Hevur Havnarbáturin møguleika í Klaksvík leygardagin?

Havnarbáturin í oldboys-róðrinum á ólavsøku í 2012. (Mynd Vagnur)

Havnarbáturin í oldboys-róðrinum á ólavsøku í 2012. (Mynd Vagnur)

Fyrsti FM-róðurin á norðoyastevnu er altíð serligur, tí tá fáa vit at vita, hvørjar bátar vit kunnu rokna við í summar. Altíð er torført at meta um fyrstu úrslitini, tí tað eru ikki somu manningar, sum róðu í fjør. Rógvarar fara av bátum, og aðrir koma umborð. Eg siti júst og hugsi um, um Havnarbáturin hevur nakran møguleika ímóti Klaksvíkingi og Suðuroyingi leygardagin.

Manningin á Havnarbátinum eru eldri menn, sum í fjør róðu oldboys róðrar, men nú fara teir at royna seg í “bestu deildini”. Rógvararnir eru royndir rógvarar, men hava “eldru” menninir nakran møguleika ímóti yngru rógvarum umborð á Klaksvíkingi og Suðuroyingi. Eg rokni við góðum úrsliti, tó at tað røkkur til fyrsta plássið. 10-mannafarsróðurin verður javnur.

Klaksvikingur vann FM-heitið í 2013 og róði í serflokki á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Klaksvikingur vann FM-heitið í 2013 og róði í serflokki á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Fólk í Havnar Róðrarfelag hava verið meira enn kedd, at ikki er eydnast at manna Havnarbátin flaggskipið hjá felagnum. Báturin vann FM-heitið í 2008, men so eydnaðist ikki at manna bátin fyrr enn í fjør, sum eisini gjørdist ein miseydnað roynd, tí manningin fór av bátinum og umborð á Nólsoyingin.

Nýtt lív kom í neystið hjá Havnar Róðrarfelag í fjør, tá ið braneggaðir eldri rógvarar fóru at venja til FM-kappingina í oldboys. Hetta vóru alt royndir rógvarar, sum mest sum allir hava vunnið FM-heitið við ymsum bátum. Menn reypaðu óført, sum rógvarar vanliga gera, stuttleikaðu sær og gingu upp í venjingina við lív og sál. Teir blivu knappliga ungir aftir við nógvum góðum minnum.

Spennandi, hvussu Suðuroyingur er fyri í ár, tí einir fýri nýggir rógvarar er komnir umboðr. Myndin er frá á ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)

Spennandi, hvussu Suðuroyingur er fyri í ár, tí einir fýri nýggir rógvarar er komnir umborð. Myndin er frá á ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)

Sjálvir sigur manningin á Havnarbátinum, at teir hava mannað bátin, tí tað er skomm, at Havnin ikki kann manna eitt 10-mannafar. Teir siga eisini, at teir eru farnir umborð á Havnarbátin, meðan felagið bíðar eftir ungum góðum rógvarum, sum nú rógva við Drekanum og Gongurólvi. Vónandi manna hesir Havnarbátin longu næsta ár ella um tvey ár.

So er spurningurin, um Havnarbáturin hevur møguleikan leygardagin ímóti Klaksvíkingi og Suðuroyingi. Eg havi mistankan, at tað ger Havnarbáturin, men um tað røkkur til eitt fyrsta pláss, ivist eg í. Manningin er góð og í góðari venjing, men tíverri er rógvari blivin skaddir herfyri, so hetta er minus hjá bátinum til fyrsta FM-róðrinum. 10-mannafarsróðurin á norðoyastevnu gerst tættur, og spennandi at síggja, hvussu leikur fer.. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *