Eyðun eigur at halda fram sum A-dómari í føroysku kappingini

Umframt at hava dømt óteljandi avgerandi dystir bæði í steypa- og landskappingini, so dømdu teir altjóða dystir í átta ár. (Mynd Vagnur)

Umframt at hava dømt óteljandi avgerandi dystir bæði í steypa- og landskappingini, so dømdu teir altjóða dystir í átta ár. (Mynd Vagnur)

Samstundis sum tíðindini bórust seinnapartin, at Sophus Dal Chistinansen og Andreas F. Hansen skulu venja kyndilskvinnur næsta kappingarár, bórust eisini tíðindini, at Eyðun og Andreas gevast sum altjóða dómarar og tíverri eisini gevast at døma í føroysku kappingini. Eg hoyrdi í dag samrøðuna við Eyðun í Rás 2, og sum eg skilti á Eyðuni, er tað støðan hjá Andreasi, sum er orsøkin til, at avgerðina er tikin júst nú. Andreas er nógv upptikin í dagliga arbeiðinum, hann skal venja kyndilskvinnur, og tá ið teir heldur ikki fáa nøktandi altjóða avbjóðingar, so gevast teir at døma. Nógv við mær hava tó vónina, at Eyðun heldur fram at døma í føroysku kappingini saman við øðrum dómara ella dómarum, tí Eyðun er ungur maður. Eyðun royndi hetta fleiri ferðir í vetur við góðum úrslitum.

 

Spælarar hevur góðu eginleikarnar, at spælarar "respekt" fyri Andreasi. "Respektin" er bygd upp við frálíkum dómaraavrikum. (Mynd Álvur)

Andreas hevur góðu eginleikarnar, at spælarar hava “respekt” fyri honum. “Respektin” er bygd upp við frálíkum dómaraavrikum. (Mynd Álvur)

Hondbóltssambandið varð stovnað 19. apríl í 1980, men longu miðskeiðis í 1970-árunum gjørdist Føroyar limur í altjóða hondbóltssamgonguni. Skjótt fingu Føroyar gleði av aljóða limaskapinum, tí Føroyar fóru at spæla landsdystir í HM-kappingini í C-bólkinum longu fyrsta árið, Føroyar gjørdust limur. Feløg fór at spæla Europa-cup dystir, og tað var manslið úr Kyndli og kvinnulið úr Neistanum, sum spældu fyrstu altjóða dystirnar.

Føroyar bjóðaðu seg eisini fram sum aljóða dómarar, og tað gera vit enn við tað, at Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen hava dømt uttanlands í átta ár. Kristian Johansen og Hjalmar Petersen dømdu eisini atjóðadystir, og Kristian segði soleiðis í samrøðu við undirritaða um altjóða døming hjá Hjalmari og honum.

– 1986 dømdu Hjalmar og eg fyrstu altjóða dystirnar, hetta var í norðurlendskari meistarakappingini fyri kvinnuunglingar, sum fór fram í Danmark. Millum annað spældi Anja Andersen á donska landsliðnum. Ì 1987 dømdu vit so aftur unglingar í Ìslandi, og í 1988 dømdu vit í Partille cup í Svøríki, har vit á fyrsta sinni dømdu A-landslið.

–  Í 1989 hendi so tað, at vit verða innstillaðir at gerast altjóða A-dómarar. Danmark hevði um tað mundið tvey altjóða dómarapør. Danin Halvor Jensen, sum hevði hildið dómaraskeið í Føroyum, arbeiddi miðvíst fyri, at Føroyar eisini skuldi hava eitt A-dómarapar. Og tað blivu so vit báðir.

Eyðun er ungur dómari, og sjálvandi skal hann ikki gevast at døma. (Mynd Álvur)

Eyðun er ungur dómari, og sjálvandi skal hann ikki gevast at døma. (Mynd Álvur)

– Hjalmar og eg vóru A-dómarar til 1989 til 2002, tá gavst Hjalmar. Hann fekk nýtt starv, sum hevði við sær nógva ferðing uttanlands. Eg kom so í fimm ár at døma saman við danska dómaranum Peter Lotentzen, sigur Kristian við undirritaða.

Eingin ivi er um, at Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen hava verið í serflokki í føroyskari hondbóltsdøming seinastu átta, níggju árini. Teir hava gingið upp í dómarauppgávuna við lív og sál og hava havt stóran áhuga í at gerast betri dómárar. Teir hava eisini slóða fyri dómarafelagnum. Altjóða gularótin hevur óivað verið drívmegin, men Eyðun segði við Rás 2 seinnapartin, at nú funnust teir at altjóða hondbóltssamgonguni, tí Andreas og hann ikki longur fáa stórar altjóða dómarauppgávur.

Mín vón er, at Eyðun ikki gevst at døma í føroysku kappingini, tí umframt, at Eyðun er frálíkur dómari, so eru royndirnar vorðnar nógvar hjá honum, sum aðrir dómarar kunnu fáa gleða av. Haldi meg hoyra millum linjurnar í Rás 2, at eru boð eftir Eyðuni í vetur, sigur hann ikki nei at fara í dómarabúnan og døma dystir í bestu deildini. Eg vil bara takka Andreasi og Eyðuni fyri tað, teir hava gjørt fyri føroyskari døming. Ynskiligt var, at føroyskur hondbóltur áttu fleiri dómarapør, sum vilja fara so langt á dómaraleiðini sum Andreas og Eyðun. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *