Rógvarar vóru frálíka útferð í Nólsoy við teinæringinum

Teinæringurin á veg til Nólsoyar við ungu rógvarum. (Mynd Hvannrók)

Teinæringurin á veg til Nólsoyar við ungum rógvarum. Nevndarlimurin Kirstin Clementsen stýrir 20-mannafarinum.

Eingin FM-róður var um vikuskiftið, og tí nýttu ungir rógvarar í Havnar Róðrarfelag høvi at fyriskipa útferð til Nólsoyar við 20-mannafari, sum bátasmiðurin Kaj Hammer smíðaði. Ungu rógvararnir vóru spentir at royna teinæringin. – Ferðin í Nólsoy var frálík, og vit fingu veruliga ferð á teinæringin, sigur Róar Dalsgaard ein av fyrireikarunum. Niðanfyri kanst tú lesa meira um ferðina í Nólsoy og eisini lesa greinina um teinæringin, sum eg skrivaði í mars mánað. Og Róar sigur: Læs resten

Vakurt kappróðrarneyst verður bygt í Sandavági

Nýggja neysti er ótúliga vakurt og passar væl í heildarmyndina. (Mynd Vagnur)

Nýggja neystið er ótrúliga vakurt og passar væl í heildarmyndina við bátahylin. (Mynd Vagnur)

Eg var bilsin, tá ið eg leygardagin seinnapart kom í bátahylin í Sandavági og sá nýggja vakra kappróðrarneystið, sum er komið so mikið áleiðis, at neystið er innilokað. Í neystinum stóð 5-mannafarið Ørnin einsamøll, tí neystið er júst innilokað, og gólvið ikki enn stoypt. Ørnin er mannað við gentum og kvinnum, og genturnar gjørdust nummar tvey og kvinnurnar nummar trý á norðoyastevnu. Kappróðrareldsálin í Sandavági er Hansina á Plógv, og tað er fyritøkan hjá manninum Johnfinni á Plógv, sum byggir nýggja neystið. Hansina er upptikin og virkin kvinna, tí tá eg spurdi eftir henni í bygdini leygardagin, var hon til kappríðing, og síðani skuldi hon arbeiða á countryfestivalinum í Sørvági, har Sandavágs ítróttafelag skuldi ansa bási. Tí hittust vit við kirkjuna í Sørvági, har eg fekk meira at vita um nýggja neystið. Og Hansina sigur. Læs resten

Lívsgleðin var at hóma allastaðni í Vágum leygardagin

Tónleikurin hoyrdist langar leiðir í Sørvági leygardagin seinnapart. (Mynd Vagnur)

Tónleikurin hoyrdist langar leiðir í Sørvági leygardagin seinnapart. (Mynd Vagnur)

Frá ungum árum havi eg altíð hoyrt, at í Sandavági eru flest sóldagar í Føroyum. Koyrdi úr Havn vestur í Vágar leygardagin seinnapart, og mín sann, tað var skíggja líka til eg sá Sandavág, og har skein sólin. Nógv ferðsla var á vegnum, og hetta boðaði frá lívi í Vágum. Við Leitisvatn var kappríðing júst liðug, og í Sørvági hoyrdist countrytónleikur, har nógv fólk gingu í cowboyhatti. Mær var sagt, at 2000 fólk vóru til festivalin fríggjakvøldið, og tey væntaða eins nógv fólk leygarkvøldið. Læs resten

Rógvararnir umborð á Havnarbátinum eru í miðal 43 ára gamlir

Gott lag var á Jógvani fyri venjingina. 42 ára gamli rógvarin er í góðari venjing. (Mynd Vagnur)

Gott lag var á Jógvani fyri venjingina. 42 ára gamli rógvarin er í góðari venjing. (Mynd Vagnur)

Í góðveðrinum í dag grundlógardagin leitaði eg mær oman í Álaker, tí eg visti, at Havnarbáturin skuldi venja klokkan 16. Ætlan mín var at skriva eina grein um 42 ára gamlan rógvaran Jógvan Clementsen, sum situr á lærbekki umborð á Havnarbátinum. Eg kenni væl Jógvan, tí hann vann FM-heitið við Havnarbátinum í 2001 og 2004, og eg stimaði við Havnarbátinum hesi árini. Í dag vildi eg hava at vita frá Jógvani, hvussu er at koma aftur í føroyskan kappróður eftir at hava verið burtur í so nógv ár. Er møguleiki at koma í somu venjing sum í 2004, og ert tú eins sterkur og orkar tú eins væl og í 2004. Prátið við Jógvan Clementsen var áhugavert. Læs resten

Stranda ítróttafelag sett venjarar í bestu deildunum

Jónleif Sólsker var spælandi venjari hjá StÍF kappingarárið 1998/1999.

Jónleif Sólsker var spælandi venjari hjá StÍF kappingarárið 1998/1999.

