10-mannafarsróðurin á norðoyastevnu var heilt serligur

Suðuroyingur fer fyrstur um málið. (Mynd Hvannrok)

Suðuroyingur fer fyrstur um málið. (Mynd Hvannrók)

Fyrsti FM-róðurin varð rógvin í Klaksvík í dag, og klokkan 17.05 fór seinasti báturin um mállinjuna, og hetta boðar frá góðum í summar. Frálíkt avrik í Klaksvík. Sjálvur var eg eyka spentur, hvussu fór at gangast Havnarbátinum, tí menninir eru fleiri enn fjøruti ár í miðal, meðan miðalaldurin á Klaksvíkingi er um tredivu ár og á Suðuroyingi umleið tveyogtjúgu ár. Til lukku til allar vinnarar, men serlig heilsa til manningina á Havnarbátinum, sum bara var fýra sekund aftanfyri Suðuroyingin og minni eitt sekund eftir Klaksvíking. 10-mannafarsróðurin í summar er serligur, tí umframt eldru menninar umborð á Havnarbátinum, so riggar væl, at Vágur og Tvøroyri hava kastað saman um Suðuroyingin, og Klaksvíkingur skal skifta rógvarar fleiri ferðir í summar, tí allir rógvararnir eru ikki tøkir allar róðrarnar. Øll úrslitini niðast í greinini.

5-mannafør við dreingjum: Klokkan 15.15 løgdu 5-mannaførini við dreingjum avstað við Royndi Fríðu úr Vági , Drekanum úr Havn og Fípuni Føgru úr Klaksvík á odda, meðan Jallurin úr Havn fekk heldur trilvandi start. Tá ið hálvt málið varð rógvið, kemur Jallurin við í kappingina, meðan Fípan Fagra dragnar.´Ì endaspurtinum stendur kappingin millum Royndini Fríðu, Drekan og Jallin, og eina løtu sær út, sum kanska Drekin tekur 5-mannafarið úr Suðuroy, men Royndin Fríða heldur tørn og vinnur róðurin. Kanska óvæntað hjá okkum, sum fylgja við, men stuttligt at Royndi Fríða vinnur, sum er mannaður við dreingjum av Tvøroyri og úr Vági.

Frálík róðrarmynd har Royndin Fríða vinnur á Drekanum og Jallinum . (Mynd Hvannrók)

Frálík róðrarmynd har Royndin Fríða vinnur á Drekanum og Jallinum . (Mynd Hvannrók)

5-mannafør við kvinnum: Klokkan 15.32 brast startskotið seinnu ferð, tí ein bátur lá eftir í fyrsta startin. Nú veit eg ikki, hvør mannar Jarnbard við kvinnum, men eingin ivi er um, at róðurskvinnan umborð á Jarnabardi Jannie Jacobsen hevur dustsogið róðrarfamiljuna fyri bestu kvinnurógvarum í Føroyum, tí at vinna róðurin við tjúgu sekundum talar fyri seg og boðar ikki um kapping um FM-heitið í summar. Jannie kennir vegin upp á tindin í føroyskum kappróðir, og hon veit eisini, hvussu tú mannar ein kappróðrarbát. Við harðari og miðvísari venjing hevur Jannie enn einaferð lagt seg á oddin í føroyskum kvinnuróðri.

Óvanliga lang var ímillum 6-mannaførini við kvinnum. Jarnbardur var langt fremst. (Mynd Hvannók)

Óvanliga langt var ímillum 6-mannaførini við kvinnum. Jarnbardur var langt fremst. (Mynd Hvannók)

5-mannafør við kvinnur: Klokkan 15.43 løgdu 5-mannaførini til brots, og tað vóru Tjaldrið og Falkur sum fingu bestu startin, men eftir nakrar hundrað metrar broyttist støðan, tí nú kom Havfrúgvin fyri seg og legði seg á odda, meðan Falkur dragnaði. Seinstu fýrhundrað metrarnar var Havfrúgvin klárt á odda, meðan kapping var um annað plássið. Teistin, sum ikki fekk góðan start, kom veruliga fyri seg seinastu trýhundrað metrarnar, og báturin fór næstur um málið. Havfúgvin verður torfør hjá hinum bátunum at taka í summar, men norðoyastevnan er serlig, og í næsta FM-róðri liggja bestu bátarnir síðu um síðu. Tíverri eri eg av tí fatan longu í fyrsta FM-róðrinum, at vit ikki kunnu vænta spenning hvørki hjá 6-mannaførum við kvinnum, 5-mannaførum við kvinnum og 5-mannaførum við gentum. Men nú fáa vit at síggja.

Havfrúgvin verður torfør at taka í summar. (Mynd Hvannrók)

Havfrúgvin verður torfør at taka í summar. (Mynd Hvannrók)

6-mannafør við monnum: Klokkan 16.10 sóu vit óvanligan spennandi róður, tí allir bátarnir fingu góðan start og vóru javnir fyrstu hundrað metrarnar. Men so fingu tann guli Sølmundur úr Runavík og tann hvíti Gongurólvur úr Havn stavnin undan, meðan Jarnbardur úr Havn var nakað aftanfyri. Árakað ytra enda á Kósabrúnni hevðu Gongurólvur stavnin undan, men so kemur Jarnbardur longur fram, og nú eru tríggir bátar púra javnir, og teir tríggir bátarnir fylgjast mest sum stavn um stavn seinastu 300 metrarnar, og tá ið bátarnir fóru um málið, máttu dómararnir hyggja at málmyndunum til tess at kjósa vinnaran. Sølmundur vann javna róðurin, sum talar um spenandi róðrar í summar.

