VÍF/Tjaldur-VB 28-16(13-11) VÍF/Tjaldur er við í FM-stríðnum

Kyndil ella VÍF/Tjaldur spæla FM-finalur ímóti Neistanum.

Kyndil ella VÍF/Tjaldur spæla FM-finalur ímóti Neistanum.

Tað fegin formaður í Tjaldri Andrias Jacobsen, eg stutt fekk prátað við eftir kvinnudystin í Runavík. – Tað var fyrst og fremst verjan og góði málverjin, sum tryggjaði VÍF/Tjaldi trivaliga sigurin.

Serliga legði eg til merkis, at fleiri av ungu spælarunum veruliga stríddust og spældu væl. Adina Petrea spældi ikki, men Heidi Sevdal spælir aftur, og hetta ger sjálvandi stóran mun í álopinum, sigur Andrias í stuttari viðmerking.

VB skjýtur aftur fá mál í dag, og í seinna hálvleiki fær liðið bara fimm mál, og tá kanst tú ikki vinna dystir. VÍF/Tjaldur er framvegis við í FM-stríðnum, meðan VB nær ikki FM-finalunum. Dystargongdin var í stuttum henda:

VÍF/Tjaldur vann ikki dystin ímóti VB fyrr enn í seinna hálvleiki. Ì fyrra hálvleiki gekk javnt á, men tað var VÍF/Tjaldur, sum legði seg á odda 4-1, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Átjan minuttir er nú spældir, og støðan 7-5 til VÍF/Tjaldur. Fimm minuttir eru eftir av hálvleikiinum, og VÍF/Tjaldur er á odda 11-8 og kemur framum 13-8, men VB fær trý mál seinastu tveir minuttirnar. Hálvleikstøðan er  13-11 til VÍF/Tjaldur.

Í seinna hálvleiki dregur VÍF/Tjaldur veruliga frá, tí VB fær bara eitt mál fyrsta kortarið, og nú er støðan knappliga 21-12 til StÍF. VÍF/Tjaldur dregur enn meira frá, og tá ið VB bara fær fimm mál í seinna hálvleiki, so vinnur VÍF/Tjaldur tryggan sigur 28-16. VÍF/Tjaldur er framvegis við í FM-stríðnum, og næsta dyst spælir Adina Petrea aftur. VB kann gleða seg til steypafinaludystin ímóti Neistanum. Regin Petersen og Ragnar Simonsen dømdu dystin. (Vagnur)

Málskjúttar VÍF/Tjaldur: Tóra Seloy 6, Liljan Durhuus 5, Eilin Hansen 4, Heidi Sevdal 4, Amanda Kristensen 2, Sarah Hansen 2, Barbara Nygaard 2, Annika Patti 1, Rannvá Jacobsen 1 og Gurið Poulsen 1

Málskjúttar VB: Bára Krosslá Mortensen 6, Rannvá Johannessen 3, Tamara Radic 3, Gurið Mortensen 2, Helga Eyðunsdóttir 1 og Marijana Trbojevic 1

Stjørnan í fríum falli. StÍF vann dystin

Nú havi nú eg í ein tíma roynt at fingið fatur í dómaraseðlinum eftir kvinnudystin millum StÍF og Stjørnuna, men til fánýtis eftir at hava ringt til sjálva høllina og til fleiri persónar. Telefonin í høllini sigur bara:- Telefonin er í ólagi, ring til Føroya Tele. Tí hava eg givið skarvin yvir at skriva um dystin, men tó fekk eg orð á stjørnuvenjaran Svein Rógva Nielsen eftir dysti. Tað mátti ikki verið so torført at sent dómaraseðlarnar beint eftir dystirnar til okkum, sum brúka orku at skriva um hondbólt.

Tað var orðfátækur stjørnuvenjari Svein Rógva Nielsen, eg tosaði við í telefonini eftir dystin StÍF og Stjørnuna. Eg spurdi eftir dómaraseðlinum, men Stjørnan hevði einki avrit av seðlinum. Eg spurdi Rógva, hví Stjørnan tapti stórt fyri StÍF, og hví Simona Petersen er farin til Havnar at spæla við Kyndli. Svein Rógvi segði í stuttum. – StÍF spældi væl í dag, og gongdin hjá Stjørnuni var ikki góð longu frá kappingarbyrjan, tí Stjørnan hevur ov lítið av fólki, og tí eru vit í núverandi støðu. Ungdómsarbeiðið hjá Stjørnuni hevur haltað seinastu fimtan árini, og tí er felagið komið í torføra støðu. Ov lítið fólk er at taka av í framtíðini.

Simona er farin til Kyndil, tí í Kyndli fær hon pening fyri at spæla, men tað fær hon ikki í Stjørnuni. So einfalt er tað, segði stjørnuvenjarin Svein Rógvi Nielsen. Stjørnan hevur verið topplið seinastu nógvu árini. Vunnið FM-heiti og nógvar steypakappingar, men nú er støðan ikki góð í Klaksvík. Men Stjørnan kemur aftur, verið vís tí. Eingin dómaraseðil er enn komin av Skála, so eg sløkki telduna og fari í føðingardag. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *