggja vit fleiri 10-mannafør í FM-róðrunum.

Í summar siggja vit fleiri 10-mannafør í FM-róðrunum.

Nú er tíðin komin at lodda dýpið, hvussu gongur at manna kappróðrarbátarnar kring landið. Tað er einki dulsmál, at kappróðurin hevur verið í aldudali seinnu árini, tí bátarnir í FM-róðrunum eru blivnir ov fáir. Men longu nú síggjast glottar, tí gongur eftir vild, rógva kanska seks 10-mannafør í summar. Heilt vist rógva Klaksvíkingur, Eysturoyingur, Hoyvíkingur, Suðuroyingur og Havnarbáturin. Finnur Johannessen frá kappróðurin í Vestmanna sigur, at ivastsamt er við Vestmenningi, men tey hava vónina, at Vestmenningur eisini er við, men avgerðin er ikki endaliga tikin. Í Runavík hava fólk tikið stórt tak at “endurreisa” kappróðurin, og eg hitti ein dagin Torbjørn Jacobsen, sum er nevndarlimur í NSÍ kappróðri. Læs resten →

StÍF-Stjørnan 33-25(17-12) StÍF-H71 28-26(9-12) Lagið var gott á StÍF spælarum sunnudagin

Tað leikaði hart á seinast í javna dystinum á Skála millum StÍF og H71

Tað leikaði hart á seinast í javna dystinum á Skála millum StÍF og H71

StÍF gjørdi gott hál sunnudagin í høllini á Skála, og áskoðararnir vóru nógvir, og lagið gott. Fyrst vunnu StÍF kvinnur tryggan sigur á Stjørnuni, og so vunnu StÍF menninir týdningarmiklan sigur á H71 í stríðnum um at náa FM-finalurnar. Fyrstu tjúgu minuttirnar i kvinnudystinum sást ikki, at StÍF kvinnurnar fór at vinna tryggan sigur. Tíggju minuttir spældir, og StÍF á odda 7-4, og tjúgu minuttir spældir 12-10 til StÍF, men so dró StÍF veruliga frá, og hálvleiksstøðan 17-12 til StÍF. Læs resten →

KÍF-Neistin 31-19(17-7) Neistamenn megna ikki at fylgja við

Neistamenn standa seg væl í verjuspælinum, men skotin mál hjá liðnum eru ov fá.

Neistamenn standa seg væl í verjuspælinum, men skotin mál hjá liðnum eru ov fá.

Neistin spældi í fyrru hálvu frálíkar dystir, men í seinastuni sýnist, sum liðið missir flogið, tí ein 31-19 sigur til KÍF ímóti Neistanum er klassamunur á liðunum. KÍF liðið er væl mannað og væl fyri, og tá ið neistamenn bara skjóta sjey mál í fyrra hálvleiki og bara fáa nítjan mál í dystinum, so er torført at fáa stigini. Munurin var beinanvegin í dystinum, tí tá ið tíggju minuttir vóru spældir, var KÍF á odda 8-3, og munur bara øktist, sum hálvleikurin leið. Tjúgu minuttir spældir, og støðan 13-5 til KÍF. Hálvleikstøðan 17-7 til KÍF. Læs resten →

VÍF/Tjaldur-VB 28-16(13-11) VÍF/Tjaldur er við í FM-stríðnum

Kyndil ella VÍF/Tjaldur spæla FM-finalur ímóti Neistanum.

Kyndil ella VÍF/Tjaldur spæla FM-finalur ímóti Neistanum.

Tað fegin formaður í Tjaldri Andrias Jacobsen, eg stutt fekk prátað við eftir kvinnudystin í Runavík. – Tað var fyrst og fremst verjan og góði málverjin, sum tryggjaði VÍF/Tjaldi trivaliga sigurin.

Serliga legði eg til merkis, at fleiri av ungu spælarunum veruliga stríddust og spældu væl. Adina Petrea spældi ikki, men Heidi Sevdal spælir aftur, og hetta ger sjálvandi stóran mun í álopinum, sigur Andrias í stuttari viðmerking.

VB skjýtur aftur fá mál í dag, og í seinna hálvleiki fær liðið bara fimm mál, og tá kanst tú ikki vinna dystir. VÍF/Tjaldur er framvegis við í FM-stríðnum, meðan VB nær ikki FM-finalunum. Dystargongdin var í stuttum henda: Læs resten →

Meiningahornið – Óvanlig grein í Sosialinum um mvg-skuld

Taks skal sjálvandi fáa amboðini at steðga stóru mvg-skuldini. (Mynd Vagnur)

TAKS skal sjálvandi fáa amboðini frá politikkarunum til tess at fáa inn alla mvg skuld.. (Mynd Vagnur)

