Úr myndasavninum – Við sorgblídni skrivaði eg greinina í 1999

Poul Enok Hansen, sáll, skýtur í dysti ímóti Kyndli. Regin Jacobsen stendur í málinum. (Mynd Vagnur)

Poul Enok Hansen, sáli, skjýtur í dysti ímóti Kyndli. Regin Jakobsen stendur í kyndilsmálinum. (Mynd Vagnur)

Hondbóltskappingarárið 1998/1999 skrivaði eg alt tilfarið í leikskránna, sum Neistin gav út til heimadystirnar hjá monnum og kvinnum í bestu deildini. Av og á hyggi eg í hesi bløð, og tað er ikki smávegis av hondbóltstilfari, eg skrivaði í leikskráirnar hesi árini. Í gjár kagaði eg í bløðini frá 1998/1999 og kom fram á niðanfyri grein um fýra evnaríkar StíF spælarar, sum fóru alt ov ungir. Tað er við sorgblídni at skriva tekstin av, tí tað er so meiningsleyst, at hesir fýra ikki eru millum okkum longur. Greinin stóð í dystarblaðnum 20. februar 1999, tá Neistin og StÍF spældu í Havn.

Strandingar altíð havt serligan spælistíl

– Jógvan Gregersen, Regin Johansen, Poul Enok Hansen og Símun Pauli á Fríðriksmørk løgdu eisni hondbóltsstøði á Strondum, og teir eru ikki gloymdir.

Símun Pauli Frederiksberg, sáli, í dysti ímóti VÍF.

Símun Pauli á Fríðriksmørk, sáli, í dysti ímóti VÍF.

Hondbólturin á Strondum hevur altíð havt góð gróðrarlíkindi á vestaru síðu á Skálafjørðinum. Manga góða og spennandi løtu høvdu vit á hondbóltsvøllinum á Strondum, og altíð vórðu vit úr Neistanum sera væl móttikin.

Tá ið hondbólturin so við og við gjørdist innanduraspæl, kom steðgur í hjá strandingum. Men so kom høllin á Skála, og tað gleðiliga hendi seinni, at StÌF fór  at taka sær av hondbóltinum, og Skála tók sær av fótbóltinum. Tað eru strandingar, sum hava hondbóltstraditiónirnar.

Tá ið vit í Havn siga strandingar, so meina vit sjálvandi við spælarar, sum spæla við StÍF, sjálvt um allir spælararnir ikki eru av Strondum. Strandingar vunnu FM-heitið í 1943, 1944, 1945, og skálakvinnur vunnu FM-heitið í 1991 og 1993. Strandingar hava altíð havt serligan spælistíl. Eitt skjótt og undirhaldandi hondbóltsspæl, har spæligleðin altíð er stór og tekniska støðið sera høgt.

Tá ið Regin Johansen, sáli, flutti til Havnar, spældi hann nógv ár við Kyndli.

Tá ið Regin Johansen, sáli, flutti til Havnar, spældi hann í nógv ár við Kyndli.

Tá eg hugsi og tosi um StÍF, so leita tankarnir til fýra ungar evnaríkar hondbóltsspælarar, sum eisini vóru við at menna hondbóltin á Strondum. Hesir eru Jógvan Gregersen, Regin Johansen, Poul Enok Hansen og Símun Pauli á Fríðriksmørk. Hesir fóru allir bestu árum. Umframt at hava serliga strandaspælistílin og spæligleðina í sær, høvdu hesir sin serligan leiklut á vøllinum.

Jógvan Gregersen var ein tekniskt góður og skjótur hondbóltsspælari. Hann hevði eina serliga fintu, har hann hugdi burtur og lumpaði verjuspælaran. Jógvan flutti til Havnar og spældi við Neistanum í nógv ár.

Regin Johansen var tann klóki miðspælarin eisini við einari serligari fintu. Hann hevði serliga gott hegni at finna linjuspælaran. Regin flutti til Havnar og spældi fyrst við Neistanum og síðani í nógv ár við Kyndli.

Poul Enok Hansen var kropsterkur vinstrahentur spælari, sum dugdi alt á einum hondbóltsvølli. Ein sera spæliglaður spælari, sum torførur var at finna útav hjá eini verju, tí hann skeyt hoppskot, vanlig langskot og var av bestu gjøgnumbrotsspælarum. Poul Enok spældi eisini fótbólt við GÍ í bestu deildini.

Jógvan Gregersen, sáli, spældi við Neistanum, eftir at vera fluttur til Havnar.

Jógvan Gregersen, sáli, spældi við Neistanum, eftir at vera fluttur til Havnar.

At enda er tað Símun Pauli á Fríðriksmørk, sum oftast spældi vongur, men eisni á miðjuni. Símun Pauli var góður, skjótur og glaður hondbóltsspælari, sum eisini hevði sín sermerkta stíl á vøllinum. Felags fyri hesar fýra strandingar var, at teir altíð spældu skjótt og undirhaldandi hondbóltsspæl.

Kanska gloyma strandingar av og á taktiska verjuspælið, og tapa tí nakrar “lættar” dystir og vinna tí ikki FM-heitið, sum StÍF tráðar eftir. Vit í Neistanum steðga á eitt bil og minnast hesar fýra evnaríku hondbóltsspælarar Jógvan, Regin, Poul Enok og Símun Paula og takka teimum fyri alt – Teir eru ikk goymdir.

PS. Síðani greinin varð skrivað 20. februar í 1999, er nógv hent í StÍF, tí mansliðið vann FM-heitið júst í 1999 og seinni í 2003. Síðani í 1999 hevur StÍF menn verið í steypafinaluni nýggju ferðir og vunnið tær fimm finalurnar. Í 2001, 2002, 2004, 2005 og 2006. StÍF var eisini í steypafinaluni í 2013, men mátti lúta fyri KÍF. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *