Fríggjadagin í seinastu viku prátaði eg við nakrar póllendingar, sum vóru við enska seglbátinum Nashachata 2. Hetta er av størstu seglbátum, sum vitja í Føroyum. Seglbáturin er úr stáli og vigar hálvtrýss tons. Báturin, sum er frá 1996, er tjúgu metrar langur og fimm metrar breiður, og koyggjur eru til tólv fólk. Báturin er heimahoyrandi í Southampton, og póllendingarnir høvdu leigað bátin.
Tey vóru júst komin út Hetlandi, og eftir steðg í Føroyum, gekk leiðin til Íslands, har tey skuldu vitja ymsar firðir um alt Ísland. Fólkini umborð vóru úr pólska býnum Gdansk. Eg segði teimum, at tað einasta eg kendi til Gdansk var, tá ið Lech Wallesa og aðrir skipasmiðjuarbeiðarar gjørdu uppreistur ímóti kommunistiksa stýrinum í landinum. Tá smíltust póllendingarnir, teir vistu sjálvandi eisini um fagfelagsformannin Lech Wallesa. Meðan eg prátaði við tey, sótu nøkur á dekkinum og leskaðu sær við týskum Heinkel øli.
Sum eg skilti á lagnum, er báturin útgjørdur við nógvari serligari framkomnari nautiskari útgerð og aðrari tekniskari útgerð, tí umframt vanliga stuttleikaferðir, so ger báturin eisini fleiri rannsóknarferðir í Grønlandi ella rættari sagt norðuri í gjøgnum. Eg spurdi eina póllendingin, hvat slíkur bátur kostaði. Hann bara smíltist og svaraði many, many millions, og so yppaði hann øksl, tí hann visti ikki, hvussu nógv báturin kostaði at byggja í 1996. (Vagnur)