Í Sosialinum mikudagin 30. januar er óvanlig grein um fyritøkur, sum skylda landskassanum stórar upphæddir í mvg gjaldi. Havi ikki sæð slíka grein áður. Yvirskriftin er: Her missir landskassin 100 milliónir krónur. Í greinini eru nøvn á partafeløgum aftur til 2005, sum skylda TAKS stórar mvg upphæddir, men TAKS sigur í greinini, at mvg peningurin er mest sum allur mistur, tí hesi partafeløg eru farin á húsagang. Eisini eru í greinini myndir av persónum, sum varða av størstu partafeløgunum, sum skylda TAKS og harvið landinum stórar mvg upphæddir. Og mín sann er eisini mynd av okkara løgmanni, tí hann varðaði av partafeløgum, sum skylda landinum mvg pening. Tá ið eg lesi áhugaverda tilfarið um tær 100 milliónirnar, sum hesar fyritøkur skylda landinum í mvg-gjaldi, so sveima sjálvandi tankarnir. Læs resten →

Hondbóltssambandið heitir á feløgini um at virða dómararnar

HSF má vera meira opið í viðgerini av føroyskari døming. (Mynd Vagnur)

HSF má vera meira opið í viðgerðini av føroyskari døming. (Mynd Vagnur)

Í skrivi á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum biðir HSF í tíðindaskrivi feløgini um halda uppat á teirra heimasíðum at leggja eftir dómarum við einvísari niðurgering og útspilling. www.hvannrok.fo hevur ikki fingið tíðindaskrivið óivað tí, at www.hvannrok.fo skrivar ikki um avrik hjá dómarum. Eg skrivi ikki um sjálv avrikini á vøllinum, men havi tó á heimasíðuni fleiri ferðir víst á “slagsíðuna” í føroyskari døming, har alt ov lítil uttanveltað døming valdar. Læs resten →

Donsku spælararnir vóru sálarliga illa fyri frá byrjan

Ulrik møtti ikki til tíðindafundin eftir dystin. (Mynd Ekstra Blaðið)

Ulrik møtti ikki til tíðindafundin eftir dystin. (Mynd Ekstra Blaðið)

Tað hevur verið ótrúliga áhugavert at fylgt HM-kappingini í hondbólti, og serliga dámar mær væl at fylgja við viðmerkingum fyri dystirnar og eftir dystirnar. Eg hevði ikki góðar kenslur fyri HM-finaluna, at Danmark fóru at vinna finaluna ímóti spania, tí bæði donsku fjølmiðlarnir, venjararnir og donsku spælararnir reypaðu alt ov nógv fyri finaludystin. Tað sýntist allastaðni, at Danmark hevði vunnið dystin, áðrenn hann var spældur. Tú kanst lesa nógv um sálarligu støðuna hjá spælarum, tá ið teir koma á vøllin. Longu eftir at fimm minuttir spæl sást týðuliga, at fleiri danskir spælarar ikki vóru í sálarligari javnvág til stóru uppgávuna ímóti Spania. Læs resten →

Neistin-VB 33-24 (16-13) Lættur neistasigur

Jacklin spældi ótrúliga væl ímóti VB. (Mynd Álvur)

Jacklin spældi ótrúliga væl ímóti VB. (Mynd Álvur)

VB var uppi í “hondbóltshimmalinum” í steypadystinum ímóti Stjørnuni, men seinnapartin var ikki so nógv um kvinnurnar úr Vági. Neistin vann greiðan sigur, sjálvt um neistavenjararnir summa løtur høvdu mest sum alla stammuna á beinkinum.

Vit sóu eitt tamt VB lið. Tó so, dysturin var hampuliga javnur fyrstu tíggju minuttirnar, tá støðan var 7-4 til Neistan. Men Neistin dró meira frá, og eftir tjúgu minuttir hevði Neistin 14-9 leiðslu, og hálvleikstøðan var 16-13 til Neistan.

VB heldur tørn fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki, men so dregur Neistin veruliga frá. Tíggju minuttir spældir 22-17 til Neistan, tjúgu minuttir spældir 29-20, og løtu seinna 32-20. Læs resten →

Rós til Rás 2 – KÍF, StÍF, Neistin og VB í steypafinaluni

Rós til Rás 2 fyri dygdar frásagnararbeiði. (Mynd Álvur)

Rós til Rás 2 fyri dygdar frásagnaravrik.

Eg havi ikki fylgt steypakappingini á heimasíðuni, tí tað gjørdist ov nógv bæði at fylgja landskappingini og steypakappingini. Tó havi eg sjálvur fylgt steypakappingini millum annað á Rás 2, har Rás 2 við frálíku frásagnum hevur lyft steypakappingina upp á eina hægri hill. Alt, meðan Kringvarpið liggur í dvala. Seinnapartin hendi so tað ótrúliga, at VB í óvanligum endaspurti spældi seg í steypafinaluna.

Stjørnan vann fyrra dystin í Klaksvík 25-20, og VB vann dystin í Vági 24-19. Liðini eru jøvn í stigum og málum, men VB skjýtur eitt útimál meira enn Stjørnan, tí er VB í steypafinaluni. Ótrúligt. VB hevur átta ferðir verið í steypafinaluna síðani í 1985, og VB vinnur tvær av teimum átta finalunum. Í 1993 vann VB 21-13 á Stjørnuni, og í 2003 vann VB 19-18 á VÍF. Læs resten →