Javnur spennandi endaspurtur, har Sølmundur dró longsta stráðið. (Mynd Hvannrók)

Javnur spennandi endaspurtur, har Sølmundur dró longsta stráðið. Her 100 metrar frá málinum.  (Mynd Hvannrók)

5-mannafør við gentum: Klokkan 16.23 spentu genturnar í árnar, og tað sást skjótt, at Erla Kongsdóttir helt fram á norðoyastevnu, sum báturin slepti seinasta róðrarár. Bara Ørnin og Blikur megnaðu at fylgja Erlu Kongsdóttir, men sum teinurin leið, gjørdist munurin bara longri og longri millum bátarnar, og Erla Kongsdóttir vann tryggan sigur, sum eisini boðar frá, at Erla Kongsdóttir verður ring at taka hjá hinum bátunum, tí fuglfjarðargentur vunnu róðurin við tólv sekundum, sum svarar til einar fýra bátslongdir. Men nógv kann sjálvandi broytast næstu stevnurnar.

Erla Kongsdóttir vinnur greiðan sigur. (Mynd Hvannrók)

Erla Kongsdóttir vinnur greiðan sigur. (Mynd Hvannrók)

8-mannafør: 16.41 ljóðaði startskotið. Manningin umborð á Lómi seinasta róðrarár situr nú umborð á Argjabátinum, og tað var eingin ivi um, at Argjabáturin hevði tak á støðuni. Í tveimum umførum nærkaðist Miðvingur Argjabátinum, men tá ið avtornaði, vann Argjabáturin við umleið einari bátslongd. 8-mannaførini róðu í dag 1500 metrar, men á næstu stevnu rógva 8-mannaførini 2000 metrar.

Miðvingur kom nakrar ferðir nærri Argjabátinum, men Argjabáturin vinnur tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)

Miðvingur kom nakrar ferðir nærri Argjabátinum, men Argjabáturin vinnur tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)

10-mannafør: Klokkan 16.55 startaðu 10-mannaførini. Sjálvt um tveir umstartir vóru á norðoyastevnu, so gekk væl at avgreiða róðrarnar. 10-mannaførini vóru jøvn í startinum, har Havnarbáturin fekk besta startin. Góðan tein inneftir var bara rongin og minni enn tað millum allar tríggjar bátarnar, men á ytra enda á Kósabrúnni tók Suðuroyingur leiðsluna og dró spakuliga frá Havnarbátinum og Klaksvíkingi. Og 500 metrar frá málinum var Suðuroyingur á odda við hálvari bátslongd. Havnarbáturin misti nakað 300 metrar frá málinum, men tá ið avtornaði, var báturin ikki eitt sekund frá Klaksvíkingi og fýra sekund frá Suðuroyingin. Hetta boðar frá góðum seinni í summar.

Torført var at fáa nærmynd av gentubátinum Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði kvinnubátinum Jarnbardi saman við hinum, tí munur var so stórur millum bátarnar. Tí hesar myndir niðanfyri og øll úrslitini longri niðri. (Vagnur)

Tað verður torført hjá hinum bátunum at taka Erlu Kongsdóttir í summar. (Mynd Hvannrók)

Tað verður torført hjá hinum bátunum at taka Erlu Kongsdóttir í summar. (Mynd Hvannrók)

Jarnbardur fer einasmallur um málið í Klaksvík tjúgu sekund framman fyri næsta bát. (Mynd HvannróK)

Jarnbardur fer einasmallur um málið í Klaksvík tjúgu sekund framman fyri næsta bát. (Mynd HvannróK)

10 mannafør 
1 Suðuroyingur 07:02.20
2 Klaksvíkingur 07:05.12
3 Havnarbáturin 07:06.00

8 mannafør
1 Argjabáturin 07:17.01
2 Miðvingur 07:19.10
3 Gullbrandur 07:35.09

5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 05:31.10
2 Ørnin 05:43.22
3 Blikur 05:44.13
4 Sílið 05:49.12
5 Spógvin 05:53.01
6 Tjaldrið 05:56.04
7 Tambar 06:02.03

6 mannafør menn
1 Sølmundur 05:02.20
2 Gongurólvur 05:03.00
3 Jarnbardur 05:03.10
4 Herningur 05:09.08
5 Riddarin 05:10.14
6 Strálan 05:13.03
7 Tvørabáturin 05:14.11
8 Lómur 05:15.21

5 mannafør kvinnur
1 Havfrúgvin 05:43.13
2 Teistin 05:46.10
3 Ørnin 05:48.23
4 Tjaldrið 05:50.18
5 Falkur 05:54.14

6 mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 05:27.01
2 Rádni 05:47.21
3 Lómur 05:49.00
4 Sølmundur 06:21.00

5 mannafør dreingir
1 Royndin Fríða 05:21.00
2 Drekin 05:21.16
3 Jallurin 05:22.15
4 Fípan Fagra 05:25.13
5 Blikur 05:34.13
6 Ternan 05:49.08
7 Frúgvin 05:59.11

Barnaróður gentur
1 Títlingur 02:59.06
2 Fípan Fagra 02:59.11
3 Jallurin 02:59.22
4 Spógvin 03:02.04
5 Firvaldur 03:05.24
6 Hulda 03:24.17
7 Falkur 03:26.03
8 Pílur 03:34.07

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *