Í gerandisdegnum geva vit okkum ikki far um broytingar, sum alla tíðina fara fram í samfelagnum. Ikki fyrr enn vit síggja gamlar myndir, stúrsa vit og síggja, hvussu nógv alt er broytt. Tá eg síggi omanfyri mynd, minnist eg aftur vandamiklu ” Kinabrekkuna”, har mangur bilur fór út av vegnum. “Kinabrekkan” er partur av Landavegnum frá Vesturkirkjuni og vestureftir. Ongar gongubreytir og ikki kundi tveir bilar møtast í brekkuni. Eg var seytjan ár, tá ið myndin varð tikin, og eg eri uppvaksin sunnanfyri Vesturkirkjuna hinumegin Rættará. Partur av Rættará er framvegis opin á.
Í mínum barnaárum vóru ikki nógv trø gróðursett um húsini við Landavegin, tí var forkunnugt at síggja fremstu húsini á myndini hjá Peturi í Mattalág, sum eru bygd 1880-unum. Miðskeiðis í brekkuni til høgru var “Bineskilde”, sum var ein av vakrastu og grønastu urtagørðunum í Havn. Í garðinum var serliga stórt træ, har vit plagdu at binda trossa í tjúkka grein, og so var laga manni at sveiggja og klætra í trænum. Í grannalagnum hjá okkum var eingin bilur, og sum vit síggja á myndini, eru fólk við tasku til gongu til húsa. Tá sást tú øll fólk ganga, nú koyra flestu í bili á breiðum asfalteraðum vegum.
Vinstrumegin “Kinabrekkuna” sæst veit, og hon lá opin í nógv Harrans ár, og við veitina lá nógv órudd. Tá ið vatnverkið varð gjørt í Havnardali, skuldi vatnið leiðast heim til Havnar, men arbeiði var ógvuliga illa frágingið, sum eisini sæst á myndini. Býarætlan og byggiætlan var ikki í hásæti hesa tíðini, tí nógvir býarpartar høvdu smalar vegir við ongum gongubreytum. Býarpartar vóru í alt ov nógv ár eitt byggipláss. Eingin hevði heldur væntað, at einaferð fóru at koyra so nógvir bilar í gøtunum. Í dag fært tú fyrst byggiloyvi, og húsini verða ikki endaliga sýnað og góðtikin, fyrr enn alt arbeiðið er liðugt.
Tá er munur at síggja omanfyri mynd av “Kinabrekkuni” frá 2009. Breiðir asfalteraður vegur við gongubreytum, og vit síggja rundkoyringina. Húsini, sum Petur í Mattalág læt byggja, standa har so vøkur, men trøini fjala “Bineskilde”, sum ikki longur er vakur urtagarður, tí sethús eru bygd á staðnum. Økið vinstrumegi “Kinabrekkuna” er fríðkað, og Prestlág, sum økið eitur, er nú vøkur lítil viðarlund, har fólk kunnu spáka og børn spæla.
Tú kanst síggja nógv ymist í eini mynd, tað velst um, hvat tú hyggur at. Vintrumegin á myndini frá 1967 síggjast træ elsteyrar og stórt grátt eltorn. Hetta síggja vit ikki á myndini frá 2009. Og her eru Føroyar frammanfyri USA, tí í sjónvarpinum síggja vit óveður úr USA, har ódnarveðrið brýtur træ elstreyrnar og elkáplar liggja í gøtunum, so stórir býir liggja í steymloysi í dagar.
Eg minnist sum smádrongur brotnar elsteyrar og eisini elleidningar liggja á jørðini. Men hetta er farin tíð í Føroyum, tí nú eru træsteyrarnir burtur, og elleidningar ella rættari sagt elkáplarnir grivnir í vegirnar. Nú eru gøtuljósini fest í jarnsteyrar, sum ongan veg fara í ringa verðrinum. (Vagnur)