Stranda ítróttafelag hevur sent út tíðindaskriv í sambandi við, at felagið hevur sett Jónleif Sólsker at venjara besta mansliðið hjá felagnum. Palli Joensen heldur fram at venja kvinnurnar við Jústinesi Justinussen sum hjálparvenjara. Eins og øll hini hondbóltsfeløgini í Føroyum, missir StÍF spælarar bæði hjá kvinnum og monnum. Tey ungu fara uttanlands í lestrarørindum. Jónleif Sólker er ikki ókendur í StÍF, tí í 1999 vann StÍF FM-heitið við Jónleifi Sólsker sum spælandi venjara. Hetta var fyrstu ferð í 54 ár, at StÍF aftur vann FM-heitið. Lesið tíðindaskrivið frá Stranda ítróttafelag niðanfyri.  Læs resten

Nógvir seglbátar koma á Havnina hesa ársins tíð

Vælútgjørdur seglbátur, sum vigar trýss tons. (Mynd Vagnur)

Vælútgjørdur seglbátur, sum vigar trýss tons. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin í seinastu viku prátaði eg við nakrar póllendingar, sum vóru við enska seglbátinum Nashachata 2. Hetta er av størstu seglbátum, sum vitja í Føroyum. Seglbáturin er úr stáli og vigar hálvtrýss tons. Báturin, sum er frá 1996, er tjúgu metrar langur og fimm metrar breiður, og koyggjur eru til tólv fólk. Báturin er heimahoyrandi í Southampton, og póllendingarnir høvdu leigað bátin. Læs resten

Eyðun eigur at halda fram sum A-dómari í føroysku kappingini

Umframt at hava dømt óteljandi avgerandi dystir bæði í steypa- og landskappingini, so dømdu teir altjóða dystir í átta ár. (Mynd Vagnur)

Umframt at hava dømt óteljandi avgerandi dystir bæði í steypa- og landskappingini, so dømdu teir altjóða dystir í átta ár. (Mynd Vagnur)

Samstundis sum tíðindini bórust seinnapartin, at Sophus Dal Chistinansen og Andreas F. Hansen skulu venja kyndilskvinnur næsta kappingarár, bórust eisini tíðindini, at Eyðun og Andreas gevast sum altjóða dómarar og tíverri eisini gevast at døma í føroysku kappingini. Eg hoyrdi í dag samrøðuna við Eyðun í Rás 2, og sum eg skilti á Eyðuni, er tað støðan hjá Andreasi, sum er orsøkin til, at avgerðina er tikin júst nú. Andreas er nógv upptikin í dagliga arbeiðinum, hann skal venja kyndilskvinnur, og tá ið teir heldur ikki fáa nøktandi altjóða avbjóðingar, so gevast teir at døma. Nógv við mær hava tó vónina, at Eyðun heldur fram at døma í føroysku kappingini saman við øðrum dómara ella dómarum, tí Eyðun er ungur maður. Eyðun royndi hetta fleiri ferðir í vetur við góðum úrslitum. Læs resten

Gekk væl at avgreiða norðoyastevnuróðrarnar – myndir av vinnarum niðanfyri

So eydnaðist Suðuroyingi at vinna á Klaksvíkingi í Klaksvík. (Mynd Hvannrók)

So eydnaðist Suðuroyingi at vinna á Klaksvíkingi í Klaksvík. (Mynd Hvannrók)

Fólk iðra seg óivað um, at tað ikki eydnaðist Krinvarpi Føroya at vísa FM-róðrarnar á norðoyastevnu beinleiðis, tí tekniskt brek forðaði hesum. Krinvarpið boðaði frá, at allir róðrarnir kunnu síggjast seinni á netinum. Tað gekk væl at avgreiða róðrarnar á norðoyastevnu, sjálvt um neyðugt var við tveimum umstartum, og at síðuvindur serliga darvaði fyrstu tveir róðrarnar. Eg geri mær nógvar tankar um føroyskan kappróður, meðan eg arbeiði við tilfarinum. Nógvir ótrúliga góðir positivir tankar, men eisini ávísir daprir tankar um framtíðina hjá føroyskum kappróðri. Vit skulu sjálvandi fegnast um tað, sum gott er, og vit skulu øll taka tøk. Myndir av vinnarunum eru niðanfyri. Læs resten

10-mannafarsróðurin á norðoyastevnu var heilt serligur

Suðuroyingur fer fyrstur um málið. (Mynd Hvannrok)

Suðuroyingur fer fyrstur um málið. (Mynd Hvannrók)

Fyrsti FM-róðurin varð rógvin í Klaksvík í dag, og klokkan 17.05 fór seinasti báturin um mállinjuna, og hetta boðar frá góðum í summar. Frálíkt avrik í Klaksvík. Sjálvur var eg eyka spentur, hvussu fór at gangast Havnarbátinum, tí menninir eru fleiri enn fjøruti ár í miðal, meðan miðalaldurin á Klaksvíkingi er um tredivu ár og á Suðuroyingi umleið tveyogtjúgu ár. Til lukku til allar vinnarar, men serlig heilsa til manningina á Havnarbátinum, sum bara var fýra sekund aftanfyri Suðuroyingin og minni eitt sekund eftir Klaksvíking. 10-mannafarsróðurin í summar er serligur, tí umframt eldru menninar umborð á Havnarbátinum, so riggar væl, at Vágur og Tvøroyri hava kastað saman um Suðuroyingin, og Klaksvíkingur skal skifta rógvarar fleiri ferðir í summar, tí allir rógvararnir eru ikki tøkir allar róðrarnar. Øll úrslitini niðast í greinini. Læs resten

Hevur Havnarbáturin møguleika í Klaksvík leygardagin?

Havnarbáturin í oldboys-róðrinum á ólavsøku í 2012. (Mynd Vagnur)

Havnarbáturin í oldboys-róðrinum á ólavsøku í 2012. (Mynd Vagnur)

Fyrsti FM-róðurin á norðoyastevnu er altíð serligur, tí tá fáa vit at vita, hvørjar bátar vit kunnu rokna við í summar. Altíð er torført at meta um fyrstu úrslitini, tí tað eru ikki somu manningar, sum róðu í fjør. Rógvarar fara av bátum, og aðrir koma umborð. Eg siti júst og hugsi um, um Havnarbáturin hevur nakran møguleika ímóti Klaksvíkingi og Suðuroyingi leygardagin. Læs resten