VB var uppi í “hondbóltshimmalinum” í steypadystinum ímóti Stjørnuni, men seinnapartin var ikki so nógv um kvinnurnar úr Vági. Neistin vann greiðan sigur, sjálvt um neistavenjararnir summa løtur høvdu mest sum alla stammuna á beinkinum.
Vit sóu eitt tamt VB lið. Tó so, dysturin var hampuliga javnur fyrstu tíggju minuttirnar, tá støðan var 7-4 til Neistan. Men Neistin dró meira frá, og eftir tjúgu minuttir hevði Neistin 14-9 leiðslu, og hálvleikstøðan var 16-13 til Neistan.
VB heldur tørn fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki, men so dregur Neistin veruliga frá. Tíggju minuttir spældir 22-17 til Neistan, tjúgu minuttir spældir 29-20, og løtu seinna 32-20.
Neistin vinnur dystin 33-24. Una Egilsdóttir, sum var toppskjútti hjá VB í steypadystinum, spældi ikki í dag, men ein ung Una Nolsøe, skeyt fimm mál fyri VB. Jacklin Durhuus hjá Neistanum, sum vit ikki hava sæð so nógv til í eina tíð, spældi frálíkan dyst seinnapartan, ja, hon spældi besta dystin á vetrinum.
So spurningurin, um VB megnar at gera nakað við neistakvinnur í steypafinaluni, men steypafinala er serligur dystur. Tá koma VB kvinnur úthvíldar til Havnar, og Una Egilsdóttir kemur úr Danmark. Vit fáa ein heilt annan dyst, enn vit sóu seinnapartin í dag. (Vagnur)
Málskjúttar Neistins: Barbara Brauer 10, Jacklin Durhuus 8, Nicoleta R. Hansen 5, Bára Hansen 4, Marjun Danberg 2, Birita Jacobsen 2 og Eir Berg 2
Málskjúttar VB: Una Nolsøe 5, Tamara Radic 5, Marijana Trbojevic 3, Laila Jespersen 3, Gurið Mortensen 3, Christina Holm 2, Birita H. Olsen 1, Helga Eyðunsdóttir 1 og Rannvá Johannasen 1
Dómarar: Regin Petersen og Ragnar Simonsen
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 12 | 382 | 279 | 103 | 24 |
| 2 | Kyndil | 13 | 293 | 283 | 10 | 16 |
| 3 | VB | 12 | 280 | 304 | -24 | 8 |
| 4 | VÍF/Tjaldur | 10 | 237 | 265 | -28 | 8 |
| 5 | Stjørnan | 12 | 275 | 297 | -22 | 7 |
| 6 | StÍF | 11 | 263 | 302 | -39 | 7 |
