StÍF-Stjørnan 33-25(17-12) StÍF-H71 28-26(9-12) Lagið var gott á StÍF spælarum sunnudagin

Tað leikaði hart á seinast í javna dystinum á Skála millum StÍF og H71

Tað leikaði hart á seinast í javna dystinum á Skála millum StÍF og H71

StÍF gjørdi gott hál sunnudagin í høllini á Skála, og áskoðararnir vóru nógvir, og lagið gott. Fyrst vunnu StÍF kvinnur tryggan sigur á Stjørnuni, og so vunnu StÍF menninir týdningarmiklan sigur á H71 í stríðnum um at náa FM-finalurnar. Fyrstu tjúgu minuttirnar i kvinnudystinum sást ikki, at StÍF kvinnurnar fór at vinna tryggan sigur. Tíggju minuttir spældir, og StÍF á odda 7-4, og tjúgu minuttir spældir 12-10 til StÍF, men so dró StÍF veruliga frá, og hálvleiksstøðan 17-12 til StÍF.

Í seinna hálvleiki heilt Stjørnan tørn fyrstu tíggju minuttirnar, men so skrædnaði, og StÌF vann hesa løtuna dystin. Tjúgu minuttir spældir 27-18 til StÍF, sum vann dystin 33-25. Áhugavert at síggja, at Bára Berthelsen og Birna Tummasdóttir skjóta heili átta mál hvør fyri StÍF, og at Paula Høgnesen enn einaferð er eitt jarn í StÍF verjuni.

StÍF megnarbetur og betur loysa uppgávuna, tá ið Rebekka er mansvard. Og eitt aftrat, eingin útlendingur á StÍF-liðnum. Verri gongur hjá Stjørnuni, fyrrverandi góða toppliðnum við nógvum meistaraheitum og steypafinalum, sum er í fríum falli í løtuni. Men, sum eg skrivi aðrastaðni, so kemur Stjørnan heilt vist afturíaftur. Karstin Joensen og Kári Hansen dømdu dystin. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Bára Berthelsen 8, Birna Tummasardóttir 8, Fríðrún Danielsen 5, Rebekka Justinussen 4, Paula Høgnesen 4, Erla Petersen 2, Irena Dam 1 og Oddrún Danielsen 1

Málskjúttar Stjørnan: Durita Christophersen 8, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 4, Ella Petersen 4, Mina Sirdal 1, Bára Skaale Klakkstein 1 og Annika K. Ljósstein 1

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 12 382 279 103 24
2 Kyndil 13 293 283 10 16
3 VÍF/Tjaldur 11 265 281 -16 10
4 StÍF 12 296 327 -31 9
5 VB 13 296 332 -36 8
6 Stjørnan 13 300 330 -30 7

StÍF kvinnurnar vardu væl sunnudagin ímóti Stjørnuni.

StÍF kvinnurnar vardu væl sunnudagin ímóti Stjørnuni.

StÍF-H71 28-26(9-12) StÍF vendi dystinum í seks minuttir

StÍF hevði seinasta møguleikan sunnudagin at vera við í møguleikanum um at náa FM-finalurnar. Í fyrra hálvleiki talaði einki fyri, at StÍF fór at vinna dystin, tí liðið spældi ikki væl og var trilvandi allan hálvleikin. Tað var heldur H71 sum spældi betur í fyrra hálvleiki. Fyrsta korterið var tó javnt við fáum málum. Støðan eftir korter 5-4 til H71. Tjúgu minuttir spældir og 8-7 til H71, sum løtu seinni var á odda 12-7. Hálvleikstøðan 12-9 til H71.

Í seinna hálvleiki skuldi StÍF brúka seks minuttir at taka H71 aftur og leggja seg fram um. Tíggju minuttir spældir og 18-14 til H71, men so koma umtalaðu seks minuttirnir, sum broyta alt. StÍF vinnur hesa løtuna 6-1, og er eftir korter spæl frammanfyri 20-19. Næstu tíggju minuttirnar gongur javnt á. 21-21, 22-22, 23-23, 24-24 og 25-25, og dysturin kann fara báðar vegir. Men tað er StÍF, sum vinnur seinastu fýra minuttirnar 3-1 og vinnur dystin 28-26. Sagt varð av Skála, at StÍF málverjin Levi Nybo stóð eina av sínum allar bestu dystum ímóti H71.

H71 og VÍF hava enn besta møguleikan at náa FM-finalurnar óivað ímóti KÍF, men StÍF og Kyndil eru eisini við í kappingini. Leygardagin spæla KÍF og StÍF steypafinalu í Havn. (Vagnur)

Málskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 10, Jákup Berthelsen 5, Marius Joensen 4, Fríði R. Djurhuus 3, Pætur Joensen 2, Jón Rasmussen 2, Allan Norðberg 1 og Jógvna G. Joensen 1

Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 9, Bogi G. Davidsen 4, Ari J. Olsen 3, Bogdan Florea 3, Hallur Biskopsstøð 3, Rógvi Sørensen 2, Tróndur Arge 1 og Hans Kári Hansen 1

Dómarar: Karstin Joensen og Kári Hansen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 16 473 365 108 25
2 H71 16 444 402 42 20
3 VÍF 15 419 367 52 19
4 StÍF 16 397 368 29 17
5 Kyndil 15 383 367 16 17
6 Neistin 15 351 381 -30 10
7 Team Klaksvík 15 285 502 -217 0

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *