Í skrivi á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum biðir HSF í tíðindaskrivi feløgini um halda uppat á teirra heimasíðum at leggja eftir dómarum við einvísari niðurgering og útspilling. www.hvannrok.fo hevur ikki fingið tíðindaskrivið óivað tí, at www.hvannrok.fo skrivar ikki um avrik hjá dómarum. Eg skrivi ikki um sjálv avrikini á vøllinum, men havi tó á heimasíðuni fleiri ferðir víst á “slagsíðuna” í føroyskari døming, har alt ov lítil uttanveltað døming valdar.
Eg havi víst á, at HSF setir ikki feløgum krøv, tí í sama viðfangi, sum HSF sigur í tíðindaskrivinum “uttan dómarar eingin hondbóltur”, so halta krøvini hjá HSF, tí tað kann ikki vera rætt, at summi feløg sleppa undan at geva sítt íkast til føroyskan hondbólt, tá ið talan er um døming í bestu deildunum. Sjálvandi skulu feløg ikki niðurgera og spilla út dómarar á sínum heimasíðum, men feløg og HSF mugu tola, at dømaraspurningurin verður viðgjørdur á sámiligan hátt uttan at skíra ein bláan, negativan og tað, sum verri er.
Dómarafelagið við Karstini Joensen á odda hevur gjørt frálíkt arbeiði, og fleiri nýggj dómaraandlit eru komin á vøllin, men vit eru slett ikki enn komin á mál. Alt gott um, at føroyskir dómarar døma altjóða dystir uttanlands, og at fólk frá HSF eygleiða altjóða dystir uttanlands, men mín áhugi er heima í Føroyum. Vit vilja so fegin vera partur at altjóða hondbóltssamgonguni, men vit eru stórur eftirbátur, tá ið talan er um uttanveltaða døming. Undanførslan, at vit eru lítið land, keypi eg slett ikki, tí tá ið vit kundu spæla við uttanveltari døming í 1960 og 1970-árunum, so kunnu vit sjálvandi eisini tað í 2013. Og tað eru bara vit sjálvi, sum kunnu gera nakað við hetta nú eyma mál.
Trupulleikin hjá okkum er, at HSF í fimtan, tjúgu ár sleppur summum feløgum undan at geva sítt íkast til føroyska døming í bestu deildunum, og tí fáa vit hesa slagsíðuna í dømingini, har fólk til tíðir gerast ónøgd og kedd. Dómarafelagið setti áður krøv til einstaka A-dómaran, hvat dómarin kundu, og hvat hann ikki kundu av virksemi í feløgum. Hetta var rætti vegur til tess at koma nærri uttanveltari døming, men hesi krøv eru tíverri slept.
Eg haldi eisini, at summi val av dómarapørum í nøkrum dystum í vetur hava verið ótrúliga óheppin. Dómarar eru beinleiðis innhabilir, og hetta líkist ongum og má ikki koma fyri. Eg skilji slett ikki, hvat viðkomandi hugsar, sum setir dómarapør dystirnar. Dystur í Vestmanna og Vági eru bara nøkur av dømunum við vón um at flyta okkum nógv á dómaraøkinum. Biður man um rok, so fær man rok.
Alt gott um heimasíður hjá feløgum, men eg haldi tað vera ússaligt og langt úti, at flestu greinarnar á hesum heimasíðum eru dulnevndar. Tú kanst ikki leggja eftir dómarum ella nevna nøvn á spælarum á heimasíðum, uttan tú setir títt kristna navn undir greinarnar. Hetta er ikki góður fjølmiðlasiður og dregur tilfarið niður á lágt støði. (Vagnur)
